Irmingarhavið at royna eftir kongafiski í einar 3 vikur. Heimafturkomnir úr Irmingarhavinum, fer Skálaberg í Barentshavið at royna eftir toski og hýsu. Á heimasíðuni hjá Kimek verður sagt, at Skálaberg er [...] Stór mannfjøld var mánakvøldið savnað á Kósini í Klaksvík at taka ímóti, tá nýggi Skálaberg flaggskrýddur legði til bryggju. Hornorkestrið spældi, og Brandur Enni sang tjóðsangin. Steinbjørn Jacobsen, [...] Hansen, stjóri hjá JFK-Trol, fluttu fram røðu. Eftir hátíðarligu móttøkuna, bjóðaði Hanus øllum umborð at síggja stásiliga skipið. Og nógv vóru tey, ið nýttu hetta høvi. Bestu umstøður Umstøðurnar umborð eru
skálkabrosi, at eg havi lisið oddagreinina "David og Goliat" í blaðnum hjá tykkum í farnu viku (11.6). Eftir tvær vikur í oyggjunum hjá tykkum ? hjá mínum føroysku vinfólkum á Skála ? má eg sanna, at tykkara [...] mugu vera eitt lukkuligt fólk. Eg vil fegin takka høvundanum at oddagreinini fyri hansara beinraknu og humoristisku orð. Eg vil eisini siga, at eg eri harmur um tey niðursetandi, yvirflatisku og tápiligu [...] fyrsta floks "Norrönu", og hetta alt hevur uppiborið høga viðurkenning. Eg veit, at nógvir av mínum landsmonnum hava hugt betur at tykkara landi enn hesir fótbóltsstarvsmenninir og tí kunnu geva eina rættari
eydnaðist loksins sandoyingunum at vinna. Og at tað so var ímóti júst LÍF, sum við hesum datt niður um strikuna, mundi ikki gera dagin hjá sandoyingum verri. Leingi var tó líkt til, at talan skuldi verða um eina [...] seinastu nógvu umførini. Liðið, sum undan árinum hevði ætlanir um at liggja í betra endanum, har sum strítt verður um uppflyting, er steðgað at kalla heilt upp, og so hvørt sum kappingarneytarnir hava skavað [...] Leirvíkingum merkti tapið hinvegin, at niðurflytingarvandin nú er heilt nær. Enn eru fýra stig niður til B68 og beinleiðis niðurflytingina, og tí bendir alt nú á, at talan verður um ein av teimum heilt
arbeiðsvitjan mánadagin og týsdagin. Tað er ætlanin, at uttanríkisráðharrin skal koma til Føroya eina ferð um árið. Orsøkin er fyrst og fremst tann, at uttanríkismál ikki eru føroyskt málsøki, og sostatt [...] til Danmarkar við flogfari hjá donsku verjuni. Av tí at Danmark átti formansskapin í ES seinasta ár, so var Per Stig Møller ikki í Føroyum tá. Umframt at vitja hjá rískisumboðnum og útferðir, m.a. í Haldórsvík [...] støðuna hjá Føroyum í mun til ES. Per Stig Møller heldur, at tað kanska meira er ein spurningur um tíð, áðrenn Føroyar gerast partur av ES. Hetta tí at ES veksur skjótt, og flestu av londunum rundanum Føroyar
Sunnudagin hevði nevndin í Molde kreppufund, men hon valdi ikki at siga venjaranum úr starvi. Fjølmiðlarnir vilja vera við, at orsøkin til tað er, at venjararnir hava tvey ár eftir av sáttmálanum, og felagið [...] áskoðararnir, at høvdini rulla. Jákup kom ikki á vøllin í hesum dystinum. Venjarin Gunder Bengtsson hevur verið undir sera hørðum trýsti seinastu dagarnar, og fjølmiðlarnir hava eisini funnist harðliga at svenska [...] felagið hevði skulað rindað teimum umleið fýra milliónir krónur fyri sáttmálaskeiðið umframt at fáa ein nýggjan venjara inn. Kreppuloysn Nevndin hevur tó tikið vánaligu úrslitini til eftirtektar og hevur sett
á í Vágum, og hetta ger, at tey mugu toyggja seg tað, tey megna, fyri at hýsa øllum. Og í Vágum verður satsað upp á, at veðrið verður gott, soleiðis at øll flogførini megna at lenda. Umleið 750 týskarar [...] nógvir týskarar koma til landið loftvegis. Finnbogi Niclasen, stjóri á Flogvøllinum í Vágum, sigur, at týsdagin og mikudagin koma fimm flogfør úr Skotlandi og eitt kemur beinleiðis úr Frankfurt. Flogførini [...] til landið uttan atgongumerki, greiða týsk viðhaldsfólk frá. Men hvussu stórt talið er, veit eingin at siga við vissu.
fyri 2002 lagdur fram. Hann vísir, at felagið hevði 11,2 milliónir krónur í avlopi í fjør. Tað var nakað minni enn væntað, tí nevndin hevði roknað við, at avlopið fór at vera 15 milliónir krónur. Smyril [...] Umframt at leggja roknskapin fyri partaeigararnar var eisini nevndarval á skránni. Nevndarformaðurin seinastu mongu árini, Tórmóður Djurhuus tók ikki við afturvalið. Tað hevur ikki eydnast at fáa eina [...] umboðandi Tryggingarfelagið Føroyar. Greitt er, at nýggi formaðurin verður Hans Mortensen ella Klæmint Weihe. Viðtøkurnar fyri P/F Smyril Line siga, at formaðurin skal hava fastan bústað í Føroyum, og
Tað vísti seg, at serkunnleikin hjá Acrtic Import kom væl við, og skjótt fevndi virksemið so víða, at neyðugt varð at útbyggja og samstundis seta á stovn eina skrivstovu í Danmark, til at røkja teirra áhugamál [...] áhugamál. Danska skrivstovan varð løgd soleiðis, at møguleikarnir at koma til flogvøllin í Aalborg og til Grønlandshavnina vóru so góðir sum gjørligt. So við og við er hendan skrivstova vorðin høvuðssæti [...] Rumeniu, og tey eiga sonin Andrew. Arctic Import er ein handils- og tænastufyritøka, sum leggur seg eftir at vera ein samstarvsfelagi hjá vinnulívsfólki og almennum fyritøkum í Grønlandi og Føroyum. Fyritøkan
tikin. Sýslumaðurin sigur, at talan var um ein mann, sum gekk á vegnum í Miðvági við eini duplett, sum hann peikaði eftir fólki við. Hann hótti børn, sum gingu á vegnum, við at skjóta tey. Tá løgreglan fann [...] so mikið groft lógarbrot, at sak verður reist. Heldur ikki er tað fyrstu ferð, maðurin er í holt við løgrelguna, sigur Regin Jespersen. Hann er gamal kenningur, sum teir plaga at siga í slíkum føri. ?Ein [...] Løgreglan tók mannin, men mátti lata hann leysan aftur. Regin Jespersen, sýslumaður í Vágum, sigur, at løgreglan fekk fráboaðn um hendingina mánakvøldið og fór eftir manninum. Tá løgreglan fann mannin,
vælsmakkandi fiskaborði, og tað er ikki sørt, at hann eisini er kendur uttanlands. Country Sisters Eftir borðhaldið, fer kekkiski country-bólkurin, Country Sisters, at spæla til dans. Atgongumerkini til dansin [...] Samson Nesá sigur, at kekkiski bólkurin, sum eisini hevur útgivið fløgur, er kendur og væl umtóktur, eisini í Danmark, har tey eru við á konsertum. Í Mentanarhúsinum fara kvinnurnar at spæla fýra ferðir [...] aftaná við Country Sisters á Hotel Føroyum. Bæði tiltøkini kosta 285 kr. Hotellið hevur lýst við, at til ber at bíleggja eina "pakkaloysn", har tú rindar fyri døgurða, dans og gisting, sum tilsamans kostar