trý bridgelandsliðini eru við til EM-kapping í Herning. Carl Mikkelsen úr Hoyvík lærdi bridge í 1973, júst heimkomin úr Danmark og hevur síðani verið virkin bridgespælari og er nú á veteranlandsliðnum. [...] og er samstundis fyrstu ferð Føroyar hava vunnið so nógv í einum bridgelandsdysti. EM-kappingin er komin í helvt og endar hósdagin.
undantikin, vísandi til norðurlendska sáttmálan. Á Heilsutrygd fegnast vit um, at viðurskiftini nú eru greiðari, og at samsvar nú er millum norðurlendska sáttmálan og heilsutrygdarlógina [...] inntøku í øðrum Norðurlandi og goldin sosialtrygdargjøld. Umsóknirnar, sum Heilsutrygd nú hevur heimild at viðgera, eru fyri árið 2024 og frameftir. Heilsumálaráðið arbeiðir við eini endurgjaldsskipan til [...] mett seg verða undantiknir gjaldsskylduni í Føroyum, vísandi til norðurlendskan sáttmála á økinum. Nú heilsutrygdarlógin er broytt, fær Heilsutrygd 1. juli 2024 heimild til at viðgera umsóknir um undantak
mist okkara Bjarna! Men – í anda Bjarna royna vit at flyta manskórsang í Føroyum fram á leið! Vit í Tórshavnar Manskóri drýpa høvur! Í takklæti drýpa vit høvur í djúpastu virðing fyri okkara Bjarna Restorff [...] mest sum alt frá blaðnum”. Jú, ein sera gávaður maður og tónleikari. Og hetta upplivdu vit í manskórinum eisini, tá vit vitjaðu úti í heimi – og eisini í samstarvi við onnur manskór – og ella, tá onnur kór [...] gjørdist heiðurslimur í svenska manskórinum Orphei Drängar fyri lítlum ári síðani. Og vit kundu hildið áfram! Vit hava nevnt framúr tónleikaligu eginleikar Bjarna, men sum kórlimur í Tórshavnar Manskóri
https://bms.fo/ Tit kunnu ætla at vit eru errin av okkara dugnaligu lærarum og fegnast um, at onnur nú eisini kunnu fáa gleði av hesum litríka og vældámda tilfari, sum vit hava navngivið “kom og rokna”, skrivar [...] Roknitifar, ið roknilærararnir í Eysturskúlanum hava gjørt og brúkt seinastu fimm árini eru nú givið út. Talan er um 10 av teimum rokniheftunum, ið hava verið nógv brúkt og sera væl dámd av næmingum í [...] skrivar Eysturskúlin. Myndir eru í myndasavninum og leinki er her: https://eysturskulin.fo/506
Nú nærkast, til Festivalhöll 2024 letur tjøldini upp við Mølheyggjar á Sandi, og hetta verður komandi vikuskiftið, 5.-7. juli. - Vit gleða okkum at hitta mongu víkingarnar, sum koma higar úr okkara gr [...] eins og góður matur kann keypast á økinum. - Vit gleða okkum til eitt ógloymandi vikuskifti við Mølheyggjar, verður sagt á heimasíðuni hjá Sands kommunu, nú forvitnisliga víkingatiltakið á Sandi nærkast [...] her verður ymiskt handverk at síggja, og her verða bardagaframførslur og víkingaspøl, har vitjandi eru vælkomin at luttaka. - Ókeypis atgongd verður allar dagarnar, og fríggjadagin 5. juli klokkan 11 verður
fongsulsrevsing heima. - Vit seta eina fótfjøturdeild á stovn í Føroyum, haðani vit skulu umsita skipanina, og vit gleða okkum at fáa fyrstu umsóknirnar, sigur hon. Fólk, sum eru dømd fongsulsrevsing í upp [...] Kriminalforsorgin ger nú eina fótfjøtradeild í Føroyum, og tí ber til at sita revsing við fótfjøtri eins og til ber í Danmark. Tað skrivar Kriminalforsorgin í tíðindaskrivi. Ina Eliasen, stjóri á Krim [...] Kriminalforsorgini, sigur í tíðindaskrivinum, at "tey fegnast um, at dømd í Føroyum nú fáa møguleika at sita fongsulsrevsing við fótfjøtri eins og tey, sum sita fongsulsrevsing í Danmark". - Hetta merkir m
Andrass Joensen nú er farin um tey seksti, so eru tað kortini ikki nógvir "unglingar", ið megna at fara framvið honum, tá kappast verður í Triathlon. Styrkin hjá Andrass er fysikkurin og nú nógvu royndirnar [...] summar. - Vit hava saman sett okkum sum mál at koyra ein 1/2 Ironman fyri fyrstu ferð. Sjálv havi eg kappast fleiri ferð áður, men fyri hini er tað fyrstu ferð tey kappast í 1/2 Ironman. Vit hava í gott [...] Tað var sum á Ólavsøku á økinum kring Kronborg borgina, og niðri við keiina, har svimjingin byrjaði. Vit vóru sjey føroyingar, sum luttóku. Hetta var eitt stórt upplivilsi, og ein sera væl fyriskipað kapping
kr. Somuleiðis eru avskrivingarnar hækkaðar vegna útbyggingar. Í 2019 vóru avskrivningarnar 8,9 mió.kr., meðan tær í 2023 eru øktar til 19,6 mió.kr. Samstundis sum fíggjarkostnaðirnir eru hækkaðir, er vøksturin [...] Tíðindaskriv Fleiri viðurskifti eru orsøk til vánaliga úrslitið: Øktir fíggjarkostnaðir hava eina týðandi ávirkan á úrslitið. Fíggjarkostnaðirnir eru øktir vegna hækkandi rentustøðið, hækkandi skuld í [...] knapt 1 mió., í Orkneyoyggjunum omanfyri 200.000 og á Bornholm omanfyri 800.000. Samanbera vit við Føroyar, liggja vit niðast á umleið 90.000 vitjandi. Á matstovuøkinum er vert at nevna, at ein gyltur møguleiki
umleið ein tíma ella so hvønn vegin. Nú ber eisini betur til at leggja arbeiðið á Strondum til rættis, nú vit kenna renslið av bilum og fiski betur, sigur hann. Nú smolt aftur verður sett út á Sandsvág [...] heim á Strendur og nú, tá smolt verður sett út, verða undirsjóvartunlarnir brúktir, tí hetta gevur stytstu farleið. - Soleiðis eru vit eisini við til at bera ein part av íløgunum, sum eru gjørdar í nýggja [...] at sandur ikki órógvar fiskin. - Í Oyndarfirði hava vit 16 aliringar, og við Fossá hava vit 12. Hesir hava eitt ummál á 160 metrar. Á Sandsvág hava vit 11 ringar, sum hava eitt ummál á 200 metrar, men her
07 Vestur, og hann sigur soleiðis: -Tað er greitt, at teir báðir, sum vit hava leigað úr Vendsyssel, fara til hús aftur. Teir eru Benni Smales-Braithwaite og Mads Christiansen. Tað er óvist, hvussu tað [...] boðaði frá, at fyrrverandi B36 venjarin nú er venjari í Vágum. -Eg dugi ikki enn at siga, um talan verður um nýggjar spælarar. Tað er upp til venjaran at avgera, men vit hava sum mál, at tað skulu vera fleiri [...] spælarar á liðnum, og tað eru nógvir ungir og evnaríkir spælarar her vesturi, sigur 07 Vestur formaðurin. ÍF hevur trý stig fyri tríggjar javnleikir. Tað hevur ljóðað, men tíðindini eru ikki váttað um, at ÍF