er kortini komið fram, at bæði Lisbeth L. Petersen og Alfred Olsen ikki tóku undir við stuðulinum. Býráðspolitikkarar fyri Sambandsflokkin í Havn og Klaksvík hava eisini givið til kennar, at teir ikki [...] Skipasmiðju átti at verið nóg mikið. Flokkurin hevur altíð sett reinførið hjá landsstýrisfólkunum fremst og tí var avgerðin um at seta Johan Dahl óheppin, sigur Eilif Samuelsen. Eingin disiplin Eilif Samuelsen [...] fjølmiðlarnar og sigur hvør hevur atkvøtt fyri hvørjum landsstýrismanni, sigur hann. Eilif leggur afturat, at Sambandsflokkurin hevur altíð lagt dent á, at øll innanhýsis mál verða viðgjørd innanhýsis og at tað
Buss Taxa og Hallur Ellingsgaard Eftir tvey umfør í 1. deild liggur liðið hjá Junior Buss Taxa fremst. Á liðnum hjá Junior Buss Taxa leiktu Bogi Simonsen, Rói á Rógvu Joensen, Hans Jacob Petersen og Arnbjørn [...] Langgaard og Edmund Joensen. Næstu ferð, leikt verður FM fyri lið, verður í Havn vikuskiftið 22-24. november. Tá verða eftir skránni fýra umfør leikt, og spælt verður bæði fríggjakvøld, leygardag og sunnudag [...] Klaksvík. Ikki eru vit harrar yvir veðrinum, og seinasta vikuskifti vildi føroyski veturin eisini hava ein fingur við í spælinum. Leygardagin gekk eftir vild, og tvey umfør vórðu leikt. Men sunnudagin høvdu
knýtt at. Kirstin og Leivur eiga tvey børn - Maria og Jens, sum bæði búgva í Havnini og arbeiða á Landssjúkrahúsinum. Hon er sjúkrasystir, og hann er lækni. Barnabørnini eru átta, og tað er farið at [...] hevur hon búð á Lágargarði, og har verður høvi at heilsa upp á Kirstin í morgin - leygardagin 30. august millum klokkan 14 og 17. Kirstin er havnarfólk. Her varð hon fødd, og her hevur hon búð so at siga [...] Foreldrini vóru Jóhanna og Jens Christian Guttesen. Hon var úr Skálavík, og hann var havnarmaður. Jens Christian verður framvegis minstur fyri síni serligu evni at fáast við tónleik, og tað hevur altíð verið
forða politiskari og fíggjarligari korruptión og valdsmisnýtslu, og verja rættartrygd og fólkaræði. Kenst eitt sindur undarligt, at nú koma heilt onnur sum kettur úr høvdatrogi og leggja aftrat: heil [...] byggjast uppaftur við donskum kredittum og stuðulsskipanum? Tað vóru kanska serfrøðingar og embætisfólk, ið koyrdu føroysku sjóvinnuna, fiskavinnuna, byggivinnuna og handilsvinnuna á heysin síðst í fýrsunum [...] standardin fyri føroyskari byggivinnu, so tekirnar fóru í luftina og hús vórðu tikin av grundini, tá ódnirnar leikaðu á síðst í fýrsunum og fyrst í hálvfemsunum? Ella eru tað serfrøðingarnar í Nóatúni, ið hava
virknan og at seta á stovn Als. Sum tingmaður var Heini ein ótrúliga trúgvur og álitisvekjandi politikari. Hann var opin og samstarvshugaður. Hann var kanska ikkki tann við veipandi ørmum og harðmæltum [...] legði árarnar inn fyri seinastu ferð. Heini var føddur og uppvaksin í Havn. Foreldrini vóru Herluf og Dagmar Johansen. Pápin var handverksmeistari, og fór Heini eisini at læra til handverkara. Men beint sum [...] aðra lívsleið. Hann fór tí undir at fáa sær eina skrivstovu- og bankaútbúgving. Blaðungur kom hann í starv fyrst hjá Lønjavningargrunninum og síðan hjá Føroya Banka. Fyrstu tíðina arbeiddi hann hjá bankanum
fjósið og innilokaði tað, og síðan gjørdu feðgarnir tað, ið eftir var. - Uttan pápa, var alt hetta arbeiði ómøguligt. Uttan hansara arbeiði og stóra áhuga, hevði ikki borið til at fingið fjósið og lendið [...] hetta og at sleppa í gongd. Avvarðandi myndugleikar og stovnar komu ikki við nógvum ráðum ? og eg spurdi lítið. Í samrøðuni greiðir Jacob Olivar frá, at studningurin til veltingina fór til avdrátt og rentur [...] sonur Pól við Garð og Lenu, sum var ættað úr Vestmanna. Tey eiga børnini, Poul, Onnu, Hans, Lenu og Tórálv. Øll búgva í Leirvík uttan Lena, sum býr í Danmark. Pápin, Pól, var bóndi, og tí vaks Jacob upp
Margretha, drotning, og Hendrik, prinsur á vitjan í Føroyum. Vitjað verður rættiliga víða og lagt verður fyri í Havn. Fyrst gongur leiðin út í Tinganes, har løgmaður tekur ímóti, og síðani fer fylgið niðan [...] vitjað og spákað verður gjøgnum plantaguna. Haðani liggur leiðin so aftur til Klaksvíkar og Føroya Bjór, har varaborgarstjórin, Jógvan Skorheim og Einar Waag, stjóri á Føroya Bjor, taka ímóti og vísa runt [...] vísir ljósskipanina og vatn uppsamlingsbrunnin. 1. juli er seinasti vitjanardagur, og tá gongur leiðin til Skúvoyar og Stóru Dímun. Í Skúvoy tekur borgarstjórin, Harry Jensen, ímóti og farið verður í skúlan
Svimjing, súkkling og renning. Tey, ið gjøgnumførdu Sprint teinin skulu fyrst svimja 750 metrar, súkkla 22 km og at enda renna 5,5 km. Tey, ið gjøgnumførdu 1/4 Triathlon skulu fyrst svimja 950 metrar, [...] súkklurnar, og súkkla teinin, Ringvegur, Sundsvegur, Vegurin Langi, Hvítanesvegur og aftur út á Ringvegin. Teinurin er 5,5 km langur, og luttakararnir skuldu tí súkkla teinin ávikavist fýra og átta ferðir [...] svimjing, 180 km súkkling og 42 km renning), fara framum. Kappingin gjørdist sera spennandi millum Tony og Evald, men í renningini hevði Tony munin og megnaði tí at fara frá Evaldi og vinna við einum góðum
í Føroyum, og síðan hava Vága Floghavn og øll tann føroyska flogferðslan ment seg javnt og samt. Flogvøllurin og alt virksemið har menti seg til at verða størsta arbeiðsplássið í oynni og tann drívmegin [...] nakað og enn minni fyri at halda tí í standi við framtíðar nýtslu fyri eyga. Alt slapp at rusta upp og farast, og endin var, at hangarurin bleiv niðurtikin - av trygdarávum, haldið eg. Men fyrst í trýssunum [...] takplátur og klædninigsplátur hingu leysar og rustaðar. Hinvegin var eg hugtikin av teimum tummatjúkku ljósunum, ið vóru feld niður í sjálvan vøllin. Elleidningarnir vóru tó seinni skræddir upp, og blýggið
átta brekkusytrunum. Magnhild var beinanvegin sum nýføðingur og fyrsta fjerðingsárið sera røsk og ferðug. Hon gekk framvið longu 9 mánaðar gomul og sýntist í allar mátar at vera framúr væl fyri. Men umleið [...] Men treiskni, lívsvilji og viðføddu likamligu evnini hjá Magnhild, saman við nærlagni frá mammuni og gamla Eiðislækna, Rasmussen, fluttu Magnhild úr stakkalastøðuni til eitt undur og vælsignilsi fyri síni [...] lívsvilja og kærleika til síni næstu, sum eisini hava verið henni holl, prógvaði Magnhild, at hon er úr góðum bergi brotin. Hon gav ikki upp, men gav serliga mammu síni og systkjunum styrki og treysti at