leiðina úr Fredrikstad, og heilt norður til Tromsø fyri at spæla dyst móti Tromsø IL í bestu norsku fótbóltsdeildini. Tað eydnaðist Fredrikstad at fáa eitt stig við sær aftaná javnleik 0-0. Hesaferð spældi [...] longda leiktíð til at knógva Hibernian. Fyrri dysturin verður leiktur á leikvøllinum í Fredrikstad. Eina viku seinni hittast liðini á MCH Arena leikvøllinum í Herning. Megnar Fredrikstad at vinna ein samlaðan [...] samlaðan sigur á FC Midtjylland eru teir tryggjaðir í minsta lagi at sleppa í deildarspælið í Conference League. HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Tromsø-Fredrikstad 0-0: ##med2##
býin økt, og heitt er á íbúgvarnar um at leita sær skjól. - Vit fara framhaldandi at elta Hamas allastaðni, sigur Effie Defrin, sambært Reuters. Hann legði afturat, at uppgávan bert endar, tá teir ísraelsku [...] tíðindastovuni Reuters. - Vit halda fram við at oyðileggja undirstøðukervið hjá Hamas. Í dag hava vit ræði á 40 prosentum av økinum í Gaza býi. Raksturin fer framhaldandi at vaksa og intensiverast komandi dagarnar [...] um í Gaza vórðu í minsta lagi 53 palestinar dripnir í dag - teir flestu í Gaza býi. ST hevur mett, at næstan ein millión fólk búgva í Gazabýnum og økjunum kring býin. /Ritzau/
Tað var mánakvøldið, at franska fregattin, sum liggur á molanum, boðaði løgregluni frá, at ein maður hevði flogið við dronu yvir skipinum í einar 20 minuttir hetta kvøldið. Manningin á skipinum sá ein [...] sum teir mettu vera dronuføraran. Fútin segði við Kringarpið á middegi í gjár, at løgreglan hevur tosað við mannin, og at einki var í málinum. Men her er ein misskiljing. Løgreglan hevur tosað við ein [...] hvør maðurin er, og vit ringdu til hansara at spyrja, um tað eisini var hann, sum fleyg fronsku fregattini mánakvøldið. Men tað noktaði hann blankt. Eisini at hava flogið yvir fregattini Auvergne tann 20
sigur í Útvarpinum, at hon stýrir - tað stendur í tíðindaskrivinum, sum Tórshavnar kommuna sendi út, sitat frá tíðindaskrivinum: “Eftir at umsitingin hevði umrøtt málið varð mælt frá at taka grind til Tórshavnar [...] verður bara kunnað og harvið sett skák mát av umsitingini. At umsitingin sleppur at hóreiggja sum henni listir uttanum politisku skipanina sigur, at Elsa Berg & Co hevur mist stýringina og fólkaræðið á vaglinum
ldini á Fróðskaparsetrinum á odda hevur fingið slakar 250.000 kr. til at kanna og lýsa hóttanirnar hjá amerikansku stjórnini um at taka ræði á Grønlandi, um neyðugt við hernaðarligari megi, og søguligu [...] seg eisini galdandi. Endamálið við greiningarritinum er bæði at lýsa amerikanska víðkanarpolitikkin í Arktis søguliga og samtíðarliga og at meta um møguligar avleiðingar fyri Ríkisfelagsskapin. Umframt [...] er fíggjað av donsku stjórnini og hevur sum endamál at skapa økta vitan um uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum og at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark
Gørðum av, at hann skuldi enda sínar dagar undir góðum og tryggum umstøðum og síðani koma føroya fólki til gagns. Tjóðsavnið setti seg í samband við danska fyritøku, sum fyrst kom til Føroyar at fletta og [...] er fyrstu ferð, at eitt føroyskt ross er vorðið útstappað, og sær tað ómetaliga hábærsligt og serstakt út. ##med2## Ein slík varðveitsla av føroyska rossinum hevur serligan týdning fyri at miðla fram týdningin [...] og síðani tóku skinnið til Danmarkar at útstappa. Hin 2. september var Grettir endiliga komin aftur á savnið í uppsettum líki, og í tí sambandi hittust starvsfólk á Tjóðsavninum við umboðum frá Felagnum
økini, sum Ísrael hevur hersett, eru í vanda fyri at vera skotnir og dripnir. Soleiðis hava tveir palestinar nú aftrat latið lív eystanfyri Gazabý, eftir at teir í gjár helst komu inn í eitt øki, sum Ísrael [...] lótu skot av fyri at beina burtur hóttanina, sigur ísraelski herurin. Ísraelski felagsskapurin, Breaking the Silence, sum er felagsskapur fyri krígsveteranar, er atfinningarsamur um, at israelski herurin [...] m. - Fólk verða dripin fyri at fara um eina linju, sum tey ikki vita er til, sigur felagsskapurin. Í einum uppslagi á X, fyrrverandi Twitter, sigur Breaking the Silence, at tað var sama ósjónliga linja
hann afturat. Pápi handtikna persónin hjálpti til at fáa hann handtiknan, sigur Trump eisini. Sambært CBS News sigur hann, at myndugleikarnir fara at kunngera handtøkuna seinni í dag. – Eg havi júst fingið [...] brúkti gerningsmaðurin eina riflu. Donald Trump segði stutt eftir skottilburðin, at hann vildi hava gerningsmannin at fáa deyðarevsing. Tað endurtók hann mikudagin fyri Fox News. /Ritzau/ [...] landinum, Donald Trump, í beinleiðis samrøðu við Fox News, skrivar tíðindastovan AFP. – Eg trúgvi, at vit hava hann. Ein sera nærlagdur persónur hevur meldað hann, sigur Trump. – Vit hava ein persón, sum
tað skal eydnast Sotra at taka fyrsta plássið frá Sandnes. Komandi leygardag klokkan 15 hevur Sandnes heimadyst móti Arendal. Tá fer tað at røkka við einum javnleiki hjá Sandnes at tryggja sær beinleiðis [...] sigurskós, men tað glapp í yvirtíðini. Skaðin er tó ikki størri enn so, at Sandnes er fremst við 51 stigum nú bert tvey umfør eru eftir at leika. Nummar tvey, Sotra hevur 45 stig, og Sotra hevur ein málmun [...] minutti, og so var beinleiðis uppflytingin útsett eitt umfar. Brattvåg loypti hvøkk á Sandnes við at leggja seg á odda longu í øðrum minutti. Men Sandnes fótaði sær, og Aadne Bruseth javnaði til 1-1
vist, at Donald Trump ikki kann finna út av einum ella øðrum, so hann kann sita eitt triðja skeið eisini. Fyrrverandi ráðgevin, Steve Bannon, heldur, at Donald Trump hevur eina ætlan. - Hann fer at fáa eitt [...] - Eg hevði elskað tað, sigur Donald Trump sambært ABC News, og tá sipar hann altso til, at hann hevði elskað at fingið eitt triðja forsetaskeið í USA. Hann svaraði ongantíð spurninginum ítøkiliga, men [...] men segði nakað soleiðis: - Um eg útiloki tað? Tað mást tú svara uppá. Alt, sum eg kann siga, er, at vit hava sera góð fólk - nakað, sum Demokratarnir ikki hava, segði amerikanski forsetin.