Týskland fer at víðka granskingina í dronum sum part av átøkunum ímóti nýggju hóttanunum. Millum annað verður ein nýggj granskingarmiðstøð fyri dronutrygd sett á stovn í týska samlandslandinum Sachsen-Anhalt [...] møguliga atsókn at flogvøllinum Leipzig/Halle fyrst í august. Fleiri týskir miðlar, teirra millum NDR, WDR og Süddeutsche Zeitung, skriva um málið í dag. Sambært miðlunum funnu týskir kanningarleiðarar [...] Antonov Airlines nýta flogvøllin til flutning av hernaðarútgerð. Trygdarkeldur, sum týsku miðlarnir endurgeva, hava illgruna um, at Russland var uppi í hendingini. Russland hevur víst aftur skuldsetingunum
Triðja dystin á rað í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini leiktu David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town javnt, og eru teir enn ósigraðir í kappingini. Í kvøld munnu Geza og liðfelagarnir iðra seg [...] tá ein tími var leiktur av dystinum javnaðu teir til 2-2. Bæði Soccerstand og Sofascore geva Geza fyri avrikið í kvøld karakterin: 6,6 (av 10 møguligum). Grimsby er nummar 11 í deildini við seks stigum [...] Grimsby á odda 2-0. Eitt sjálvmál í sætta minutti fekk Grimsby á sigurskós, og sjey minuttir undan steðginum økti Andy Cook til 2-0. Men inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki minkaði Accrington
Í august vórðu 29 nýggj Toyota-akfør skrásett í Føroyum. Tað er næstan tvífalt so nógv sum Nissan, sum við 15 akførum var næstmest selda merkið í mánaðinum. Volkswagen kom á triðja pláss við 12 nýggjum [...] høvdu níggju í part. Tølini frá Akstovuni fevna um øll nýggj akfør av hvørjum merki – sostatt ikki bara persónbilar, men eisini eitt nú vørubilar og onnur skrásett akfør. Toyota greitt á odda í ár Hyggja [...] fleiri enn Renault higartil í ár og 81 fleiri enn Nissan. Serliga merkisvert er eisini, hvussu væl Renault stendur seg. Renault er næstmest selda akfarsmerkið í Føroyum higartil í ár, hóast merkið ikki er
norskum milliónum í 2024 uppí 877 milliónir í 2025. Samstundis broyttist ársúrslitið frá einum halli á 242 milliónir í fjør til 66 milliónir í avlopi í 2025. Hetta er soleiðis ein betran av ársúrslitinum á [...] um hetta var væntandi, sum ein partur av okkara arbeiðsætlan, er árið í fjør ein hornasteinur hjá okkum. Stovnarin og stjórin í alifelagnum, Ola Kvalheim, sigur í tíðindaskrivi, at felagið takkar starvsfólkum [...] at fyri at fáa hesi tøl í okkara peningi, skulu norsku milliónirnar faldast við 0,68. Sambært alifelagnum í Ålesund er hetta fyrsta árið, at felagið kemur við einum avlopi í einum ársroknskapi. - Sjálvt
so helst kemur okkurt afturat seinni, sum skattaborgarin í Havn skal rinda fyri. Seinasti fundurin var tann, ið endaði í miðlunum, orsakað av tí, at okkara umboð komu til læstar dyr. Á hesum fundinum [...] tað okkara ábyrgd at siga frá. Í hesum føri hava vit ta betri vitanina, tí vit skilja, tí vit hava upplivað. Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki.” Brandur í Dali Formaður í Ríðisambandi Føroya [...] Viðmerking til borgarstjóran Í tíðindasendinfini hjá ÚF sunnudagin kl 18, var samrøða við borgarstjóran í Tórshavnar Kommunu (TK), Elsu Berg. Borgarstjórin kom væl frá samrøðuni og segði nógv rætt, nógv
samstarvið riggar, og hava ein ráðgevandi leiklut í mun til innihaldið og kósina í Tilhaldsstaðnum. - Við hesi avtaluni hava vit fingið ein týðandi part av grundarlagnum undir Tilhaldsstaðnum upp á pláss [...] Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum. Fyrireikingarnar til Tilhaldsstaðið eru í gongd, og miðað verður eftir, at staðið letur upp seinni í ár. Leigusáttmáli er gjørdur við Norska [...] Landsstýriskvinnan í almanna- og bústaðamálum, Margit Stórá, og landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, vóru við til undirskrivingina. Samstarvsavtalan ásetur karmarnar fyri
Olaf við sær inn í politiska arbeiðið, og í 1980 varð hann valdur á Føroya Løgting fyri Fólkaflokkin í Eysturoy. Har sat hann í 14 ár, fram til 1994. Í tveimum umførum varð honum litið upp í hendur at røkja [...] eigur fleiri av kendu sangunum í Sangbók Guds Fólks. Korini vóru trong, og familjan flutti ikki inn í egin hús fyrr enn í 1948. Tá var Olaf 12 ára gamal. Trongu korini settu síni spor í Olaf bæði so og [...] væl við undir Íslandi og skuldi gerast stórur partur av lívi Olafs sum vinnulívsmanni í Fuglafirði og í Havn á trolvirkinum Vónini og í Runavík á Beta. Í Íslandi spardi hann 3.000 kr saman hvørt ár til S
gekkst við honum í skjúrtulummanum allatíðina. Tá fekk mamma veruliga sveittan fram. Ella ta ferðina í Spania, tá ið tú hoppaði í uttandura svimjuhylin og gloymdi, at tú hevði pengaseðlar í shortsunum. Tú [...] tað goymi eg altíð í mínum hjarta. Eg vaks upp, meðan virksemið hjá tær var á tí allarhægsta. Í vinnulívinum vart tú ein maður við stórum skilsemi og eldhuga. Ein sannur vinnulívsmaður av tí rætta slagnum [...] stóra ábyrgd fyri tí, tú skapti. Tað merkti eg eisini so týðiliga, tá eg arbeiddi hjá tær í Grønadali, á Roykivirkinum í Porkeri, og tey mongu summrini, har eg málaði ymsar bygningar fyri teg. Tú vart so ótrúliga
Nólsoy. Ferðaseðilin leygardagin kostar 160 krónur fyri vaksin, men 130 krónur, um hann verður keyptur í forsølu á Farstøðini. Børn millum 7 og 15 ár og pensionistar gjalda ávikavist 90 og 70 krónur. Børn [...] vart við, at akfør ikki sleppa við Ternuni leygardagin. Farmur, sum hevur samband við fyriskipanina av ovastevnuni, er tó undantikin. Sí serligu ferðaætlanina til ovastevnuna
viðkomandi temakvøld um menning av kvinnuligum fótbóltsleikarum. Tiltøkini vera við Margáir 1. septembur og í HB-húsinum 3. septembur —————— Fótbóltssamband Føroya fer í næstum at bjóða til spennandi tiltak [...] venjing og menning av kvinnuligum fótbóltsleikarum. Umframt venjarum í vaksnamannadeildunum hjá kvinnum, er tiltakið eisini ætlað venjarum hjá U13 gentum, U16 gentum og høvuðsungdómsvenjarum í øllum feløgunum [...] temakvøldið verður við Margáir í Streymnesi týsdagin 1. septembur, og tá eru umboð fyri B68, EB/Streym, ÍF, KÍ, NSÍ, Skála og Víking boðin við. Seinna temakvøldið verður í HB-húsinum hósdagin 3. septembur