bóltar fór hon aftur at serva, og hon fekk ein skaða ovaliga í arminum ella í økslini, og mátti út, og systurin Birgit Guttesen kom aftur inn á liðið. Staðfest var ð beinan vegin, at Helga ikki kundi spæla [...] arbeitt verður í løtuni við at fáa armin í lagi, men enn er einki avgjørt. Endalig støða verður ikki tikin fyrr enn beint undan dystinum undir upphitingini. Hetta kann koma at verða ein smeitur fyri liðið [...] liðið, men venjarin Kristian Mikkelsen sigur, at hann hevur onkrar loysnir. Dysturin verður klokkan 16 í dag, og verður sendur beinleiðis í Kringvarpinum.
so gevast orsaka av at teir fingu trupulleikar við sjálvstýraranum. Fyri at tryggja seg móti hesum feilinum hava teir broytt uppá sjálvstýraran og sett hann nærri rórðinum, soleiðis at spennið gerst minni [...] Núverandi ætlan er at sleppa aftur út á havið fríggjadagin í hesu vikuni. Einasta forðing er kanska um ein seraliga ring veðurforsøgn kemur. Men so skal tað vera naka nógv illveður, tí at illveður kemur man
hóast ikki sær út til at vera spart upp á nakað, hevur prísurin upp á umleið 59 milliónir krónur hildið. Høgt er til lofts og vítt til veggja í Fimi, sum harumframt eisini fer at geva umleið 500 áskoðarapláss [...] Tórsvøll. Enn er eftir at snøgga rundanum, men tá alt er liðugt, verður ítróttarøkið í Gundadali ein enn betri og samanhangandi eind. Tað var heilt týðiligt undir hátíðarhaldinum í gjár, at fólkinum dámdi tað [...] tað, tað sá, og ikki minst tey smærru frøddust um høllina og alt tað nógva, hon hevur at bjóða.
sambandi við norðurlendska fundin kemur Absalon Eysturoy, lækni, at tosa um gengransking í epilepsi í Føroyum. Eisini fer Bjarki á Rógvi Hansen at tosa um SUDEP fyribrigdið, ið merkir brádligi deyði hjá teimum [...] hetta tiltakið. Í sambandi við, at Bjarki á Rógvi Hansen, neurologur, er í Føroyum, verður ein fyrilestur í Miðlahúsinum, mánakvøldið 14. juni Kl. 19.30, har Bjarki kemur at tosa um kognitivt órógv hjá fólki [...] almenn, men verða viðgjørd á tí norðurlendska fundinum. Nevndarforkvinnan Randfríð Sørensen sigur, at uttan stuðul frá stovnum og fyritøkum, hevði hesin norðurlendski fundurin slett ikki kunnað verið hildin
Sørvági fer eisini at landa línubátin Havbúgvan í morgin. Havbúgvin hevur verið undir Íslandi og hevur fingið eini 120.000 pund av brosmu, longu og toski. Úr Sørvági verður sagt, at Vesturtúgvan væntandi [...] væntandi kemur inn at landa fríggjadagin. Vesturtúgvan partrolar saman við Grønanesi, sum plagar at leggja veiðina upp í Vestmanna. [...] men ein lítil partur er toskur. Upsaprísurin er rættiliga góður í løtuni, og úr Sørvági verður sagt, at veiðan hjá Vesturleika er seld fyri ein miðalprís, sum liggur omanfyri 8 krónur fyri kilo. Hetta er
vorðin siður at vera ótrúgvur, um mann er forseti í Amerika. Nú er slaturin farin at snúgva seg um Obama, skrivar MESS.fo. Tað er óvist, um hald er í slatrinum, men tíðindi eru hóast, at amerikanski forsetin [...] hugnað sær við amerikonskum forsetum. Í dag eitur hon Vera Baker og er 35 ára gomul. Hendingin sigst at vera farin fram fyri seks árum síðan, tá hon var lýsingarferferðar-hjálpari hjá Obama. Vera Baker noktar [...] millión dollarar fyri prógvum. Høvuðskeldan var ein limousinsjaførur, ið sigur seg hava koyrt Veru Baker at hitta Obama. Sjaførurin er tó anonymur.
ringasta. Nú skrivar íslendska Morgunblaðið, at øskan als ikki hevur havt ringt árin á vøksturin. Menn uppliva framúr góðan gras og kornvøkstur, og nú verður mett, at øskan frá Eyjafjallajøkuli er høvuðsatvoldin [...] var millum tey økini, sum vóru ringast rakt av øskuni, og bøndur har á leiðum bóru ótta fyri, at hetta fór at hava ringa ávirkan á jørðina og vøksturin. Men ringasti óttin er vendur til nakað veruliga gott [...] høvuðsatvoldin til hesa jaligu gongdina. Sigurjón Eyjólfsson, sum er bóndi í Eystri-Pétursey heldur, at dimmi liturin á øskuni elvir til eitt væl heitari lendi, sum so aftur skundar undir ein skjótari vøkstur.
meðan Landsverk kann gera arbeiðið fyri 2.989.994 krónur. Arbeiðið varð mett at kosta 3,0 milliónir krónur. Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu tilboðini. [...] Sp/f EM Asfalt eigur bíligasta tilboðið upp át at asfaltera Rituvíkarvegin. Teir vóru hálva millión bíligari enn Landsverk, sum sjálvt bjóðar upp á arbeiði. Lisitatión var í gjár á Landsverki, har tilboðini [...] tilboðini upp á Rituvíkarvegin vóru avdúkaði. Í útbjóðingartilfarinum stendur, at arbeiðið skal gerast í tveimum umførum. Síðst í 2010 skal fyrsti triðingurin asfalterast. Tað er økið á Rituvíkarhálsi, sum
á hesum øki, sigur Hjalmar Hansen, aðalskrivari í Bláa Krossi. Hann sigur, at loysnin, sum verður vald av myndugleikunum er at senda fólk uttanlands í viðgerð, hóast vit í Føroyum hava fólk við hollari [...] innlendismálum, at Hjalmar Hansen boðar frá trupulleikunum, sum Blákrossheimið hevur upplivað millum ung. -Fyribyrgingararbeiðið á rúsøkinum er nógv drúgvari og meira krevjandi enn at prenta plakatir og [...] - Blákrossheimið hevur í fleiri ár heitt á Heilsumálaráðið um at fáa játtan til ein ráðgeva, sum burturav skal taka sær av ungum og familjum teirra, men enn hevur hendan áheitan ikki borið ávøkstur. Tað
og hava klipt virðisseðlarnar út at keypa fyri. Men í handlinum hjá Vodafone siga tey, at bert ein lepi kann brúkast til hvørt viðskiftafólk. Hetta hevur fingið fólk at venda sær til Brúkaraumboðið, sum [...] Samanlagt eru 6000 bløð farin út við virðisseðlum á 200 krónur, og tað vil siga, at Vodafone hevur givið 1,2 milliónir krónur til fólk at brúka.