var. Ein útróðrarmaður - ella kanska tveir - um vit rokna meg uppí, sigur hann brosandi. - Jú, vit eru einir tveir, sum royna at hanga í, tá løturnar eru. Restin er mest frítíðarvinna. Eingin tímir at rógva [...] útróðrarbátum enn nakra aðrastaðni í Føroyum. Á Stongunum vóru nógvir egningaskúrar í brúki. Nú er agnroykurin at kalla burtur. Aðrar útróðrarbygdir vóru eitt nú Hvannasund, Leirvík, Toftir, Strendur, Eiði [...] bygdum vóru útróðrarbátar, og her vóru fiskakjallarar. Í góðveðrinum í gjár, tá vit vóru ein túr eftir bryggjuni á Toftum, hittu vit útróðrarmannin, Magnus í Hjøllum, vanliga róptur Maggi. Hann hevur útróðrarbátin
føroyingar koma upp á sama støði á hesum øki sum hini norðurlondini eru á. - Vit hava eina beinleiðis skyldu til at lyfta okkum upp á norðurlendskt støði á hesum øki, tí í ymsum sáttmálum, vit norðurlond hava [...] fleiri fáa endurgjald Lógin, vit hava, er frá 1966 og tað eru eitt ørgrynni av skaðum og sjúkum, sum onnur norðurlond nú hava viðurkent sum vinnuskaðar og vinnusjúkur, sum vit als ikki kendu til miðskeiðis [...] ótíðarhóskandi og ófullfíggjaðu vanlukkutrygginginga, sum nú er í gildi. Vanlukkutryggingin, sum nú er í gildi, er ógvuliga avmarkað og tí eru tað heilt nógv fólk, sum detta burturímillum og onga hjálp
badminton-spælarnir at royna seg á fyrsta sinni. Við arbeiðsgongdini sum nú er, verður miðað eftir at høllin skal verða liðug um ólavsøkuleitið. Tó er ætlanin at hava hana opna nú á norðoyastevnu, soleiðis at [...] alla tíðina, sigur Jákup, nú hann er komin eitt ørindi í høllina, sum verður tikin í brúk í summar. Júst hetta er eisini ætlanin, - at limirnir í felagi hansara skulu sleppa, nú tað líður so væl við byggingini [...] at skipa eina minni kaffistovu, har fólk kunnu keypa sær ein kaffimunn meðan dystir eru á vøllinum ella venjing er á skránni. Tað sum kortini man gera hesa høllina til ta best egnaðu til øll fólk - rørslufør
fullur av fólki. Leikararnir eru farnir upp á síðupallin at standa. Onkur eru farin inn á sjálvan pallin og eru púra klár. Men sjálvur høvuðsleikarin eru komin hálva leið upp á síðupallin, tá hon drønar [...] ongin hevur. Klokkan er nú farin væl av sjey, og nú merkist panikkurin av álvara. Røddirnar eru hevjaðar munandi, og tað ljóðar nærum sum fleiri fólk við ymiskum tjóðskapum eru savnað inni í sminkurúminum [...] brævbjálva ella tvey av hvørjum á pallinum. Tað endar við, at leikstjórin tekur eina avgerð fyri tey, og so er tann parturin úti av verðini. Tey fyrstu, sum skulu trína á pall, eru nú klár. Klokkan er hálvgum
Ingi Petersen, sum nú er spentur til 17. umfar: -Vit skulu spæla í Fuglafirði, og tað verður ikki minni avgerandi avbjóðing. Eftir sigurin í Klaksvík eru vit javnir við KÍ í stigum. Um vit vinna í Fuglafirði [...] -Vit ætlaðu okkum øll stigini, men vit høvdu verið nøgdir við eitt stig. Í fleiri av undanfarnu ferðunum hava vit spælt væl, uttan at vit hava vunnið stig. Hesa ferð var taktikkurin at lata teir hava bóltin [...] í kontraálop. Tað gjørdu vit serliga í 1. Hálvleiki, men eisini eftir steðgin. Vit høvdu tríggjar teir størstu møguleikarnar, og tí var tað ikki við síðuna av, at tað vóru vit, sum fingu einsamalla málið
kor hesa myrku tíðina, nú vit eru so nógv saman, men tá ið tað fer at vára, og vit eru meiri uttandura, minkar smittuvandin munandi – og tá eru eisini fleiri koppsett enn tey eru nú, og hann væntar, at tað [...] dag. Hóast smittutilburðirnir, sum heild, eru fækkaðir, verða nógv fólk smittað um dagin og seinastu tølini eru fyri mánadagin og tá vóru yvir 50 tilburðir. Vit eru ikki nær í námind av at verða í eini støðu [...] hesum døgum, er tað, at nógv fólk eru koppsett, tí tað svitast ikki, at tey, sum eru koppsett, smitta verri enn so líka illa sum fólk, ið ikki eru koppsett. Fólk, sum eru koppsett, verða heldur ikki líka
vinnan sjálv er byrja at seta pengar av til gransking. Her í Føroyum eru ómetaliga fá granskingarúrslit komin frá tí almenna. Skulu vit hava eitt fjøltáttað burðardygt vinnulív, má tað almenna seta meiri [...] nógvar ymiskar tilgongdir. Vit hava hoyrt nógv um biotøkni innan heilsuverki, serliga ílegugransking. Innan fiskivinnuna verður nógv arbeitt við at eyðmerkja gagnlig evnir á heilsuna hjá fólki. Innan [...] Nevndin metir, at skal Danmark ikki missa arbeiðspláss í framtíðini, má dentur leggjast á biotøkni, og harvið á grundgransking og útbúgving av kandidat-um og granskarum innan biotøkni. Hetta kann væntast
seg trý stig fram, tá teir vunnu dystin móti Lyngby, og teir eru nú komnir uppá liðuna á Herfølge. Brøndby vann aftur hesaferð, og teir eru nú bert eitt stig aftanfyri FCK. AB vann eisini sunnudagin, teir [...] FÓTBÓLTUR: Jákup Mikkelsen er komin nógv nærri at endurvinna málmansplássið í Herfølge, eftir at Kai Larsen, sum hann kappast við, hevur gjørt nógv mistøk seinastu dystirnar. Hetta vikuskiftið spældi Herfølge [...] oddaliðið. Støðan hjá OB, sum telist millum størstu feløgini í Danmark, er ikki góð í løtuni. Teir eru væl aftast, og hava bert fingið fýra stig í ár. Undan dystinum sunnudagin gjørdi felagið sáttmála við
Bíggjarmegin. Hann er sum øll hini, komin uppliva, tá fyrsta skotið verður latið av. Hesin maðurin hevur alla sína tíð búð í Gásadali, og hann fegnast um, at tað nú eru útlit fyri, at hann fær fleiri by [...] bygdarfelagar í Dalinum, sum hann nevnir heimbygdina. Onkuntíð hevur hann gingið lættari á hesum leiðum, tann nú 77 ára gamli Solberg Henriksen. Landskenda postboðið í Gásadali, sum í ein stívan mansaldur [...] Bæði ringar og góðar. Og mangt hevur hann borið. Nógv tons tilsaman. Alt mátti á bakið, tí umstøðurnar at koma oman í Dalin eru slíkar, sigur hann, at ross kundi ikki brúkast. Tað fekk ikki gingið oman av
til 16. - Vit eru altíð tvær skrivstovukvinnur til arbeiðis í senn, og onkuntíð eru vit tríggjar. Arbeiðsumhvørvi er gott, og góð viðurskifti eru millum okkum á skrivstovuni og løgreglufólkini á støðini [...] Jógvan, eru við nýggja bátinum eisini vorðin partur av stuttleikasigling, sum hevur vundið upp á seg í Føroyum seinnu árini. - Jú, vit hava verið á nøkrum stevnum, síðan vit keyptu hendan bátin. Vit vóru [...] vera kensluborin, eru útlendingamál. - Útlendingar koma nú á lokalu løgreglustøðirnar við umsóknum um arbeiðs-og uppihaldsloyvi, sum teir oftast hava fingið printað út á netinum. Vit avgreiða so okkara