Tað er lag á manni hjá føroysku fótbóltsfjepparum at fara niðan á ovara vøll í Gundadali at stuðla føroyska U-21 landsliðnum í dysti teirra ímóti Andorra. Fótbóltssambandið hevur sett ein ógvuliga sámiligan [...] sámiligan atgongumerkjaprís. Fyri tey sum eru undir 17 ár kostar tað 20 krónur at sleppa til dystin, og fyri tey sum eru 17 ár og eldri kostar tað 50 krónur, 30 krónur minni enn fyri ein vodafonedyst. Dysturin [...] Dysturin millum Føroyar og Andorra byrjar klokkan 19. Fótbóltssambandið vónar, at mangir fjepparar leggja leiðina niðan í Gundadal í kvøld.
verður forsætisráðharri, um teir borgarligu megna at taka valdið frá verandi samgongu. -Framburðsflokkurin hevur so stóra undirtøku millum veljararnar, at vit kunnu ikki annað enn síggja hann sum ein part [...] borgarligari stjórn, segði Erna Solberg í vikuni. Orð hennara vóru ein viðmerking til, at miðflokkarnir hava ilt við at góðtaka Framburðsflokkin sum part av einari komandi borgarligari stjórn.
er búsitandi í Nólsoy, at spíla eyguni út og taka myndir. Flutningurin var hýruvognum, campingvognum og øðrum akførum út í Nólsoy er blivin veruleiki, eftir at Ternan er farin at røkja farleiðina millum [...] millum Havnina og Nólsoynna. Og ja, nú skuldi eisini borið til at tikið ein hýruvogn í Havn heim í túnið í Nólsoy, um onkur kundi hugsað sær tað.
beinanvegin, at tað mundu vera islamistiskir yvirgangsmenn, sum skipaðu fyri atsóknini, og fyri løtu síðani kunngjørdu myndugleikarnir, at teir vita, hvørjir álopsmenninir vóru. Myndugleikarnir siga, at álopið [...] álopið á vatnorkuverkið kann vera partur av einari størri atsókn, tí tíðliga í morgun søktu menn at einari løgreglustøð eina aðrastaðni í Kabardino-Balkaria.
íslendsku heilsumyndugleikarnir fólki har á leiðini til at verja seg ímóti øskuni. Eitt nú vórðu tey biðin um at hava andingarvernd fyri munnin og nøsina og at brúka trygdarbrillur, um tey ferðaðust úti í øskurokinum [...] fylgdu íslendingar ráðunum frá heilsumyndugleikunum. Í hvussu er er niðurstøðan hjá landslæknanum, at eingin hevur fingið álvarssamt heilsubrek av gosinum. Heilsuverkið hevur kannað meiri enn 200 fólk
kvøld, neyðlendi í suðurtýska býnum Stuttgart, tí ferðafólkini boðaðu frá, at tað luktaði av royki í flogfarinum. SAS sigur, at neyðlendingin gekk væl. 187 ferðafólk vóru í flogfarinum, og tey gista á hotellum [...] samskiftisleiðari hjá SAS, sigur við fjølomiðlarnar í kvøld, at luktar tað av royki umborð á einum ferðamannaflogfari, siga reglurnar, at flogfarið skal neyðlenda í næstu floghavn, og tað bleiv eisini
betraðir. Tað var ætlanin, at Ritan skuldi málast, áðrenn hon varð sett aftur í sigling. Konrad Gaard Joensen sigur við heimasíðuna hjá Kringvarpinum, at tað hevur størri týdning at fáa skipið í sigling sum [...] Fríggjadagin fáa svínoyingar og fugloyingar loksins Rituna aftur at ferðast við. Tað skrivar heimasíðan hjá Kringvarpinum. Ritan er í løtuni á sleipistøð í Vági, har ymsar umvælingar verða gjørdar. Skipið
eru at vinna, og mikudagin komandi klokkan 16 verður drigið um hesi merkir á Havstovuni. Talan er um fiskamerkir, sum eru innkomin seinasta árið. Orsøkin til, at Havstovan letur vinning, er fyri at fáa [...] fáa menn at taka fiskamerki og lata Havstovuni tey. Í sambandi við lutakastið mikudagin verður eisini ein stuttur fyrilestur hildin.
Í dag klokkan 15 fer Óli Jacobsen at greiða frá um Petur Alberg, manninum, sum gjørdi lagið til tjóðsangin. Tað verður klokkan 15 í dag, at Óli Jacobsen fer at greiða frá um Petur Alberg í Tilhaldinum [...] okkara, men fá vita meira um hann. Petur var ein sera áhugaverdur persónur, sigur Óli Jacobsen, sum fer at greiða frá. Tann 15. desember eru liðin 125 ár, síðan hann var føddur. Í hesum sambandi verður givin
teimum upplýsingum, sum eg havi fingið, er tað sannlíkt, at menninir hava funnið eitt stað við súrevni, og at teir tí framvegis eru á lívi, sigur forsætisráðharrin. Teir 29 menninir eru í einum kolanámi nærhendis [...] Í Ný Sælandi hava myndugleikarnir vónir um, at teir 29 menninir, sum hava verið niðri í einum kolanámi síðani eina spreinging fríggjadagin, eru á lívi. Tað sigur John Key, forsætisráðharri. -Eftir teimum [...] nærhendis Greymouth, sum er vestantil á teirri syðru oynni. Hildið verður, at menninir eru einar 2.500 metrar inni í náminum og einar 150 metrar undir jørð.