meiriluti skal ráða. Hetta er bara grein 1, men ikki tann greinin, sum stórsta ósemjan snúði seg um. Tað var heldur politiskur illvilji til at fremja málið: Fólkaflokkurin krøkti seg í okkurt um trúðarfrælsi og [...] framvegis samstarva við onnur lond sambært sáttmála. (3) Um gjørt verður av at lata samveldisstovnum vald, ið annars liggur hjá landsins myndugleikum, skal hetta verða væl lýst í millumtjóða sáttmála. Løgtingið [...] sítt egna uppskot til eina nýggja revideraða heimastýrislóg, og Miðflokkurin um ófødda barnið. Skulu vit royna at seta hetta uppskotið inn í ein meira altjóðakendan ríkisrættarligan samanhang, er tað helst
Verjusamgongan hjá NATO økir um nærveru sína í Eystrasalti við tveimum skipum orsakað av fleiri kaðalbrotum um jólini. Tað segði finski uttanríkisráðharrin, Elina Valtonen, við finska miðilin Yle. - NATO [...] aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, frá, at samgongan fór at økja um hernaðarligu nærveru sína í Eystrasalti. Men tað var ikki greitt, í hvønn mun hetta fór at henda. 25. desember fekk streymkaðalin Estlink 2, [...] býnum Porkkalanniemi við endan á einum sleipispori á havbotninum. Illgruni er um, at akkerið hjá skipinum er drigið tvørtur um havbotnin, og tað hevur elvt til skaða á undirsjóvarkaðalar. /Ritzau/
saman, hvussu vit kunnu gera hetta á ein góðan hátt, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú. - Vit vita ikki enn, hvussu júst vit fara at umdefinera samstarvið. Men vit eru samd um at halda fram á ta leiðina
ar í hesum sambandi hava verið orsakað av mycoplasma pneumoniae, eisini rópt kaldur lungnabruni, hetta skrivar Heilsustýrið. Henda sjúkan rakar mest andaleiðina og hevur við sær hosta, fepur og høvuðpínu [...] høvuðpínu. Hostin kann vera ógvuliga nervandi og plága sjúklingin í fleiri vikur. Serliga ringt er um náttina, og tú kanst vakna ofta orsakað av hostanum. Fyri aðrar smittusjúkur sæst, at fáir tilburðir hava
beinleiðis samband við okkum í Føroyum, so vænti eg, at hetta verður hendingin, sum um 20 ár fer at lýsa markið millum “Føroyar – fyrr og nú”. Hetta er dagurin, sum setti kavabóltin á rull – og enn vita [...] av álvara var á breddanum seinast. Og 20 ár síðani, at uppskot um føroyska stjórnarskipan var lagt alment fram. Óvist var alla tíðina um arbeiðið við stjórnarskipanini fór at bera á mál orsakað av politiskum [...] ávirka umhvørvið og náttúrutilfeingið hjá okkum, men eisini geopolitisku støðuna um okkara leiðir. Tað er púra vist, at um vit ikki taka støðu til, hvussu vit ynskja at skipa okkum sum tjóð og ikki minst
Forsætismálaráðið í morgun. - Merkir tað, at tað ikki eru trupulleikar við rasismu? Nei, tað er tað. Og hetta hava vit umrøtt bæði við Naalakkersuisut (grønlendsku stjórnina, ritstj.) og við norðuratlantisku
Niclasen, sum tá tók stig til hetta arbeiðið. Sanna var eisini forkvinna í Krabbameinsfelagnum í nógv ár. Hon royndi øll síni virkisár á Landssjúkrahúsinum og í felagnum at bøta um skrásetingina. Hon var javnan [...] Fyri okkum í Krabbameinsfelagnum kann hetta arbeiðið ikki metast nóg høgt. Hagtøl eru fyritreyt fyri menning. Umframt at fáa nakað ítøkiligt at arbeiða við frameftir, fært tú eisini lýst støðuna á kra [...] num neyvari og greiðari, og tú kanst brúka tølini í granskingarhøpi og samanbera við onnur tvørtur um landamørk. Longu í fimmtiárununum varð farið undir arbeiðið at skráseta tilburðir av krabbameini í
Erik Jensen, ynskir komandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, vælkomnum til Grønlands á vitjan. Hetta sigur hann dagin eftir, at komandi forsetin meira ella minni hevur hótt Grønland bæði við handilstiltøkum [...] handilstiltøkum og hermegi, tí hann vil, at Grønland verður partur av USA. - Innbjóðingin skal lesast sum um, at vit eru opin fyri "business". Vit vilja menna okkara búskap til tað besta fyri grønlendska fólkið [...] Og Erik Jensen leggur aftrat: - Eg vil siga við Donald Trump: Vælkomin til Grønlands, lat okkum tosa um tingini, sigur grønlendski fíggjarmálaráðharrin nú eftir løgnu útsagnirnar hjá komandi forsetanum.
danski forsætisráðharrin samdust um søguliga stigið, at spurningurin um føroyskan WTO limaskap skuldi roynast í einari serligari nevnd, sbrt. heimastýrislógini § 6. Hetta varð gjørt eftir, at landsstýrið [...] Føroyum og Danmark, samdust síðsta summar, um at royna § 6 nevndina fyri fyrstu ferð nakrantíð. Eg veit, at summi hava ótolnast eftir at nevndin fór til verka. Men hetta eru ótroddar gøtur, og tí hevur verið [...] hvussu nevndin skal setast, og hvussu hon skal virka. Hetta hava Løgmansskrivstovan og Statsministeriet arbeitt við síðani í summar. Semja er nú um hesi viðurskifti, sum eru lýst í felags áheitanini á Hægsta
til ta orkuna sum vit hava nógv av. Og hetta er orsøkin til, at andstøðuflokkarnir hava lagt uppskotið fyri Løgtingið, ið skal stuðla undir at fáa nýtsluna lagda um. Skal eggja til grønar loysnir Fyri einum [...] onnur skulu yvirtaka hesa uppgávuna, og fleiri hava samanborið hetta við støðuna í Europa, har elprísirnir onkra løtu hava verið sera høgir. Men um vit hyggja eftir støðuni í Føroyum í dag, so er kostnaðurin [...] olju kostar fýra ferðir so nógv (umleið 100 oyru/kWt). Men alt hetta verður selt til kundarnar fyri sama prís. Tí loysir tað seg fyri SEV, um størri partur av orkuni verður grøn. SEV má í verandi støðu keypa