Brisenfeldt. Hann hevur saman við Katrin Johansen tikið sær av venjingini hjá Heidi seinastu tíðina, og tað hevur gingið væl. Tey hava lagt eina langtíðarætlan við venjingini hjá Heidi, og tað hevur eftir øllum [...] Týsmorgunin komu Heidi Andreasen og venjari hennara, sviin Mats Brisenfeldt, aftur til Føroyar. Heidi hevur luttikið í "Canadian Open for Swimmers with a Disability". Kappingarnar vóru frá hósdegnum til sunnudag [...] dag og 100 metur firvaldasvimjing. Hørð venjing ? Eg havi vant sera hart seinastu tíðina, og tað hevur givið úrslit. Eg hevði als ikki væntað at klára meg so væl, og tað kom tí sum eitt yvirraskilsi, sigur
Síðstu árini hevur M.A. Jacobsen virðislønin verið víðkað við einari virðisløn til fólk, ið hava útint okkurt serligt mentanarliga fyri føroyingar. Í ár fall heiðurin á Vilhelm Magnussen, sum hevur stríðst [...] Magnussen hevur við lítillætni og trúskapi móti andaliga sálmasangi forfedra sína givið okkum kunnleika til inniligu gudsdýrkan føroyingsins í forum«. Sagt verður, at við kingoløgunum, sum hann hevur varðveitt [...] Barnayrkjarin Triðju virðislønina í ár fekk Alexandur Kristiansen, sum í nógv ár hevur yrkt til børn. »Í stívliga trý áratíggju hevur hesin virkni og eldhugaði høvundi hugtikið føroysk børn við sínum skaldskapi
skips. Tað er sjúkrarøktarfrøðingurin Anna Maria Simonsen, sum hevur gjørt kanningina. Hon hevur arbeitt á oljuboripallum viða hvar, og har hevur hon sæð, hvussu ómetaliga nógv, ið verður gjørt til tess at [...] Tað hevur tó verið ein sannroynd, at áhugin mest er komin til sjóndar í sambandi við arbeiði á landi. Fiskiflotin sum arbeiðspláss og arbeiðsumhvørvi hevur líkasum ikki havt tann stóra almenna áhugan hjá [...] Maria Simonsen hevur í hesum sambandi hugsað, at í minsta lagi sama trygd eigur at verða fiskimonnum fyri umborð á fiskiførum sum starvsfólki á boripallum er tryggjað. Fiskimannafelagið hevur ivaleyst somu
boðsendir til nakað sum helst, og eingin hevur sovið í detentiónini. Løgreglumaðurin visti tó at siga, at onkur er tikin fyri at koyra við kenning, meðan stevnan hevur verið. Gekk stak væl Sosialurin hitti [...] - Eg vil siga, at løgreglan hevur ongar sum helst trupulleikar havt av hesum stóra tiltaki. Vit eru ongantíð boðsendir til nakað, og tað taka vit sum tekin um, at alt hevur gingið væl. Kurt Rasmussen heldur [...] hava sjálvir skipað fyri, at bilar, sum vitjaðu økið, sluppu at parkera, og vit mugu siga, at hetta hevur eydnast teimum til fulnar, tí her hava als eingir trupulleikar verið. Øll í land aftur Spurdur, hvussu
sigur Kaj Leo Johannesen. Mótstøða higartil Higartil hevur verið greið mótstøða í Føroyum móti at gerast partur av ES. Einans Sambandsflokkurin hevur latið eina hurð staðið á gloppi fyri limaskapi, og so [...] in hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy, Kaj Leo Johannesen, sum birtir kjakið av nýggjum. Hann hevur lagt uppskot til samtyktar fyri løgtingið, sum heitir á landsstýrið um at gera eina frágreiðing, ið [...] ES-limaskapi. Hendan frágreiðing skal so til aðalorðaskiftis. ? Spurningurin um ES-limaskap ella ikki hevur oftani verið frammi, men nú eru umleið 30 ár síðan, at vit høvdu orðaskifti á løgtingi um hendan fyri
hava fingið lógina setta í gildi, sum hevur verið ávegis í 10 ár. Men striltið gongst hjá landsstýrinum, sum hevur uppskot klárt. Sjónarmiðið hjá landsstýrinum hevur verið, at føroyingar hava heimild at [...] løgd fyri Fólkatingið, ið hevur til endamáls at geva føroyingum heimild at yvirtaka øll málsøki, ið liggja uttan fyri grundlógina. Sambandsflokkurin hevur mist tolið og hevur lagt uppskot fyri tingið um [...] rin fær undirtøku fyri sínum uppskoti, tí landsstýrið arbeiðir við málinum, og Javnaðarflokkurin hevur eisini sagt, at hann styðjar eina føroyska loysn á málinum. Lógin um kringvarp, sum varð sett í gildi
við skaða. Hann hevur í drúgva tíð verið plágaður av einum eymum lærkrika, og mikudagin gekk so galið. Seinastu tvey árini ella so, hevur tað eisini verið so, at vestmenningurin hevur drigist við skaðar [...] skaðar av ymsum slag, soleiðis at venjingarstøðan ikki hevur verið tann sama, sum hon kundi verið, og á sín hátt viðgekk hann eisini, at skráin í seinastuni kanska hevði verið dekan ov hørð. - Tað er kanska [...] við ov nógvari venjing, tók hann skemtiliga til, tá vit spurdu um hetta. - Tað er rætt, at hetta hevur verið ein trupulleiki. Í gjár (týsdagin, blðm.) merkti eg eisini nakað til hetta, so eg vandi mest
tað, sum verið hevur, og fer at verða. Tað er heilt greitt, at her er ein onnur kensla í dag, enn hinar morgnarnar hevur verið. Her er nakað, sum fólk fara at sakna, sum eisini onkur hevur á orði. Lagt verður [...] Oyrargjógv er einki óvanligt at síggja, tá Ternan umleið hálvgum sjey leggur at, sum hon i áravís hevur gjørt. Kortini er kenslan eitt sindur øðrvísi, tí vit vita, at hetta er seinastu ferð, farið verður [...] líkasum er vorðið ein partur av gerandisdegnum. Uppi í salongini er heldur øðrvísi, enn vanliga dagar hevur verið. Har eru borð dekkað við rundstykkjum, og kaffimaskinurnar standa á einum borðið mitt á dúrkinum
Ráðið fyri brekað metti, at Tommy Petersen hevur gott innlit í almannaøkið sum heild, eisini holla vitan um spurningar, sum viðvíkja brekaðum. Hesa vitan hevur hann frá einum longum arbeiðslívi innan almannamál [...] útbúgvin sosialráðgevi og cand.jur. Hann hevur verið leiðari á Andveikradeildini, stjóri á Almannastovuni, og var eitt skifti leiðari á Kærustovninum. Frá 1999 til 2002 hevur hann starvast sum ráðgevi í spurningum [...] spurningum viðvíkjandi miðspjaðing í Nepal. Arbeiðsgevari var Danida. Tommy Petersen hevur síðani august 2002 verið ráðgevi í Oljumálaráðnum. Tommy Petersen fegnast um tað álit, honum er víst við hesum sessi
felagsins. Ísfiskavinnan hevur ongantíð havt tað betur, og væl hevur gingist hjá nótaflotanum - um enn ikki eins væl, sum árið fyri, ið var eitt framúr gott ár. Tann skipabólkur, sum hevur tað tyngst, er rækjuflotin [...] dagsskránna um trygd og trivnaðin umborð á okkara fiskiskipum. Hetta felag hevur virkað í neyvum samstarvi við FF, men seinnu árini hevur líkasum minni lív verið í felagnum. Kanska er tað soleiðis, at fiskimenn [...] fleiri í tali, men teir hava eisini verið færri. Undirtøkan í ár er sostatt umleið miðal. Í mong ár hevur Fiskimannafelagið hildið sín árliga landsfund millum jóla-og nýggjárshøgtiðina, tí hetta er tíðin