hava gloymt, hvør hevur sett hann í starv og hvørjum hann er í tænastu hjá. Landsstýrismaðurin tykist eisini at hava gloymt, at allir borgarar, allir veljarar og allir skattgjaldarar hava sjálvsagdan rætt [...] rætt at fylgja við, hvussu myndugleikarnir fara við borgarans ognum, og hvussu hetta arbeiðið verður gjørt. Opinleiki og gjøgnumskygni eru tveir av hornasteinunum í fólkaræðinum. At siga, at almenna [...] landsstýrismaðurin tekur orðini í seg aftur og staðfestur, at landsstýrið ongar slíkar ætlanir hevur. Tvørturímóti er tørvur á meiri opinleika, meiri gjøgnumskygni og meiri orku til, at borgarar landsins kunnu
Ísrael hevur nú hinvegin mist tamarhaldið á inn- og útflutninginum til Gaza, og hetta er ein kærkomin møguleiki hjá Hamas at smugla vápn og terroristar inn og út úr økinum. Meðan Pundik tosar, vóni eg innantanna [...] av ísraelska herinum, sum hevur stongt markið og blokerar fyri streymi og brennievni orsakað av mongu kassam-rakettunum, sum regna yvir býirnar Sderot og Aschelon sunnast í Ísrael. Militanta Hamas-rørslan [...] til Egyptaland við bulldosarum og dynamitti, og fleiri hundrað túsund palestinsk flóttafólk eru flýdd ígjøgnum múrin/hegnið inn í Egyptaland. Hamas sendi svøltaðu børnini og kvinnurnar fremst, so egyptiski
Oyggjatíðindum og Bjørn á Heygum lýstu teir. Vandi var fyri, at tingbólkurin klovnaði um tvøran: At fýra vildu seta Tórbjørn beinanvegin, og fýra vildu bíða til kanningin av Signari var liðug. Og so bleiv trupult [...] hesir: Øðrumegin stóðu Signar á Brúnni, Finnbogi Ísakson og Hergeir Nielsen, og hinumegðin Páll á Reynatúgvu, Annita á Fríðriksmørk, Jógvan Durhuus og eykamaðurin Finnur Helmsdal. Ivin var um, hvønn partin [...] politikari, og hansara mongu røður vóru næstan sum sjónleikir. Mentanarligi førningurin var stórur, og ofta tóktist hann sum ein stór eik mitt í teirri avsvidnu gaddajørðini, sum føroyskur politikkur ofta ber
trý at vaksa upp og fáa útbúgving og arbeiði. Hansa góða, tit hava mist ein góðan mann og pápa. Orð eru so fátøk í hesum høvi. Mítt ynski til tykkara er, at Harrin má styrkja tykkum nú og í framtíðini. Vil [...] Oddvald kom í prát við hendan mannin, og fortaldi um rækjufiskiskapin, og hvussu havið rundan um Grønland háttaði sær tær fýra árstíðirnar. Ráðharrin sat sum í andakt og lýddi á! Tá Oddvald var liðugur at [...] treivst væl í tí samarbeiðinum, tí hugburðurin hjá Oddvaldi og Kjartani var og er at 'tað skal ganga'. Odvald kundi verða sera skemtingarsamur og hittinorðaður. Men hann kundi sanniliga eisini verða álvarsamur
harðrenda kós mótvegis palestinensiska fólkinum. Politikkur Sharons í Miðeystri hevur elvt til miklan ófrið og vaksandi terrorismu, og hesin politikkur er ein forðing fyri varandi friði í økinum. Hetta [...] Bretland og USA loypa á Iraq, tí hetta fer at draga Ísrael inn í kríggið. Harðrendi politikkur Sharons er stuttskygdur. Hóast heisn politikkur kann geva Ísrael sigur í fyrra umfari, fer hesin politikkur sum [...] hús og lótu høgravonginum valið. Hetta er ein vanlukka fyri Ísrael, og nú er spurningurin, um flokkurin letur seg tøla upp í stjórnina hjá Sharon. Hetta er áður hent, nevniliga eftir síðsta val, og hetta
henda frágreiðing og ætlan verður løgd fram beint uppundir eitt val. Hinvegin eigur tað ikki at minka um virðið og innihaldið og enn minni intentiónina við henni, nevniliga at stuðla og gagna teimum fólkum [...] frágreiðingum, sum eru gjørdar um mentanarviðurskifti og ?politikk. At nógv orka er løgd í hetta arbeiðið, og at tað eisini byggir á undanfarnar frágreiðingar og loksins setir ljóskastaran á alt málið á ein meira [...] ti skal vera á tingi um frágreiðingina. Vónandi fara tingmenn og flokkar ikki at halda fast um gamlar fordómar og vanahugsan um mentan og list, soleiðis sum vit tíanverri alt ov oftani eru vitni til. Um
pressu skal verða lív laga her á landi. Uttan eina frælsa, óhefta og atfinningarsama pressu er øll tala um demokrati og frælsi tóm og uttan endamál. Sosialurin [...] at makthavararnir halda seg til tær skrivaðu og óskrivaðu lógir, ið eru støðið undir demokratiinum. Hetta kann geva spenningar, men ger pressan sían skyldu og virða politikkararnir demokratisku spælireglurnar [...] pressan eigur at hava ein virknan leiklut at ansa eftir, at politikkarar og politiskir flokkar halda seg innan tær skrivaðu og óskrivaðu lógir, sum galda fyri demokratiið. Henda leiklut halda vit, at føroyska
hava prædikkað fullveldi og roynt at skapa skilnað millum føroyingar og danir biðja løgmaður og varaløgmaður nú Føroya fólk um at velja seg á fólkating. Endamálið hjá løgmanni og hansara fólki er at gerast [...] Tjóðveldisflokkin. Og fyri at fyribyrgja tí og sissa hesar letst fólkafloksleiðslan sum um, at hon helst sær eina samgongu saman við Tjóðveldisflokkinum. Og nú fólkatingsval er útskrivað og altumráðandi er [...] partur av donskum innanríkispolitikki. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so royna somu flokkar, ið annars siga seg arbeiða saman í landsstýrinum í sátt og semju og sum vilja halda fram í hesum samstarvi
gevast við harðskapinum og til at binda frið ella at sleppa sínum krøvum. Men sum frá líður er hetta ein bæði ómoralskur og vandamikil politikkur. Vandin liggur í hesum, at politikkur Sharons ber við sær fræið [...] Áarbakka. Í einum komandi kríggi móti Iraq hevur USA brúk fyri fullum stuðli frá Ísrael, og Sharon fer eins og onnur lond í Miðeystri at krevja sín prís fyri stuðulin. Tað kann vera, at Sharon fyri eitt [...] fræið til nýggjar stríðsspurningar og í tí, at hesin politikkur ikki loysir tann grundleggjandi spurningin í økinum nevniliga, hvør, ið eigur rættin til økini á Vestara Áarbakka. Tað er tí at vóna, at
blað vilja vit fegin geva okkara íkast til hetta tjak og bjóða lesarum og viðmerkjarum vælkomnar at vera við í orðaskiftinum um landsins og tína og mína framtið. Sosialurin [...] um familjuna og, at arbeitt verður fyri at avmarka talið av fosturtøkum. Tað er neyvan nakar, ið hevði sagt tað øvugta. Sjálvstýrisflokkurin fær oljumál, og har heldur núverandi politikkur fram. Vónandi [...] íløguætlan?. Privatisering og landbúnaðarlóggáva er nakað sum Fólkaflokkurin hevur staðið á odda fyri, so har krevst, at man verður á varðhaldi, so at landins fyritøkur og dalar og fjøll ikki verða latin teim