tey siga, at tey kunnu ikki sita og hyggja at ímeðan undirskriftir verða samlaðir inn fyri at fáa fría fosturtøku. Og tað gongur ikki verri enn ilt, tí nú, seint seinnapartin í dag, mikudagin, hava 1.074 [...] mótmæla ætlanini at seta fría fosturtøku í gildi í Føroyum og tá ið tey eru liðug at samla undirskriftir inn, verða tær handaðar Sólviti E. Nolsø, landsstýrismanni í almannamálum. [...] Hendan dagin skrivaðu vit, at Amnesty í Føroyum eru farin at samla undirskriftir inn fyri at fáa fría fosturtøku í Føroyum. men sum eitt aftursvar til tað, eru fólk nú eisini farin at samla undirskriftir
tískil fara tey í dag undir at gera mátingar uttan fyri innsiglingarnar í Vági og á Tvøroyri. Hesi sjóøki vera máld av nýggjum av tí at trygdarskipanin í talgildu sjókortunum, ECDIS, ikki riggar í hesum økjunum [...] dýpi og dýpdarkurvar er ov stór, sigur Umhvørvisstovan. Harumframt eru dýpdarmátingarnar gamlar og ikki so neyvar, sum tær kunnu gerast við nýggjastu tøknini hjá havrannsóknarskipinum Jákup Sverra, ið er [...] mynd at havbotninum og av, hvussu grynnur og boðar síggja út og tað fer at gera tað tryggari at sigla í hesum sjóøkjum. Arbeiðið er mett at taka tveir og ein hálvan dag og støddin á sjóøkinum, ið ætlanin
sigur, at russar eru trýstir upp í ein krók í Ukraina, og hon slær fast, at Noreg fer at stuðla Ukraina, bæði við vápnum, pengum og orku. Í dag hevur Anniken Huitfeldt vitjað í USA, har hon eitt nú hevur hitt [...] Huitfeldt ger greitt, at Russland kann ikki ræða Noreg frá at veita hjálp til Ukraina. - Vit lata okkum ikki hótta, men fara at halda fram at stuðla ukrainska fólkinum í teirra rættvísis bardaga. Uttanrík [...] amerikanska forsetanum, Jake Sullivan. Ovast á skránni var kríggið í Ukraina og norsku gassleiðingarnar til Evropa. - Russar eru trýstir upp í ein krók. Teir líða ósigrar á hermótinum. Álopini á Ukraina gera
at venjarin hevði virðing fyri honum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at hann elvir til trupulleikar. Í einum dysti noktaði hann at fara í vøllin og eina aðru ferð, hann sat á beinkinum, rýmdi hann áðrenn dysturin [...] dyst aftur fyri Manchester United og hann er nú farin úr felagnum. Tað boðar felagið frá í eini almennari fráboðan í dag. Og tey siga eisini, at báðir partar eru samdir um at slíta samstarvið. Samstundis [...] felagið í 346 dystum. Avgerðin er tikin eftir eina samrøðu hann hevur havt við ein blaðmann, og sum vakti ans um allan heim. Har segði hann, at hann hevði onga virðing fyri venjaranum tí hann føldi ikki, at
Engell, politiskur viðmerkjari. – Hann gjørdi støðuna upp í bláa samstarvinum og staðfesti, at tað kann ikki brúkast – í øllum førum ikki til at skipa stjórn. – Og at vegurin tí er eitt stjórnarsamstarv við [...] ##med2## Í røðuni á landsfundinum hjá Vinstra hevur formaðurin í Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen, latið upp fyri einum »ógvuliga søguligari og dramatiskari« broyting í kós floksins. Tað sigur Hans Engell [...] so fara at samráðast um, sigur hann. Eftir røðuna var stórur fagnaður frá limunum í Vinstra, sum vóru í á landsfundinum í Herning Kongrescenter, har landsfundurin er hetta vikuskiftið. Og við tí lá ein heimild
fyrr enn tíðliga í morgun.. Í nátt varð Elduvíkarvegurin stongdur vegna áarlop og tað sama var landsvegurin ímillum Effo og Strendur. Einasta bygd, sum er avbrygd nú klokkan 10 í morgun, er Selatrað, tí har [...] Tað hevur verið rættiliga nógvur kavi fleiri staðni í landinum, men nú er blot komið í. Landsverk sigur, at tískil er vandi fyri áarlopum og skriðulopum um alt landið. Tað hava longu verið stórir trupulleikar [...] løgreglan. Landsvegurin í Kollfjarðadali, ímillum Effo og Leynatunnilin, hevur verið stongdur tað mesta av náttini tí tað leyp á hann. Sostatt varð alt vesturøkið avbyrgt og tað varð ikki koyrandi aftur fyrr
ið tapti 4-5 fyri Paris Saint Germain í einum venjingardysti í Ryiadh fyri stuttum, men enn hevur hann ikki skorað fyrsta almenna málið fyri lið sítt, Al-Nassr. Í kvøld ruku Ronaldo og liðfelagarnir út [...] út úr saudisku Super Cup kappingini, tá Al-Nassr í hálvfinaluni tapti 1-3 fyri Al-Ittihad. Í tí fyrsta almenna dystinum fyri Al-Nassr móti Al-Ettifaq í saudisku liguni farna sunnudag eydnaðist tað Al-Nassr [...] Al-Nassr at vinna 1-0. Men enn hevur Ronaldo ikki skorað fyri sín nýggja arbeiðsgevara. Ronaldo hevur verið liðskipari hjá Al-Nassr hesar báðar dystirnar. 3. februar fær Ronaldo aftur møguleikan at skora sítt
Bakhmut í Donbas, hevur vart í fleiri mánaðir, og her hava herlið hjá báðum pørtum mist eitt ótal av fólki. Ukrainar hava vart býin manniliga, tó at hetta ikki er nakar velduga stórur býur í ukrainskum [...] hevur verið á odda í Bakhmut. Men, í dag ásannar Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, at ukrainsku herdeildirnar geva hansara herdeildum stóra mótstøðu. Tíðindastovan Reuters veit í dag at siga, at stríðið [...] ukrainskum høpi. Mett verður heldur ikki, at býurin hevur nakran avgerandi týdning fyri gongdina í krígnum. Her búðu einaferð stívliga 70.000 fólk, men flestu eru nú flýdd. Á russiskari síðu hevur serliga verið
eina kappingarárið hjá Pæturi Mikkjalssyni í AMO í Alstermo í næstbestu svensku hondbóltsdeildini. Men talan bleiv um eitt væleydnað kappingarár. AMO bleiv í kvøld staðfestur vinnari av næstbestu deildini [...] beinleiðis upp í bestu svensku hondbóltsdeildini. AMO vann á heimavølli stórsigur 44-33. Í steðginum var AMO á odda 23-16. Pætur sum hevur havt størsta leiklutin í verjuspælinum skoraði eitt mál í kvøld. AMO [...] Mikkjalssyni hjartaliga tillukku við at vera deildarvinnari í Svøríki. Pætur fer at leita eftir øðrum avbjóðingum, og heldur ikki fram í AMO, men enn er ikki staðfest hvar hann spælir komandi kappingarár.
Ein kvinna, sum starvast á svensku sendistovuni í Izmir í Turkalandi, er í dag rakt av skotum. Tað skrivar turkiska sjónvarpsrásin, Haberturk. Kvinnan, sum er turkiskur ríkisborgari, hevur fingið álvarsligan [...] brotsmaðurin upp á sendistovuni í sambandi við umsókn um visum. Upplýsingarnir eru ikki váttaðir av almennum myndugleikum. Seinastu tíðina hava eina røð av koran-brenningum verið bæði í Svøríki og Danmark. Hetta [...] handtikin. Kvinnan á sendistovuni varð rakt í bringu og bein, og sambært turkiskum miðlum er kvinnan álvarsliga løstað. Sagt verður, at brotsmaðurin skeyt, tá hann ikki fekk tað svar á sendistovuni, sum hann