kappast dagliga um kundar og tænastur, og eg rokni við, at tað fer at merkja støðugar príslækkingar frameftir, sigur Andras Róin. Hann heldur eisini, at skal framgongdin hjá Føroya Tele haldast næstu árini [...] enn tey seinastu árini. Væntandi fara íløgurnar at vaksa í 2006 og komandi árini. Orsøkirnar til hetta eru millum annað breiðbands- og fipurútbyggingar, og at ein nýggjur uttanlandskaðal møguliga verður lagdur [...] er avgerandi fyri okkum, at vit økja okkara umsetning í útlandinum. Tað er neyðugt, um Føroya Tele skal vaksa um sítt virksemi, sigur hann. Vit arbeiða miðvíst fram ímóti, at vit kunnu fáa størri virksemið
politikarar og lobbyistar hevur samfelagsfrøðingurin Hákun Jógvansson Djurhuus sum at kalla einsamallur føroyingur arbeitt fyri at fremja føroyskt áhugamál. Ein einsamallur riddari seinasti fimm árini. - ES er [...] n heldur, at Føroyar verða tikið í álvara og virt innanveggja í Brússel. - Vit verða vird sum flest øll onnur lond, men vit eru nokk ikki tað fyrsta landið, ES Nevndin vendir eyguni móti at leita íblástur [...] ikki óvanligt at føroyska fiskidagaskipanin verður umrødd í ES Tingunum sum fyrimynd, tá kjakast verður um broytingar í sambandi við felags fiskivinnupolitikk ES Hann nevnir eisini sum dømi, at í fiskivei
Anny at hon skuldi koma niður at vitja seg. Anny fór avstað, og fekk arbeiði á sjúkrahúsinum í Derby, har hon seinni fekk sær útbúgving sum sjúkrasystir. Á hesum sjúkrahúsinum lærdi hon ein drong at kenna [...] tær til eitt hugnaligt prát. - Tá vit práta saman í telefonini er tað lættast at tosa á enskum. Tað er mangan so trupult at finna orðini á føroyskum, og tí verður samtalan oftast á enskum. - Men koma vit [...] Í ár lagaði tað seg soleiðis, at øll átta systkini vórðu samstundis í Føroyum. Tann yngsti beiggin, Aksel sum siglir við rækjuskipi í Canada, fekk ordnað tað soleiðis at hann kundi verða heima í summar
Gunnar av frá feltinum, og tað eydnaðist honum at koyra sigurin heim og vinna ein tryggan sigur. Hørð kapping var um 2. plássið, og ikki óvæntað megnaði Bogi at vinna endaspurtin. Eli vann Landavegkoyringina [...] rættiliga agressivt. Hann royndi tað hann kundi at sleppa undan høvðusfeltinum. Tað eydnaðist, tað gekk sum tað skuldi, og løtu seinni eydnaðist tað eisini Eli at koyra niðan til Boga, ið stríddist einsimallur [...] súkklari, sum vann kappingina samanlagt. Eingin av føroysku súkklarunum hevði møguleika at vinna samanlagt, hetta orsaka av, at fyrsta etapan varð súkklað hóskvøldið. Spenningur til síðsta sekund Sunnudagin skuldu
er ein stór misskiljing tá ið summi fólk halda at vit skulu halda Móselóg og boðini, um vit skulu vinna tokka hjá Gudi. Hesi skriftorðini vísa okkum, at bert Ísrael fekk Móselóg: "Harrin hevur útvalt sær [...] trúarbólki halda seg dýrka Gud við at halda lógboð, sum Gud, við Jesusi Kristi, hevur tikið burtur fyri 2000 árum síðani. Kristus er endi lógarinnar Nú meiri enn 2000 ár eftir, at Jesu fullgjørdi alt, tá ið hann [...] hann doyði, sum lógin kravdi av okkum, so halda mong menniskju framvegis, at tey dýrka Gud við at halda Móselóg. Paulus, sum sjálvur var lóglærdur jødi, men varð frelstur við trúgv á Jesus Kristus, sigur
vaktur og fór at lesa til prest, og henda leiðin endaði við, at hann gjørdist kardinalur í Krakow í Póllandi. Pávin var fjølbroyttur persónur. Átrúnaðarliga var hann óvikiligur, og hetta gjørdi, at hann í roynd [...] støðuna hjá kvinnunum. Her var pávin, sáli, sannførdur um, at talan var um absoluttar sannleikar, sum eingin kundi vika. Sama er um hansara kristniboðan at siga. Hann flutti kirkjuna aftur eftir og var hart ímóti [...] virkin við amerikanskar forsetar fyri at fella kommunismuna í Eystureuropa. Hann eigur tí ein týðandi og stóran leiklut í tí ráki og teimum hendingum, ið elvdu til, at múrurin fall. Frammanundand hevði hann
og hann var óheppin ikki at fáa mál. Í 16. minutti legði hann upp til útjavnandi málið við góðum innleggi til Tommy Schram, og fram ímóti steðginum var hann óheppin ikki at fáa mál, men lobbarin fóru [...] Knudsen, Vejle framum, og so lúrdi útisigurin. Christian Høgni var tætt við at økja um leiðsluna við góðari skotroynd. Eftir at Vejle hevði skift tríggjar ferðir út, varð ein av teirra spælarum skaddur. [...] DANMARK 1. DEILD Higartil hevur Jann Ingi Petersen ikki upplivað at fara av vøllinum sum sigurharri í Fremad Amager troyggjuni. Hesa ferð var úrslitið á heimavølli 2?2 ímóti Silkeborg. Tað sóu 976 áskoðarar
hann spældi seg upp og var ein stór orsøk til, at Kyndil hevði hug at fara avstað. Taktiskt snildi Sum nevnt, vóru broytingar í verjuni fremsta orsøkin til, at Neistin fekk bjargað sær skinninum í fyrstu [...] her var kanska serliga Blagoje Buha skjótur at taka av, tá hann kom ímillum hjá Kyndli og slapp sær av stað fram eftir vøllinum. Tað, sum sá út til at fara at gerast ein tryggur sigur til Kyndil, gjørdist [...] høvdu latið ein 50-krónuseðil fyri at koma inn í høllina á Hálsi. Serliga hevði Neistin trupulleikar í verjuni, sum tó blivu rættaðir eftir steðgin, og tá var tað, at Neistin fekk strítt seg inn í dystin
ikki latið vera við at hugsa, hvussu gott tað er, at onkur ger inniligan tónleik - tónleik, sum meinar okkurt - tónleik, ið rakar mergin. Hvørki Øssur ella Hjalti eru bangnir fyri at spæla sín egna merg [...] Men tað, sum hann er førur fyri og sum aðrir, ella fáir ikki megna er, at lata ljóðið úr bassinum í ein búna, ið ikki er til at kenna aftur. Hesin búnin er merktur av einum intensiviteti, ið ikki er úr [...] báðum. Sum flestum kunnugt, er tað, Øssur Johannesen letur frá sær ikki fyri menniskju, sum ikki tola at granska seg sjálvi og finna ein ófrættaráma. Nýggja fløgan við teimum báðum, sum bara eitur Hjalti
færri enn 25 básum, ið sýna fram alt millum himmal og jørð, ber til hjá teimum vitjandi at fáa tímar at ganga við at ferðast millum básarnar, har nógv góð tilboð eisini verða latin. Á pallinum verður við [...] Skálafjørðinum, at syngja jólasangir í dag klokkan 16. Í morgin fer so kendi vísusangarin og -tulkarin, Hans Hjalti Skaale, at undirhalda á pallinum við góðum og beinraknum táttaskald-skapi. Nógv at vinna Mó [...] kur rætta hýrin í høllini, meðan fólk vitja teir ymsu básarnar. Hevur onkur so hug at hvíla seg eina løtu, ber til at fáa sær ein góðan drekka-munn, køkur ella breyð við viðskera í kafeteriuni, ið verður