ættað úr Vági. Foreldur hennara vóru Peter Hans Dahl, keypmaður, og Elisabeth Susanne f. Wilhelm. Sanna fór á læraraskúla í Havn í 1899 og tók prógv í 1902. Hon var lærarinna í Vági 1903-1905. Tey bæði [...] enn teir flestu. Gjørdist lærari í Havn Í samband við, at Jógvan Waagstein gjørdist 70 ár, stutt áðrenn hann doyði, greiddi hann í Dimmalætting eitt sindur frá sínum lívi: Í 1902 gjørdist eg annarlærari [...] Hann var eisini heiðurslimur í Norsk Kirkemusiker Forbund. Jógvan gjørdi seg eisini galdandi innan fimleik, sum hann eisini var lærari í. Hann var í mong ár formaður í Havnar Fimleikafelag. Familjan
vatnmeistari í Havn. Hann lat í 1914 upp blikk- & rørsmiðju. Fýra tey fyrstu árini arbeiddi hann í kjallaranum heima hjá sær sjálvum undir Glasheyggi. Hann hevði sítt virki í Perluni í nøkur ár, áðrenn [...] flutti niðan aftur undir Glasheyggj. Hann gavst í 1951. Verkstaðurin hjá Nyholm var í ovastu hædd í Perluni. Í niðastu hædd hevði Vágsbotnshandilin goymslu, og í miðhæddini var handilin Thorshavns Pianomagasin [...] Helenius Andreasen, føddur 17/9-1857 í Havn, og Elsu Birgittu Debess, fødd í Havn 9/9-1853. Hon var av Hambersheimsættini. Abbin í faðirættini var Andreas, skraddarin í Dali, og omman var Anna Elisabeth
virkin í ítrótti. Hann svam í hvussu er á ólavsøku 1913. Hann var eisini fimleikari og luttók í hvussu er í fimleikakapping í 1917. Á mynd hjá Birgar situr hann við steypi, og hevur hann helst verið í fremstu [...] har. Sámal var næstelstur av systkjunum. Hann giftist inn í Smiðjustovu í Bringsnagøtu beint yvir av Kjælnes húsinum. Smiðjanstovan Um húsini í Smiðjustovu skrivaði Caroline Heinesen, mamma William: Når [...] med Vilhelm Simonsen. Sanna er en dygtig kone. Sofus Rubeksen doyði í uttanlandasigling Sofus Rubeksen, sonur Hanus í Smiðjustovu, doyði í uttanlandssigling undir 2. heimsbardaga, 29 ára gamal. N.J. Arge
og handfaring av pengum um hendi. Í rættinum kom fram, at tað kom ikki nóg nógvur peningur í kassan, hóast sølan kundi verða upp í fleiri og tjúgu túsund um dagin. Í dag sigur Rafik seg hava funnið út [...] hvílir í teirra hondum. - So eg má bíðað, til málið kemur fyri í Eystara landsrætti, áðrenn eg kann siga ákæruvaldinum sum er, sigur Muhammed Bourbia. Teir báðir ungu vóru annars ikki til staðar í rættinum [...] morgunin í juli. Seinni niðri í Tunesia segði hann mær, at tað passaði ikki, og at hann sjálvur hevði givið Rafik passini. Hetta var vanligt, tí visum er ógvuliga trupult og umstendiligt at fáa í Tunesia
er tíbetur yvirstaðið í dag (onkur vil kanska siga: nærum yvirstaðið). Havi sjálv verið á legu í Zarepta sum barn og verið við okkara børnum á sunnudagsskúla hjá brøðrasamkomuni. Í báðum førum góðar royndir [...] sum er aktuelt í løtuni, so er tað støðan hjá teimum samkyndu, har ið framstandandi embætisfólk, føra alment fram, at samkynd ikki áttu sloppið at undirvíst í fólkaskúlanum ella arbeitt í barnagørðum. [...] verður góðtikið av Fólkakirkjuni, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum er heimahoyrandi í Brøðrasamkomuni. Tað er eitt gott dømi um tollyndi, sum er í dag, og sum ikki hevði komið upp á tal fyri bara eini
ógift, hóast hon skuldi hava havt nóg mikið av biðlum sum ung. Hon kom í eldri árum í húsið hjá kongsbóndanum Jákup Lamhauge í Lamba. Hann var giftur við systir próst Petersen, men hon doyði, meðan børnini [...] Men hann var roknaður fyri at vera sinnissjúkur, tí tók eingin hansara vitan í álvara. Tað var mest á sumri, tá ið hiti var í luftini, at hann var mest ørur. Eg minnist, at Niels einaferð hevði tikið ovasta [...] fínari vitjan, sum vit hildu hana vera. Niels búði í einum smáum húsum við eini lítlari stovu og einum lítlum køki við fýrstaði. Tað var ofta nógvur roykur í køkinum, tá tað váta torvið ikki brendi sum tað
heldur hann »langt vikuskifti« í Danmark. Í løtuni starvast ein sonur Jørgen í slaktarínum í SMS. Hann er tó útbúgvin kokkur, men starvast sum slaktari, meðan hann er í Føroyum í nakrar mánaðir. Vit kunnu kanska [...] in í Miklagarði líktist eini familjufyritøku í 1977. Tí umframt konuna, so vóru eisini fleiri brøður Jørgens í SMS. Henning var leiðari í Perluni, men hjálpti eisini til í slaktarínum. Hann doyði í 1984 [...] 1984, tá eldur kom í húsini, hann búði í. Tvíburðabrøðurnir hjá Jørgeni, Erik og Poul, vóru eisini í SMS. Erik var bakari og arbeiddi í bakarínum, meðan Poul var slaktari. So av seks systkum í Jørgensenfamiljuni
Høgnessen. Teir báðir svensku vinmenninir sótu beint við neyðdyrnar í flogfarinum, og sluppu út í evstu stund. Í dag verða teir skírdir hetjur í heimlandinum Svøríki, tí teir bjargaðu fleiri ferðafólkum úr brennandi [...] um vinmenninir vóru við í flogfarinum. Nógvir útlendingar Tað var sunnumorgunin um 10 tíðina føroyska tíð, at ein syndarlig flogvanlukka hendi á flogvøllinum í Phuket í Tailandi. Í flogfarinum vóru 123 ferðafólk [...] vóru so nógvir sviar í tí aldurbólkinum í flogfarinum. Vinmenn vóru við Tær lærdu sviarnar at kenna fyri trimum døgum síðani í einum lítlum býi uttan fyri Bangkok, har tey búðu saman í einum húsbáti. Allan
longu eru komin í trupulleikar. Í hesum starvinum skal eg fyribyrgja, at eldur kemur í lívið hjá fólki, sigur Sjúrður. Hann fegnast um hetta tiltakið hjá Bláa Krossi. Blái Krossur ger hetta í samstarv við [...] og klárur til at samstarva. Fær góða sjálvbodna hjálp Í Vágum er eitt stórt arbeiðsøki hjá Sjúrða. Allar tríggjar stóru bygdirnar í Vágum eru við í samstarvinum. Sjúrður hevur foreldrafundir, har ið tey [...] Ætlanin er at stovna eitt virkishús í Vágum, har ið tey ungu kunnu ferðast trygt í einum royk – og rúsfríum umhvørvi. Eisini hava vit ætlanir um at fáa náttarravnavirksemi í Vágum. Eitt tílíkt umhvørvi kann
brúk fyri. Hjálpararbeiðið bleiv gjørt í samstarvi við Reyða Hálvmána í Bangladesh. Felagsskapurin í Bangladesh hevur nógv lokal sjálvboðin. Hanna Olsen og hini í ferðalagnum gjørdust heilt bergtikin av [...] veruliga, hvønn mun tað ger. Tey sjálvbodnu í Reyða Hálvmána hjálpa við ymiskum praktiskum, um eldur kemur í, tey eru vand í fyrstuhjálp, geva teimum heimleysu mat, deila vatn út, tá hitabylgja er, og um [...] egan skuldi gerast. Flóttafólkini komu í bylgjum, og nú búgva ein millión fólk í leguni. Lívið í flóttafólkaleguni er merkt av djúpum vónloysi og ótryggleika. Í leguni er neyðugt við støðum, har flóttafólkini