vísti seg, at ein kvinna, sum skuldi fylla veddingarseðilin út fyri klubban, hevði brúkt onnur tøl enn tey, sum klubbin altíð plagdi at brúka. Hini vóru í øðini, og ein teirra sigur við BBC, at hon fer ongantíð [...] ongantíð at fyrigeva kvinnuni.
Føroyar sleppa at spæla ímóti næsta ár, til enska felagið Chelsea. Higartil hevur tað tó ikki gingið meira enn næstbest hjá Sheva í Chelsea, og søgur hava gingið um, at hann fer aftur til Italia at spæla fyri [...] felag sítt AC Milan. Men hetta avsannar høvuðspersónurin sjálvur. - Eg havi ongar trupulleikar við, at felagið keypir nýggjar spælarar í javuar. Eg verði verandi her. Eg hevði eisini truplar tíðir i Milan
Í brævi siga teir, at teir leingi hava móttikið stuðul frá føroyingum bæði fíggjarliga og við forbøn, og tí vilja teir royna at opna ein handil her. Talan verður um ein endurnýtsluhandil eins og Blákrossbúðin [...] Blákrossbúðin í Havn. Teir opna handilin einsamallir, men teir vóna at kunna samstarva við Bláa Kross og Heimamissiónina framyvir. Týsdagin 7. november bjóðar SudanMissiónin til kunningarfund í leigaðu hølunum [...] hølunum hjá Eysturoyar Handverkarafelag. Knud Linhardsen frá SudanMissión kemur at greiða frá hugskotinum, og øll, sum eru áhugað og møguliga vilja hjálpa til, eru vælkomin, stendur í brævinum frá SudanMissión
vinningurin ein fartelda frá Formula.fo, og nógv fólk høvdu sent sínar loysnir inn fyri at hava ein møguleika at vinna fartelduna. Hepni vinnarin henda mánaðin var Hervør Isaksen, sum býr í Havnini. Hervør [...] hetta var sera stuttligt. Eg hevði eina vanliga teldu áðrenn, men ein farteldu er nógv lættari at hava við at gera.
Sambært eini nýggjari norskari kanning eru at kalla eingir fyrimunir við at skerja talið av sigarettum, sum verða guvaðar um dagin. Í kanningini hava granskarar fylgt 51.000 kvinnum og monnum í 20 ár, [...] niðurstøðan tykist vera púrasta greið. Skulu roykjarar vinna sær nakrar heilsuligar fyrimunir, eiga hesi at leggja púrasta av. Sjálvt ein stór skerjing av tubbaksnýtsluni yvir eitt longri áramál hevur púrasta [...] ongar fyrimunir sammett við eina áhaldandi stóra nýtslu av tubbakki. Hinvegin er heldur eingin ivi um, at eitt roykistopp gevur fleiri og stórar heilsuligar fyrimunir.
starvsfólkabygnaðin hjá Heimamissiónini, sum eftir ætlan fer at virka frá 1. januar 2007. Bygnaðurin hevur við sær, at starvsfólkini fara at arbeiða í tveimum deildum, boðanardeildini og samskiftisdeildini [...] Tað verður Øssur Kjølbro, Klaksvík, sum frá 1. januar 2007 fer at virka sum nýggjur deildarleiðari á boðanardeildini hjá Heimamissiónini. Hann verður leiðari fyri 11 starvsfólkum, trúboðarum úti og heima
eini 50 fløgur verða lutaðar út. Elis Poulsen vertur í sendingini greiddi í morgun frá, at hósmorgunin fara tey at draga lut millum innsendu brøvini hesa vikuna, har er m.a. pakkið við 30-50 ymiskum fløgum [...] seks útvarpsfløgunum, og so fleiri stakar fløgur. Tey sum ynskja at luttaka í lutakastinum, kunnu skriva til tsvs@uf.fo, við ynski um at hoyra eitt lag.
boðaði NSÍ frá, at felagið fekk ikki manna kvinnuliðið hetta vikuskiftið, tí so nógvir spælarar vóru burturstaddir. KÍ noktaði at flyta dystin, tí fundur í FSF fyrr í ár staðfesti, at kvinnudystirnir skulu [...] skulu spælast til tíðina. Endin var tí tann, at NSÍ møtti ikki til dystin í dag, og KÍ vann uttan dyst. NSÍ missir eisini heimavøllin til seinna dystin ímóti KÍ.
Knæskaðin hjá Ji-sung Park sýnist at vera verri enn fyrst væntað, og stúrt verður nú fyri, at koreanski Manchester United-leikarin má halda steðg í eitt heilt ár. Ji-sung Park hevur ikki verið á vøllinum [...] hetta fer tó neyvan at vera ein minnisríkur dystur hjá koreanska landsliðsleikaranum. Hann fekk nevniliga ein álvarsligan knæskaða, sum nú krevur eina skurðviðgerð. Hann kann vænta, at hann heldur ikki kemur
hoyringarskrivi, at Eysturoyar Røktar- og Ellisheim er ein sera væl virkandi sjálvsognarstovnur, sum ikki í nøkrum viðurskiftum skal leggjast undir Nærverkið. Borgarstjórarnir siga, at uppskotið um kunngerðina [...] kommununum og virkseminum hjá sjálvsognarstovninum, ikki minst, tá hugsað verður um, at kommunurnar í framtíðini helst fara at umsita eldraøkið.