Klokkan 19 í kvøld er lagt upp til ein spennandi dyst við Djúpumýru í Klaksvík, tá Víkingur tekur móti Inter Club d’Escaldes úr Andorra í fyrsta undanumfarinum til Europa Conference League. Inter Club [...] fyrra dystin 2-1. Tað verður ikki tann mest altjóða royndi dómarin, ið fer at døma dystin millum Víking og d´Escaldes. 37 ára gamli Jan Machálek úr Kekkia hevur dømt regluliga í bestu kekkisku fótbóltsdeildini [...] ildini farnu árini, men altjóða royndirnar eru ikki tær nógvu. Jan Machálek hevur bert dømt ein Europa Conference League undankappingardyst áður, og hann hevur bert dømt ein U21 EM-undankappingardyst.
Í Grønlandi stórfegnast tey í kvøld. Grønlendska kvinnulandsliðið í hondbólti vann seg fyrr í dag til HM-endaspælið, ið verður avgreitt í Danmark, Noregi og í Svøríki í november og desember. Tað var ein [...] ein fullsett høll í Nuuk, ið sá grønlendsku kvinnurnar knógva heim ein 17-15 sigur á Kanada í finaluni í norður og millumamerikonsku undankappingini. Grønland var á odda 9-7 í steðginum. Kanada vann seg [...] gjørdist tað nervakent hjá heimafjøldini. Ikki fyrrenn 10 minuttir vóru eftir kom Grønland framum 16-15. So gekk ein lang løta har hvørki liðið skoraði. Ikki fyrrenn í seinasta minuttinum megnaðu tær grønlendsku
Dungasandi í Sørvági í annaðkvøld klokkan 18.30, tá 07 Vestur og B36 møtast. Heimaliðið hevur brúk fyri einum sigri fyri at leggja trýst á Víking í kappingini um fjórða plássið, har Víkingur í løtuni er [...] talan er ikki um nakra stóra favorittstøðu. Oddsini upp á heimasigur til 07 Vestur liggja millum 3,05 og 3,35. Oddsini upp á útisigur til B36 liggja millum 1,95 og 2,10. Oddsini upp á javnleik, ið ikki er eitt
Men, hetta gjørdi kortini ikki, at úrslitið í 2022 gjørdist nøktandi - og so langt frá. Tubilah hevði nevniliga eitt dundrandi hall í 2022. Sambært Kystmagasinet var hallið í 2022 heilar 20,6 norskar miljónir [...] felagnum, sum er staðsett á Bømlo í Vestlands-fylkinum, eru í høvuðsheitum Kristian Eidesvik, LOS Elektro og Steensland Gruppen í Oslo. Hóast blóðreyð tøl gjøgnum so mong ár, er ikki líkt til, at eigararnir ætla [...] við aling av svartkalva hjá fyritøkuni, Tubilah, í Noregi. Fyritøkan hevur havt hall øll árini síðan 2010, og soleiðis var árið í fjør einki undantak. Í roknskapinum hjá felagnum fyri 2022, sæst, at Tubilah
steðgin og spældi allan seinna hálvleik, tá hann og liðfelagarnir í Breiðablik taptu heili 2-6 fyri Zrinjski í Mostar í triðja undanumfarinum í Europa League undankappingini. Tá Klæmint kom á vøllin var Zrinjski [...] KA við Jóan Símun Edmundssyni og Pæturi J. Petersen í hópinum taka ímóti Breiðablik. KA tapti í kvøld 1-5 fyri Club Brügge í triðja undanumfarinum í Europa Conference League. [...] minkaði um munin til 2-6. Um seinna hálvleik kann Klæmint siga, at tann løtan sum ikki er ring er góð, men tað skerst ikki burtur, at tað endar helst við Europa Conference League Play Off dystum hjá Breiðablik
er talan um fleiri perur, sum ikki lýsa, so verður bót skrivað. Átakið í gjár var gjørt í Havn og í Vágum millum klokkan 9 og 13, og tá vórðu hesi fimm málini skrivað. Í gjár varð eisini eitt mál um r [...] skrivaðir fyri at tosa í fartelefon, meðan teir koyrdu bil, og tað gevur eina bót upp á 1.000 krónur. Ein bilførari var skrivaður fyri ikki at hava ljósini í lagi. Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at [...] kom um ein eldri persón í Sundalagnum, sum koyrdi spakuliga, og sum hevði koyrt út av vegnum. Og tá løgreglan kom á staðið kundi staðfestast, at maðurin hevði ov nógv rúsdrekka í útandingarluftini, sum
Tað verður ikki á hesum sinni, at Jana Mittún sleppur at royna seg í einari danskari steypafinalu. Jana og liðfelagarnir í Viborg spældu tíðliga seinnapartin hálvfinalu í Santander Cup í Esbjerg. Mótstøðuliðið [...] Falster. Eitt skiftið í seinna hálvleiki megnaði Viborg at venda 16-19 til eina 22-19 leiðslu, men Viborg megnaði ikki at halda fast, og endin var, at Nykøbing Falster vann dystin 27-24. Í steðginum var Nykøbing [...] plássið byrjar í morgin klokkan 12.30, og finalan byrjar klokkan 15. Bronsudysturin verður vístur á TV 2 Sport, og finalan verður víst á TV 2. Jana skoraði eitt vakurt gjøgnumbrotsmál í dagsins hálvfinalu
seglbáti, sum er skrásettur í Bretlandi, tá vanlukkan hendi. Eftir álopið bað manningin á seglbátinum myndugleikarnar í Spaniu og Marokko um hjálp. Kvinnan hevði mist annað beinið í hávaálopinum, og bjargingartyrla [...] Tíverri eydnaðist tað ikki at bjarga lívinum á henni. Týska kvinnan doyði av hjartasteðgi, áðrenn tyrlan kom til lands. Sambært altjóða tíðarritinum, Shark Attack File, er tað ikki so ofta, at hávur leypir [...] leypir á menniskju. Í fjør komu fráboðanir um 69 hávaálop í heimshøpi, harav 14 fólk lótu lív, veit Shark Attack File at siga.
Tað er ikki greitt, hvør verður nýggja landsstýrisfólkið hjá Javnaðarflokkinum, heldur ikki um tað verður ein úr tingmanningini ella ein persónur uttanfyri. Flestu gitingarnar hava verið, at tað verður
Ukrainska fregnartænastan veit í morgun at siga, at ukrainski herurin hevur lopið á eina russiska kommandostøð í Belgorod-økinum í Russlandi. Kommandostøðin liggur í býnum, Gubkin, 168 kilometrar úr markinum [...] tir at raka russisk mál. Í ukrainska álopinum á Belgorod verður einki sagt um, nær álopið hevur verið, og higartil er heldur ikki sagt nakað um, hvørji vápn ukrainar brúktu í álopinum. Á russiskari síðu [...] Nato at leggja til rættis ukrainsk rakettálop í Russlandi fara ikki ósektað aftur við borðinum. Hetta veit statsriknað russiska tíðindastovan, Ria, at siga í morgun, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur