Havfrúnni at vinna róðurin hjá 5-mannaførum við kvinnum. Seinast gjørdi Ørnin tað bragd at vinna á kvinnunum úr Vestmanna, sum tá høvdu vunnið allar fýra undanfarnu róðrarnar. Tí var lagt upp til, at Havfrúgvin [...] Havfrúgvin fór at leggja nógva orku í fyri at vinna, tí ein sigur á Sørvági í dag hevði tryggjað teimum meistaraheitið. Men tað eydnaðist ikki. Í dag var tað tó Teistin, sum syfti Havfrúnni í einum øgiliga [...] framum Teistan. Vestmannakvinnur kláraðu tó ikki at halda fast og beint áðrenn málið fór Teistin framum aftur og tryggjað sær sigurin. Enn liggur tað tó til, at Havfrúgvin verður føroyameistari á ólavsøku.
sera fegnir um, at Vága Kommuna hevur játtað prinsippielt byggiloyvi til ætlanina. Enn restar at fáa øll tey teknisku viðurskiftini upp á pláss, men tað verður arbeitt við fullari orku at fáa tað uppá pláss [...] fyrireikingar er spakin nú settur í at fremja byggibúning og bygging av tveimum teimum fyrstu nýggju bygningunum í heildarætlanini fyri Zarepta í Vatnsoyrum. Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá Zarepta. [...] Birgir Andreasen og Poli Vang, sum vegna nevndina fyri Zarepta-legurnar standa á odda fyri arbeiðnum at fremja løgdu heildarætlanina. - Vit hava havt sera positivt samskifti við allar partar her í lokal
samstarvsavtaluni er at fáa dagført danska heilsulóggávu í Føroyum; at fáa sett í verk altjóða avtalur, og at styrkja samskiftið landanna millum um áleikandi mál á økinum. Einstøk dømi eru um, at broytingar í [...] hevði ávirkan á rættindini hjá føroyskum sjúklingum at kæra. Hetta er tó komið í rættlag aftur. Ætlandi skal samstarvsavtalan millum annað forða fyri at slíkt aftur kemur fyri. Skráin fyri vitjanina er hendan: [...] Karsten Hansen, landsstýrismaður við heilsumálum hevur boðið danska starvsfelaga sínum til Føroyar at kunna seg um føroyska heilsuverkið. Skipað verður fyri kunnandi vitjanum á fleiri stovnum, og framløgur
jólafrí. Men tað tók drúgva tíð at avgreiða fíggjarlógina, tí tinglimir skuldu atkvøða heilar 158 ferðir. Høvuðsorsøkin til tað var, at andstøðan royndi til tað seinasta at fáa ymsar broytingar í fíggjarlógina [...] n næstan tveir tímar. Tá ið komið var í helt, høvdu tinglimir hug at fýlast á mannagongdina, men løgtingsformaðurin gjørdi greitt, at tvinnir vóru kostirnir: Antin verður atkvøtt fyri hvørt uppskot sær [...] eitt broytingaruppskot fram og tá ið alla tær atkvøðugreiðslurnar vóru lidnar, skuldi Løgtingið um at seta fíggjarlógina í gildi, soleiðis sum hon nú lá. Øll 156 broytingaruppskotini hjá andstøðuni vórðu
verið, eru og altíð fara at vera teirra egnu privatu Guðsgivnu gávir, so verða samstundis aðrar av fólksins ognum tillutaðar somu vælbjargaðu fólkum sum flatskattalætti. Hetta tykist at vera sera kriminelt [...] herjar høgra á øll hini við einum niðurskurði fyri og øðrum eftir. Tað kann vera torført at vita, hvar mann skal byrja at taka dømir, og hvar mann skal enda, men her verður so gjørd ein roynd í tilvildarligari [...] Og teir tosa um fólkaflyting, og um at fáa fólk heimaftur. Hvat í Himmnalsins navni, mann ríða hesum fólkum? Tey mugu í minsta lagi hava etið bláseym, um tey halda, at førdi politikkurin førir til annað
Føroyum, skrivar Allan Simonsen í nýggju bókini. Orsøkin til, at Allan Simonsen tók av venjarastarvinum í Føroyum var, at hann fekk frið at byggja nakað upp, og honum dámdi uppgávuna, hóast hann kundi fingið [...] evni, sum hann støðugt noktaði at gera viðmerkingar til í fjølmiðlunum. Eisini greiðir hann frá, hví hann – eftir eitt ikki serliga væleydnað tíðarskeið í Vejle - valdi at fara til Føroya, eftir hann áður [...] royndirnar um eina altíð sensatiónshungrandi pressu – ikki minst í Spania - mundu eisini gera sítt til, at Allan sjálvur vildi seta dagsskránna í tí, sum skrivast skuldi. Tað gjørdi hann so sanniliga eisini
hevur samtykt at játta tilsamans 300.000 krónur til filmsverkætlanina fyri árini 2012 og 2013. Ein arbeiðsbólkur við eitt nú umboðum fyri ferðavinnuna, sum hevur søkt um stuðulin, sigur, at arbeitt verður [...] verður fyri at fáa filmsætlanina framda av tí, at filmurin kann skapa áhuga fyri Føroyum sum heild, geva arbeiðspláss og leggja inntøkur eftir seg til landið. Daniella Sandberg úr Sørvági, sum býr í Svøríki [...] fyri at føra bóndaættina víðari. Richard Hobert hevur gjørt handritið til filmin, sum í høvuðsheitum verður spældur inn í Vágum, Bø. Gásadali og á Víkum, eins og í Koltri og í Mykinesi. Ætlanin er at taka
Á bygdaráðsfundi í Sørvági hin 28. november varð samtykt at geva byggiloyvi til víðkan av elverkinum í Mykinesi. Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmæli hjá teknisku nevnd í Sørvágs kommunu. Esbern í Eyðansstovu [...] Eyðansstovu, sum hevur um hendi elverkið í Mykinesi fyri SEV, sigur, at talan er ikki um nakra stóra útbygging. - Vit fara at byggja umleið hálvan triðja metur upp í verkið, sum er einar seks metrar breitt [...] el-talvum og øðrum. Hann vísir á, at tríggir motorar eru á elverkinum í Mykinesi. - Sum oftast er bara hin eini motorurin í gongd, men um summarið, tá fólk leita sær út í bygdina at halda frí, eru gjarna tveir
Clayton Soares verið við til at mynda føroyskan fótbólt, Hesi undanfarnu árini Clayton Soares hevur spælt við B71, 07Vestur og ÌF, hevur hann eisini havt vanlig arbeiði, fyri at kunna vinna sær eina liviliga [...] umsitingar-frumskógini, sum teir í ÌF hava verið ígjøgnum, fyri at fáa arbeiðsloyvið hjá Clayton Soares uppá pláss. Magnus hevur upplivað at verða avgreiddur frá útlendingastovuni í Føroyum til Udlændingeservice [...] børnini blakaði úr skúlanum. Tí er tað sera umráðandi fyri Clayton Soares, at málið verður loyst sum skjótast. Tað ber til at hoyra prátið við ÍF-formannin, Magnus Jørmundson um hetta serliga málið í
havgølt, lodnu og hvítingsbróður. Hartvig Joensen á Havsbrún sigur, at tey eru væl nøgd ráfiskanøgdina higartil í ár, tá hugsað verður um, at samlaða nøgdin í fjør bert var á 55.000 tons. - Okkara besta ár [...] á, at hevði fóðurvirkið fingið fatur á umleið 130.000-150.000 av ráfiski um árið, hevði hetta verið nóg mikið til alt tað fiskafóður, sum føroyska alivinnan krevur. - Tá hevði ikki verið neyðugt at innflutt [...] Fuglafirði. Hetta er aðru ferð, at skipini eru á Fuglafirði í ár, og í báðum førum hevur fiskaslagið verið havgøltur. Fyrr ferð, skipini landaðu, var 24. januar. Hartvig sigur, at mikudagin kemur eisini norski