6. juni verður Oda Johannesen fyrrverandi lærarinda, Vestmanna 80 ár. Føðingardagurin verður hildin leygardagin 4. Juni heima á Garðavegi 13 í Vestmanna frá kl 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vit vilja ynskja øllum okkara kæru, ætt , vinum og kenningum einar Gleðiligar páskir :) Páskirnar í ár verða hildnar á svartkjaftafeltinum vestan fyri Hebridirnar. Heilsan føroyingarnir umborð Asbjørn.
1. juni. Nikomedes, deyður umleið ár 300. Rómverskur borgari ið gjørdist kristin og tí varð tikin av døgum. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
28. apríl. Vitalis, deyður umleið ár 171. Rómverskur embætismaður, sum gjørdist kristin og tí varð tikin av døgum. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
31. mai. Petronella, deyð umleið ár 100. Ein kend halgikona í fornkirkjuni. Halgisøgan sigur, at hon var dóttir Pætur ápostul, men tað skal helst skiljast sum andaliga dóttir hansara.
13. november. Arcadius, deyður ár 437. Aðalborðin maður, sum var í fylginum hjá vandalakonginum Geiserik. Tá ið tað kom upp, at hann var kristin, varð hann tikin av døgum
ella bótolvsmessa. Munkurin Botolphus stovnaði kleystur í Lincolnshire í Onglandi. Hann doyði umleið ár 680. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Navnið Olympia er til minnis um halga konu, sum varð tikin av døgum umleið ár 250 í Persiu. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
18. apríl. Eleuterius, biskupur í Illýriu, tikin av døgum um leið ár 200. Dagurin verður eisini skrivaður Elenterius. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Fríggjadagin 16. september verður Hans Eli Hansen í Klaksvík 80 ár. Dagurin verður hildin frá klokkan 19 á fyrrverandi Klaksvíkar Sjómansskúla, Garðavegur 11 í Klaksvík. Øll eru hjartaliga vælkomin.