av hesum mátingum vísti, at rákið av atlantssjógvi í ovaru løgunum var so hart, at tað forðaði yvirfloti at fara tvørtur um Ryggin. Í hesi somu greining vóru ábendingar um, at yvirflotið møguliga kundi [...] er týðandi partur av tí termohalina rákinum. Seks ár eftir, at Havstovan fór undir eitt átak at leggja streymmátarar út á Íslandsryggin fyri at leita eftir djúpum ráki av køldum yvirflotssjógvi tvørtur um [...] Ísland, eitt legg inn aftur á Ryggin, soleiðis at atlantssjógvur og yvirflotssjógvur har ferðast sama veg. Sostatt tykist yvirflotssjógvurin at hava frítt at fara tvørturum miðskeiðis á Rygginum. Tann kaldi
verða funnin. Tí hevur tað framvegis veðurlagsávirkan at lata oljuna liggja. Vit sleppa ikki undan ábyrgd við at siga, at vit eru ov smá til at gera mun, at oljan og gassið verður brent óansæð. Orkutrygd og [...] er minsta krav, at politikararnir greiða okkum frá avleiðingunum: Hvussu nógv útlát eru vit til reiðar at ábyrdast fyri? Hvussu samsvarar tað við okkara veðurlagsmál og búskap? Hvussu svara vit, tá spurt [...] tíð á umleið 25 ár. Í løtuni er støðan tann, at Bretland ikki letur nýggj loyvi at leita eftir nýggjum feltum, tó at verandi halda á fram. Noreg roynir at lata nýggja olju- og gassleiting í átiligan ham
eina røð av hátíðarhaldum og markeringum í gongd í Noregi. Her er eitt yvirlit yvir, hvat fer at henda, og hvussu norska samfelagið verður ávirkað komandi dagarnar. Tá Haraldur kongur doyði, gjørdist fyrrverandi [...] hitti hann norsku stjórnina á einum eyka ríkisráðsfundi. Har kunngjørdi hann, at kongsnavn hansara verður Haakon VIII, og at hann hevur valt „Alt for Norge“ sum valorð. Sambært norsku grundlógini skal nýggi [...] í Stórtinginum fýra dagar eftir, at pápi hansara var deyður. Væntandi verður kistan við Haraldi kongi flutt í kapellið á kongsslottinum. Har fáa borgarar møguleika at koma framvið og siga konginum farvæl
verður kirkjukaffi í Kirkjustovu, og har hevur Helena lovað at greiða eitt sindur frá hennara leið frá juristi til prest og hvussu tað er at virka sum deyvaprestur í Danmark. Helena greiðir soleiðis frá: [...] og donskum tekinmáli sum móðurmál, síggi eg starvið sum ein kall til at virka sum deyvaprestur. Tað hevur leingi verið mín dreymur at boða evangeliið á donskum tekinmáli, og virka fyri einum livandi kirkjulívi [...] september, 2025. Nú kemur hon til Føroyar og fer, saman við fyrrverandi deyvapresti, Jónsvein Bech, at hava deyvagudstænastu í Havnar kirkju tann 16. august kl. 11:00. Gudstænasta er á teknmáli, men verður
týðiliga. Torført at síggja, nær tikið verður upp Meta-brillurnar hava eina lítla ljósdiodu, sum skal vísa, tá myndatól er virkið. Kritikarar vísa tó á, at ljósið kann vera trupult at síggja, og at slík trygdartiltøk [...] sólbrillum, men kunnu brúkast til at taka myndir og video, lurta eftir ljóði og nýta tænastur, sum byggja á vitlíki. Tí kann vera torført hjá fólki rundan um brúkaran at vita, um tey verða tikin upp. Sambært [...] um, hvussu eitt bann skal setast í verk. Spurningurin er millum annað, um bannið bert skal fevna um brillur frá Meta ella um allar brillur og onnur tól, sum kunnu taka upp myndir og ljóð, uttan at tað
savnaðir at hátíðarhalda skúlabyrjanina. Ein 16 ára gamal næmingur á Himmelev Gymnasium varð stungin við knívi. Hann varð flogin á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn, men lív hansara stóð ikki til at bjarga [...] fram, og aðrastaðni í økinum. Á Himmelev Gymnasium er flaggið í hálvari stong. Skúlin hevur boðað frá, at bæði næmingum og starvsfólkum verður boðin kreppuhjálp. Midt- og Vestsjællands Politi hevur handtikið [...] klokkan 12 í dag førdur fyri rættin í Roskilde. Hann er skuldsettur fyri manndráp. Tað er ikki upplýst, hvussu hann tekur støðu til skuldsetingina. /Ritzau/
Sentinel-2-fylgisveinunum hjá Copernicus. Tá var vetur á sunnaru hálvu jarðar. Á myndini sæst týðiliga, hvussu landslagið broytist frá strondini og inneftir í landið. Myrkabláa Atlantshavið liggur fram við strondini [...] síggjast eisini yvir hægru fjallaøkjunum. Sentinel-2-fylgisveinarnir verða millum annað nýttir til at fylgja við gróðri, landbúnaðarøkjum og vistskipanum í fjallalendi. Upplýsingarnar kunnu nýtast til
Tórshavnar kommunu vísti í viðmerkingunum á, at av tí at nógv virksemi longu er runt Vesturvarða, er ósannlíkt at súkklu- og gongugøtur fara at lýta náttúruøkið, og at gøturnar í størst møguligan mun verða gjørdar [...] kommununa um, at nevndin viðmælti ætlanina við ávísum treytum. Í juni tók yvirfriðingarnevndin málið upp og mælti til, at breytin varð flutt niðan til har, sum vindmyllurnar eru, tí tey mettu, at lendið har [...] frástøða og 2 mió. kr. Tórshavnar kommuna hevur samtykt at geva Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon tilsøgn um stuðul upp á 2 mió. kr. og loyvi at fara undir eina oyggjaleikabreyt, sum er 3 km til longdar
Hann sigur, at í løtuni er óvist, hvussu umfatandi klorgassið er, men arbeitt verður við at lufta út í bygninginum. - Tað eru roykavarar inni í bygninginum, sum syrgja fyri og tryggja, at øll eru komin [...] , Øystein Sandhals Volden, sigur, at øll í bygninginum eru úti, og hond verður tikin um fólk í einum grannabygningi. NRK, sum skrivar um hendingina, veit at siga, at fýra børn eru send við sjúkrabili á [...] Orsøkin er eftir øllum at døma ein feilblanding av kemiskum evnum, sum útloysti tað, tey rópa klorgass. - Talan er um, at svávulsýra og klor eru blandað saman, og hetta hevur útloyst klorgass, sigur Stig
Smyril Line sigur, at áðrenn hesar kanningar eru gjørdar, ber ikki til at siga, nær skipið kann halda fram ferðini og fara undir sigling. Hendingin kemur bert góðari viku eftir, at Smyril Line fekk Skipanes [...] var orsøkin til eldin umborð á Skipanesi, ella hvussu stórur skaðin er. Smyril Line hevur sagt, at felagið harmast um nýggja óhappið, men fegnast um, at øll manningin hevur tað gott og eingin fekk skaða [...] við aksel-generatorinum. Tað hevði við sær, at eitt størri umvælingararbeiði mátti gerast, og Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri í Smyril Line, segði tá, at arbeiðið kundi seinka skipinum fleiri mánaðir