Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, fegnast um, at leiðin er komin í framleiðslu, og at tað er eydnast at koma í gongd fyrr enn ætlað, umframt at kostnaðarætlanin hevur hildið. Blackbird styrkir fr [...] Atlantic Petroleum boðar í dag frá, at framleiðslan er byrjað úr Blackbird-leiðini í enska partinum av Norðsjónum. Hetta er fyrsta fundið hjá Atlantic Petroleum, ið verður útbygt, og triðja framleiðsluleiðin [...] upprunaliga ætlað. Kostnaðarætlanin fyri útbyggingina hevur eisini hildið. Atlantic Petroleum sigur, at oljan, sum rennur úr Blackbird-leiðini, verður førd ígjøgnum framleiðsluskipið (FPSO) Aoka Mizu, ið
grundupphæddini í fólkapensjónini verður tikin burtur fyri at spara, so heldur okkara høga ting, at tað er í fínasta ordan, at fólk sum tjena yvir 60.000 krónur í løn og aðrari pensjón eisini [...] 313 krónurnar eru skattafríar. Nú var endamálið ikki við hesum at lasta Edmundi Joensen. Hann hevur sín fulla rætt at verða bæði fólkatingsmaður, løgtingsmaður og fólkapensj [...] fáa gjald úr Samhaldsfasta. Hetta er ikki serliga samhaldsfast – og átti kanska at givið okkara høga tingi nakað at hugsa um, serliga nú val stundar til...
Klaksvík: Í farnu viku var arbeiðið við at innrætta ein tekniskan skúla til ein frítíðarskúla, komið so væl áleiðis, at hann kundi takast alment í nýtslu - og fáa nýtt navn. Fyrsti frítíðarskúlin í Klaksvík [...] Fyrr var hann partur av barnaansingini, men er við hesum skiftinum farin at venda meiri ímóti skúlanum. Hetta er ein markering av, at børnini ikki longur eru barnagarðsbørn. - Og hetta gevur somuleiðis størri [...] er vakurt á skrift; tað er orginalt; tað er stuttligt at siga, bæði hjá børnum og vaksnum; tað rímar og blóman Snjallabjalla er haraftrat løtt at finna í bø og haga.
umskyldningar fyri at lata okkum norðanfjørs svíða fyri, at tann eina leiðin skal hava reyðan løbara. Vit skulu minnast til, at sum einasta farleiðin í landinum hevur Sandoy tvey skip til at taka. Hví skulu [...] lagi vánaligt, ein farleið hjá Strandferðsluni hevur brek, men tað lættasta er at flyta trupuleikan, so eru øll glað. At hesin framferðarhátturin hjá SSL verður nýttur hvørjaferð galið er á ávísum leiðum [...] Star ikki góð nokk, tá teir eru góðir nokk til restina av oygginum, eingin trupuleiki er hjá Ternuni at sigla farmatúr ímillum túrarnar til Nólsoyar. Strandfaraskip Landsins flutti til Suðuroyar, og eitt
HB heimasíðan boðar í kvøld frá, at Sigfríður Clementsen tekur við starvinum sum nýggjur venjari hjá HB, eftir at Julian Hansen hevur valt at takka fyri seg. Eisini Magni Mohr gevst í felagnum vegna a [...] góð í ár, og tí samdust Julian og felagið fyrr í dag um at enda samstarvið. Í kvøld hevur felagið so gjørt avtalu við Sigfríða Clementsen um at taka við høvuðsvenjarastarvinum restina av kappingarárinum [...] portalurin fyrr hevur víst á. Av tí at Magni Mohr er fluttur av landinum í arbeiðsørindum, er heldur eingin hjálparvenjari í løtuni. Felagið er í samráðingum um hetta og vónar at fáa hjálparvenjaran uppá pláss
Høvundurin ger í yrkingini ?Millumbil? vart við, at vit eiga at fanga dagin. Tann durvandi kettan rammar inn menniskjað, sum beint mótsett ikki dugir at liva í løtuni. Hon er fyri ein part í degnum í gjár [...] gjár og fyri ein part í morgundegnum, og dugir ikki at lofta tí, sum er ímillum. Vit hava ilt við at liva í løtuni, og tað er millum annað akkurát hetta, sum yrkjarin vil vísa á. [...] flestøll menniskir takast við. Lagt verður fyri við tí programmatisku ?Annað lív?, har yrkjarin roynir at mýkja tey stívu orðini, men fyri lesaran eru tey í fyrstu atløgu akkurát líka ?pinnastív?, til hann
so hvørt sum ferian nærkaðist. Vit fóru heim frá arbeiði fyri at halda frí, og tað var ein ordans lætti. At vita sær, at tað bar til at tveita alla ábyrgd frá sær og bara gera tað, sum tú hevði hug til [...] sama royna at venja okkum við tað, sum er treytin fyri okkara lívi - ein gerandisdagur við tí, sum hann hevur at bjóða. Gerandisdagurin hevur eisini sínar løtur. Og tær kunnu vit læra okkum at njóta. Tá
-Tað var ein undarlig kensla hettar kvøldi, at síggja okkara fiskimálaráðharra sita, sum á ákærubeinkinum í Sjónvarpinum, fyri at hava ásett føroyingum kvotu til føroysk skip í Føroyskum sjógvi, sigur [...] ikki vantandi annað. Tað hevur ongantíð verið lætt at krevja síni rættindir og serliga, tá so stór virðir standa uppá spæl. Vit mugu ongantíð gloyma, at fyri okkum, er tað tilverugrundarlagið, vit stríðast [...] fiskur verður útblakaður í Norðsjónum og so framvegis. Tað er sjáldan, at eitt fiskivinnublað kemur út hjá okkara grannum, uttan at yvirskriftirnar boða frá, um útblaking og ovurfisking. -Her á landi fiska
meirnýtsla gjørd við olju. Rætt er tað at hitapumpur kunnu hava eitt heystanarstig uppá 3 - geva 3kWh fyri 1kWh frá SEV. Tað Hanus »gloymir« at siga okkum er at, táið vit brenna oljuna sjálvi fáa vit mestsum [...] til eru vit ikki komin enn hóast arbeitt verður á fleiri økjum við at fáa grøna orku. Vil tú vit meir og kann um tað lønar seg hjá tær at nýta hitapumpu ber hetta til á: HYPERLINK "http://orka.teletech.fo" [...] Virkni er í besta føri (info frá SEV) 0,4 meðan oljufýrið helst skal vera 0,9 ella betur. Tað vil siga at hvørjaferð SEV skal framleiða 1kWh av el við olju, skal nýtast umleið 2,5 ferðir so nógv olja sum táið
nummar trý. Tað var væntað, at Neistin fór at vinna í Vestmanna í gjár. Gestirnir vunnu sær leiðsluna beinanvegin, og heimaliðið rann mest sum bara aftaná. Brauer aftur toppskjútti Barbara Brauer var við [...] toppskjútti við 11 málum. Ofta var uppskriftin hjá gestunum bara at spæla upp til Brauer beinanvegin, sum síðan smekkaði til. Tað riggaði so at siga hvørjaferð. Neistin var serliga sannførandi í verjuspælinum [...] Grannauppgerð í morgin Neistin skal aftur royna at vinna sær tvey stig í skjáttuna í morgin. Tá er grannauppgerð í høllini á Hálsi, tá Kyndil ætlar at arga grannarnar. Tað er fyrireikingin áðrenn stóra