góðum úrslitum, metum og heiðursmerkjum. Og tí fall valið hesaferð á at stuðla felagum, og handaði Dennis Holm formanninum í Susvim peningagávu. Og so var kaffi og køkur á skránni og fólk fingu høvi at heilsa [...] Tað var Vágs Kommuna, ið beyð til móttøku. Men fyrst hevði formaðurin í Susvim orðið, og takkaði Marlon Kjærbo m.a. fyri allan tann stuðul, ið felag og svimjarar fáa. Hann gav síðani venjaranum orðið [...] Suðuroynni í mong ár hava slóðað og skapt úrslit, eisini tá vant varð í 25 metra hyli og innan Pálshøll kom uppá tal. Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, ynskti tillukku og segði sum var, at nú var næstan
í siglingini úr Skálafirði og út á Toftir, og úti á havnalagnum stóðu einir 25 kampingvognar. Niðri við havnalagið í Oyrunum stóðu allan dagin og alt kvøldið nógvir bilar, og her var nógv fólk at síggja [...] festivaløkinum allan dagin og til langt út á kvøldið. Dagurin í gjár eydnaðist væl til veður, og tað var ongantíð nakar vindur. Hann var høgur í ættini, men tað var turt og ikki so ógvuliga kalt. Kortini [...] grilluna, eins og fólk eisini høvdu høvi at keypa sær grillaðan laks. Sum seinnaparturin leið, søgdu teir, sum stóðu fyri grillingini, at sølan av bæði búffum og laksi hevði verið góð, og at allir 800 búffarnir
dystir verða leiktir. Einmansleikur hjá kvinnum og monnum, tvímansleikur hjá kvinnum og monnum og blandaður tvímansleikur. Kappingin er í Kazan í Russlandi, og Føroyar skuldi alt fyri eitt royna seg ímóti [...] Mánadagin gjørdist tað til tvey 5-0 tap ímóti favorittunum úr fyrst Taiwan og síðani Danmark. Týsdagin spældu Føroyar ímóti Ný Sælandi, og her vóru føroyingarnir væl við, hóast tað aftur gjørdist eitt [...] liggja fleiri sera tættir dystir, har føroysku leikararnir vóru væl við, og eisini høvdu settbóltar. - Leikararnir fingu meira spæl og vístu at teir væl kunnu vera við, hóast 5-0 tapið, skrivar formaðurin
Hetta er ein stór æra, og tað er við eyðmjúkleika, at eg nú skal bera arvin víðari eftir fyrst Fróða Benjaminsen, og síðani Atla Gregersen. Tað er stórt, tí teir báðar vóru – og eru tað enn – tvær stórar [...] t fyri Føroyar í 2012, og hevur farnu átta árini spælt 46 dystir og skorað 4 mál. – Eg haldi sjálvur at eg makti uppgávuna sum liðskipari. Men uppgávan skal takast í álvara, og hon skal undir ongum umstøðum [...] aftur. Hetta verður spennandi, og vónandi kann hetta menna meg meir sum menniskja, sigur Hallur Hansson. Hósdagin klokkan 19:45 spæla Føroyar og Malta á Tórsvølli, og sunnudagin er útidystur ímóti Andorra
endanum av næstu viku ella fyrst í aðru viku. Tveir fiska upsa, og ein fiskar svartkalva og kongafisk. Lagt verður aftrat, at ein trolbátur er norðanfyri og fiskar tosk og hýsu - og hinir eru antin vestan [...] vestan fyri ella eystan fyri og fiska havtasku. - Trolbáturin, sum er norðan fyri og fiskar tosk og hýsu og tveir, sum fiska havtasku, koma væntandi inn at landa mánadagi. At enda vita tey á Fiskamarknaði Føroya [...] hjá partrolarunum man vera misjavnur, tí í vikuni gjørdu partrolararnir, Heykur og Falkur, roktúr á upsaveiði. Heykur og Falkur, sum royndu sunnast í føroyskum sjógvi, vóru bara úti í fýra dagar. Tá teir
fingið einar sjey. Flestu, sum koyrdu runt og leitaðu hetta kvøldið, mundu fáa onkran líra. Hetta er eitt sindur serstakt, og ert tú fyrst byrjaður at koyra og leita og hevur funnið onkran líra, er ringt at [...] Seinastu kvøldini hava menn javnan fingið nakrar lírar kring havnarlagið og í bygdini á Sandi og í Skopun. Hetta er floygdur ungi hjá skrápi, sum flýgur úr reiðrinum, tá kvøldið kemur, men sum blendast [...] lagi er líri, sum flýgur úr reiðrinum í Skúvoynni og endar við havnarlagið ella á bygdarvegnum. Seinastu kvøldini hava fleiri bilar koyrt runt í Sandsbygd og partvís í Skopun, har førarin leitar eftir lírum
heimasíðuna, og so kunnu børn svara. Svarini verða øll lisin ígjøgnum av vaksnum og góðkend, soleiðis at alt fer fram í einum virðiligum og siðiligum tóna. - Hetta er ein sera góð tænasta og eisini virðismikil [...] Barnabati hevur Tú og eg-ráðgevingina, og nú verður farið undir nýggjan tátt í hesari ráðgeving. Nýggja átakið kallast Børn hjálpa børnum. - Børn hjálpa børnum er ein brævkassi, har børn skriva inn við [...] við spurningum, og børn svara spurningunum. Spurningarnir, sum koma inn, verða fyrst lisnir av ráðgevum; eru viðurskifti í spurningunum, sum eiga at verða anonymiserað, so verður tað gjørt, so eingin kennir
tá ÍF og 07 Vestur klokkan 18:30 fara á vøllin. Fyrst vann ÍF á Toftum, men komandi tveir dystirnar tapti liðið á heimavølli móti EB/Streymi og KÍ. Síðni fekk liðið stig í Gundadali móti B36 og vann 3-0 [...] 07 Vestur hevur eins og ÍF verið óstøðugt í ár. Eftir greið tap fyri B36 og HB kom 07 Vestur betri fyri seg og tapti tepurt við Margáir áðrenn stig kom til høldar móti KÍ í Sørvági og heldur óvæntað í Sarpugerði [...] skilja og tað er gongdin hjá ÍF í ár heldur ikki. ÍF kann við sigri í dag leggja seg mitt í stigatalvuna omanfyri KÍ og HB. Úr Fuglafirði frætta vit, at allir mans eru tøkir uttan Poul Ennigarð og Andy Olsen
Tranum og byggir á skaldsøguna hjá Jørgen Frantz Jacobsen við sama navni. Skaldsøgan byggir á søgnina um Beintu, sum varð fødd í Havn í 1667. Hon vaks upp í Nýggustovu og giftist trimum prestum, fyrst Viðareiðis [...] tónleik, rørslur og ljóð. Eisini vera beinleiðis innsløg, sum verða tikin upp ymsastaðni í og uttan fyri leikhúsinum, varpaði upp á stórskíggja ? í Barbaru verða mørkini millum leikmynd og veruleika sett [...] n tekur støði í gomlu Kingusálmasiðvenjuni og verður tulkaður gjøgnum kórsang, upplestur og elektroniskan tónleik. Framførslurnar í Løkshøll í annaðkvøld og í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið eru partur
ðin stundar til, og nýggju dagstovnarnir á Skála og í Søldarfirði verða handaðir Runavíkar kommunu fyrst í juli mánaði. Tá summarfrítíðin er liðug, lata báðir dagstovnarnir upp, og tá verður ikki brúk [...] endamálið. Børn og hugni Eini 100 fólk, foreldur og børn, vóru savnaði í Skálafirði hendan seinnapart. Í fyrsta lagi vóru hetta børn og foreldur at børnum, sum hava gingið á dagstovninum, og síðan vóru [...] Saman hugnaðu øll sær við ymiskum tiltøkum, stuttligum spølum og ymiskum grillmati. Børnini sluppu at kastar bóltar og knúsa gløs og koppar, og tey sluppu at kasta rennvátar, stórar svampar eftir eitt nú