Hesaferð verður hann ákærdur fyri korrupsjón. Ehud Olmert er ákærdur fyri at hava tikið ímóti muturpengum frá fyritøkum, sum vildu sleppa at byggja íbúðir í Jerusalem. Olmert var borgarstjóri í Jerusalem, til [...] ákæruvaldið stendur við sítt. Frammanundan er Ehud Olmert ákærdur fyri at hava tikið ímóti pengum frá einum amerikonskum handilsmanni til at reka valstríð fyri. Hann er harafturat ákærdur fyri fíggjarsvik, skrivar
musikkskúla at spæla klarinett og saxofon. Sagt verður, at tónlistarlívið mennist í Sundalagnum og á Eiði, her fólk nú so smátt eru vorðin von við hesir konsertir, sum avgjørt eru komnar fyri at vera. Í ár [...] ár verður møguligt at hoyra guittarspælarar, blásarar og orgul. Konsertin varir í umleið ein tíma.
verið arbeitt at røkka hesum máli. Væl er komið áleiðis, tí bæði frískúli og barnaansing eru komin síðani tá. Nú verður framvegis arbeitt at røkka málinum, og verður í hesum umfari hugsað um at gera fleiri [...] fleiri skúlastovur, bókasavn og lærararúm. - Tað er nærum ikki dagur at ikki onkur er og arbeiðir í bygninginum, verður sagt úr Kelduni. - Hesi smíða, arbeiða við el, tapetisera, mála og gera annað fyrifallandi
- Við hegni og dirvi framdu tit eitt megnararbeiði at veita hjálp, tá skaði stóðst, og at fyribyrgja størri skaða, sigur Kaj Leo Holm Johannesen at enda. (savnsmynd) [...] Eftir herviliga ódnarveðrið í farnu viku, takkar Kaj Leo Holm Johannesen nú teimum sum arbeiddu við at hjálpa øðrum hesa náttina. - Vegna Landsstýrið vil eg takka sløkkiliðunum, løgregluni, bjargingarfeløgum
fyrireikar seg nú til at læna Italia og Spania tilsamans 800 milliardir dollarar, sum skulu hjálpa teimum báðum londunum ígjøgnum skuldarkreppuna. Italskir fjølmiðlar skriva, at Italia fær helst tilboð [...] millum fýra og fimm prosentum í rentu. Lánið skal geva stjórnini hjá Mario Monto frið í eitt ár til at fáa tamarhald á teimum almennu fíggjarviðurskiftunum. Sambært italsku fjølmiðlunum fær Spania ikki [...] men ein lánsmøguleika við vanligum treytum. Fíggjarmálaráðharrarnir í ES-londunum hittast í dag til at umrøða viðurskiftini í Italia og Spania og hjálpina til teirra.
móttøka har. Klokkan 14 lendir fyrsta flogfarið, og sløkkiliðsbilarnir fara at heilsa tí við at spræna vatn . Vágakórið fer at syngja, og Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna, Johan Dahl, landsstýrismaður [...] halda røðu. Móttøkan verður í farstøðini á flogvøllinum. Bussar koyra runt vøllin har høvið verður at síggja nýggja vøllin. Ábit verður bæði til børn og vaksin. Ymiskt undirhald verður eisini til børnini
fólk burtur, eftir at ein skógareldur kyknaði nærhendis býnum Reno í gjárkvøldið. Samstundis er ein partur av statinum lýstur í undantaksstøðu. Umleið 850 sløkkiliðsmenn royna í morgun at fáa tamarhald á [...] á eldinum. Blaðið Reno Gazette-Journal skrivar á síni tíðindasíðu, at 25 hús eru farin upp í royk, og at 4.900 onnur hús eru í vanda. Sløkkiliðsstjórin í Reno, Mike Hernandez, vil ikki siga, hvat kann hava
er tvey prosent meiri enn í ár. Eygleiðarar siga, at semjan í morgun er ein dyggur smeitur fyri Evropatingið, sum fyri einum mánað síðani samtykti, at fíggjarlógin skuldi hækka 5,2 prosent og javnviga [...] milliardum krónum. Stjórnirnar í teimum 27 limalondunum kravdu hinvegin, at vøksturin skuldi tálmast, tí fleiri av londunum hava verið noydd at fremja umfatandi sparingar á síni egnu fíggjarlóg. Tær fingu sín
seg vera vísan í, at kappingin um formansstarvið fer ikki at ávirka samstarvið millum seg og Honnu Birnu Kristjánsdóttir. Hanna Birna Kristjánsdóttir segði aftan á uppteljingina í dag, at tað er framvegis [...] framvegis tørvur á broytingum í leiðsluni hjá Sjálfstæðisflokkinum. Hinvegin ivaðist hon ikki í, at kappingin um formansstarvið hevur styrkt flokkin.
Fyrrverandi írski forsætisráðharrin, Bertie Ahern, kunngjørdi í gjár, at hann hevur gjørt av at gevast sum politikari. Hann hevur verið tinglimur í samfull 33 ár, og í 11 ár hevur hann verið forsætisráðharri [...] Fianna Fail. Har greiddi hann frá, at til næsta tjóðartingsval verður hann ikki valevni í valdøminum Dublin Central, sum hann hevur umboðað. -Tíðin er komin, til at eg leggi frá mær og lati onnur stilla