Tónleikaliga ber illa til at ímynda sær, at øll ikki funnu okkurt, sum júst teimum dámdi væl. Tónarnir av pallunum fevndu líka frá tungastu rockrútmum til vakrasta fólkasang frá ymsum heraðshornum í heiminum [...] Sjálvt hart kroystu vaktarmennirnir á ferjuleguni dugdu væl at fáa eyga á tað stuttiliga, tá ferðsluruðuleikin var av tí ringasta. Ógjørligt er at finna eina mynd, sum lýsir Summarfestivalin 2005 best, so
Vit megnaðu at gera allar upptøkurnar, sum vit høvdu sett okkum fyri, áðrenn vit fóru í studio. So okkara triðja fløga er á veg, og vit vóna, at hon verður ein fragd at hoyra, sigur bólkurin á heimasíðu [...] meðan alt tað verður gjørt, er Makrel við í MTV-kappingini Nordic Unsigned, har tað framvegis ber til at atkvøða fyri teimum. Makrel liggur í løtuni á odda í kappingini, men atkvøðugreiðslan heldur fram hesa
Greitt er kortini, at ein kona boðaði løgregluni frá, at ein bilur var farin út av vegnum í svinginum í Gassadali omanfyri Vestmanna sunnukvøldið. Løgreglan fekk fráboðan um hesa hendingina kl. 19:18, [...] illgruni um, at allir fýra menninir í bilinum vóru ávirkaðir av rúsdrekka. Tann stóri spurningurin var, hvør teirra sum hevði koyrt bilin, tá hann fór út av vegnum. Tí gjørdi løgreglan ikki mætari enn at fáa tikið
Cunard Line boðaði í gjár frá, at ferðamannaskipið "Queen Elizabeth 2" verður lagt næsta ár eftir at hava siglt kring tað mesta av heiminum síðani 1967. Samstundis varð fráboðað, at eitt felag í Dubai hevur [...] hevur keypt skipið fyri 558 mió. krónur. Teir nýggju eigararnir ætla at umbyggja skipið til eitt flótandi marglætishotell og handilshús, og tað skal liggja við eftirgjørdu oynna Palm Jumeirah í Persiska Flógvanum
Nú verður aftur eitt sindur dýrari at flúgva. Ikki nakar ræðandi vøkstur í kostnaðinum, men kortini so, at bíligastu ferðaseðlaprísirnir hækka við 4%. Talan er um at ferðaavgjaldið hækkar úr 120 krónum [...] ein vøkstur á 30 krónur fyri ferðaseðilin hvønn veg. Altso 60 krónur báðar vegir - og tað er kanska at liva við. Hækkingin fekk gildi 18. juni, og allir flogferðaseðlar, sum eru bílagdir eftir nevnda dato
málningar vera at síggja. Hon málar modernað og nýrealistisk, og setir áskoðaran í bás í landslagsmálningum sínum við at mála gardinur og blómur frammanfyri, so at áskoðarin verður tilvitaður um, at hann hyggur
fyri at siga, at hetta er fyri at verja verja kappingarstøðuna hjá fyritøkuni. – Kappingin á discount-marknaðinum er beinhørð. Vit selja dygdarvørur til ein lágan prís, og tí vilja vit ikki at kappingarneytar
P-mate er ein fyritøka, sum framleiðir at slag av traktum, sum ger, at konufólk kunnu standa og pissa eins og rættir menn. P-mate gjørdist kent millum festivalvitjandi í Føroyum í fjør, og í ár skulu 26 [...] hava verið til hettar tiltakið og nógv orka liggur aftanfyri hettar arbeiði, har endamálið er at fáa konufólk at pissa standandi. Tað eru føroyingarnir Silvia Dalsgaard, Jóna Kristin Thomsen og Linda Mor
tríggjar vikur verður borgarafundur í Svínoy um at leggja kommununa saman við Klaksvíkar kommunu. Klaksvíkar kommuna og Svínoyar kommuna hava gjørt ein sáttmála um at leggja kommunurnar saman frá næsta valskeiði [...] beinleiðis orsøkin til, at kommunan nú verður partur av Klaksvíkar kommunu, sigur Eyðun Jacobsen, borgarstjóri í Svínoy, við Útvarpið. Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, væntar, at Norðoyggjar verða
verður Vilborg Mikkelsen, dóttir Poul F., sum fer at avdúka steinin, og Óli Holm fer at siga nøkur fá orð um skaldið. Somuleiðis fer Kirkjukórið, Ljómur at syngja. [...] Tað er lions Klubburin í Suðuroy, sum hevur tikið stig til at reisa hetta minnið um eitt av okkara gitnastu skaldum við Tarvafjósið á Hamri í Froðba. Talan er um ein stein, sum er tikin úr haganum í Sumba