hava kunngjørt, at øll flogferðsla í íslendskum loftrúmi er steðgað. Orsøkin er gosið við Grímsvøtn, sum nú sendir øsku 12 kilometrar upp í loft. Fyribils er eingin vandi fyri, at øskan fer at órógva flogferðsluna [...] øskuskýggið ímóti grønlendsku strondini, sigur Naviair við TV2. Grímsvøtn, sum er undir Vatnajøkli, fór at goysa í gjár. Gosið kom ikki óvart á jarðfrøðingarnar, sum hava væntað eitt gos har í ár. Fyri einum
Íslendingar fyrireika seg nú til at taka ímóti makrelinum, sum er á veg ímóti íslendska markinum. Kanningar, sum íslendingar, norðmenn og føroyingar hava gjørt í felag, vísa, at væl av makreli er á leiðini [...] leiðini millum Føroyar og Ísland, og at tað er bara ein spurningur um dagar, til hann fer inn um íslendska markið, skrivar Vísir. Íslendingar hava tillutað sær sjálvum 155.000 tons av makreli í ár, og sambært [...] sambært Vísi hava meiri enn 140 fiskifør av ymsum slagi og ymsari stødd fingið loyvi at veiða burtur av kvotuni.
Í Japan hava kanningar staðfest, at einar 60 kilometrar frá kjarnorkuverkinum Fukushima er grasið illa dálkað. Myndugleikarnir siga, at geislavirknið í grasinum er fimm ferðir størri enn tað ásetta mestamarkið [...] grasroyndirnar vísa, at dálkingin er farin langt út um tað økið, skrivar AFP úr Tokyo. Í fyrsta umfari fingu fólk, sum búðu minni enn 20 kilometrar frá Fukushima-verkinum, boð um at fara haðani, men herfyri
Timothy Geithner, sum hevur sagt, at Strauss-Kahn kann ikki røkja stjórastarvið í IMF úr einum kliva í New York. Claus Hjort Frederiksen sigur við TV2, at tað er stak óheppið, at stjórin í IMF situr í einari [...] einari slíkari støðu, nú grikski búskapurin er um at fara fyri bakka, og onnur lond kunnu fáa somu lagnu. -Hann má fara frá, sigur danski fíggjarmálaráðharrin.
men løgreglan dugir ikki at siga, um maðurin og børnini eru danir. Løgreglan veit heldur ikki, um talan er um eina vanlukku ella eitt brotsverk. Blaðið Bild Zeitung skrivar, at børnini eru níggju og tólv [...] tólv ára gomul. Løgreglan sigur, at eitt fólk, sum var farið út at spáka, møtti tí illa brenda manninum og boðaði løgregluni frá.
inni í bygninginum. Seinni frættist, at gíslarænarin hevði tikið lívið av sær, og at gíslarnir vóru óskalaðir. Ein talsmaður fyri estlendska verjumálaráðið sigur, at gíslarænarin, sum er fyrrverandi hermaður [...] hermaður, hevði spreingievni við sær inn í verjumálaráðið, og at hann sprongdi eina lítla bumbu har. Tað er ikki greitt, hví maðurin fór inn í verjumálaráðið og tók gíslarnar har. Verjumálaráðharrin, Mart
trupulleikar við gearunum á veg út at fiska makrel, sum teir júst høvdu riggað til at fara undir. Arctic Viking hevur síðani ligið til umvælingar, og nú skipið er klárt at fara til fiskiskap, er felagskvotan [...] felagskvotan av makreli uppfiskað. Tískil fer Arctic Viking aftur at fiska rækjur í Barentshavinum. 18 mans verða við, og væntandi verður loyst í dag, skrivar skipsportalurin.
Mark Zuckerberg at sleppa av við tveir av fyrrverandi lestrarbrøðrum hansara, tvíburðarnar Cameroin og Tyler Winklevoss. Upphavsrætturin til Facebook er endaliga staðfestur, eftir at brøðurnir í dag alment [...] alment sleptu royndini at fáa eina gamla endurgjaldsavtalu inn fyri hægstarætt. Tað veit EPN at siga frá Bloomberg. Í 2008 gjørdu partarnir eina avtalu, sum tryggjaði tvíburðunum 65 milliónir dollarar
árini vitjar í Føroyum í hesum døgum. Hetta vikuskitið verður Johnny Noer at hoyra í Kelduni í Skálabotni. Johnny Noer kemur at tala til fýra møti og seminar í Kelduni. Hetta verður í kvøld klokkan 20, [...] sunnumorgun klokkan 11. Leygardagin kemur Johnny Noer at tosa um Ìsrael, og út frá tí sum hendir í Ìsrael, og kring Ísrael. Í næstu viku verður Johnny Noer at hoyra aðrastaðni í landinum.
tær, sum fara at stríðast um heiðursmerki. Bjørk hevur ongantíð áður tikið lut í hálvum maratoni í kapping, men hon heldur seg hava møguleika at vinna heiðursmerki, og hon stílar eftir at blanda seg í [...] kappingina um gullið. Runnið verður í góðum líkindum á Isle of Wight í dag. Sólin hevur hug at kagað fram, tað er lýtt, men tað er ikki heitt í veðrinum.