enn at danski dómarin í Føroyum ikki kennir tað føroyska flaggið. Tí eisini í Keypmannahavn sæst hetta merkiliga flaggið, eitt nú á eyðkendu flaggstongunum í torninum á Børsen. Tí er vandi fyri, at onkur [...] Føroyum fær fyri hetta brotsverkið. Tí tað er valla lógligt, at ein statsstovnur flaggar við følskum, ella ólógligum flaggi. Og er tað so galið, at allir statsstovnar úti í stóru verð eisini flagga við hesum [...] dómarin flaggar við í dag er ikki føroyskt, hóast tað var ætlanin. Forsætismálaráðið hevur gjørt av, at Merkið skal veiftra á øllum teimum 638 statsligu flaggstongunum í dag - á tjóðardegi føroyinga, ólavsøku
eru tó tald, tí at í dag kunnger Fininvest, sum er ein fyritøka hjá Berlusconi, at kinesiskir íleggjarar hava keypt felagið frá Berlusconi. Prísurin at keypa AC Milan verður mettur at liggja um 3,4 milliardir [...] kunnger Fininvest, at virðið á AC Milan liggur um 5,5 milliardir. Tó hevur felagið eisini eina skuld upp á heili 1,6 milliardir krónur. Silvio Berlusconi sjálvur grundgevur fyri søluni, at hann ikki hevur [...] hevur neyðugu heilsuna longur at reka eitt slíkt fótbóltsfelag. Hann er blivin heili 79 ár nú. - Eg vil geva Milan víðari til nakrar eigarar, ið kunnu gera felagið til eitt fótbóltsligt stórveldi aftur. Ikki
vøllinum við skaða. Tað eydnaðist Neistanum at javna til 28-28 ein góðan minutt áðrenn leiklok, og tað merkti, at VÍF vegna regluna um útivallarmál varð noytt til at vinna dystin við tveimum málum, um tær skuldu [...] hjá VÍF og Neistanum var í høllini í Vestmanna í kvøld. Neistin hevði vunnið sær lítlan mun eftir at tær vunnu fyrra dystin í høllini á Hálsi 28-27. Tað var heimaliðið VÍF, sum kom best frá byrjan og [...] 5-5, men tá beit VÍF aftur frá sær og kom á odda 10-6. Neistin stríddist væl og tað eydnaðist teimum at vinna seg upp aftur á javnt 12-12 og síðani 14-14, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan. Milica Rankovic
vísir at í løtuni eru 898 fólk arbeiðsleys. Men av teimum eru 358 mannfólk og sostatt eru tað 540 kvinnur, sum eru arbeiðsleysar. Tað merkir, at 2,5 prosent av monnunum eru arbeiðsleysir, men at 4,3 prosent [...] tað vanligt, at arbeiðsloysið er størri hjá kvinnum enn hjá monnum. Einasta undantakið er í tíðarskeiðnum, tá arbeiðsloysið vaks skjótt eftir fíggjarkreppuna 2009-2010. Tá arbeiðsloysið fór at minka aftur [...] er minsta arbeiðsloysið hjá teim yngstu 16-24 ár. Fleiri orsøkir kunnu vera til tað. Ein kann vera, at í hesum aldursbólki eru lutfalsliga fleiri, ið hvørki eru skrásett í ALS- ella Almannastovuskipanini
Føroya Rætti, har tey eru ákærd fyri at hava brotið politiviðtøkurnar og grindareglugerðina eftir grindadrápið á Sandi síðst í august. Átta fólk eru ákærd fyri at hava lagt seg út í grindadrápið í trimum [...] eru ákærd fyri brot á grindakunngerðina og politiviðtøkurnar, og ákærin krevur at tey vera dømd 1000 krónur í bót hvør, og at hald verður lagt á teir tríggjar bátarnar, sum løgreglan legði fyribils hald [...] dyldu ikki fyri, at tey kendu til hetta markið, men, søgdu tey, tey hildu hetta einans vera galdandi inntil hvalirnir vóru deyðir. Tí mettu tey seg einki skeiv hava gjørt, tá tey, eftir at hvalirnir vóru
arbeiðið, sum MBF ger, har ljós eisini verður varpað á týdningin, at allir føroyingar, uttan mun til brek, fáa eitt góðskufult lív og møguleika at gerast so sjálvbjargnir sum gjørligt, sigur MBF í tíðindaskrivi [...] limatali, er tað eyðsæð at áhugamálini hjá limafeløgunum og limunum eru nógv og fjøltáttað. MBF arbeiðir við brekaðpolitikki, ið umfatar øll samfelagsviðurskiftir, og arbeiðir fyri, at øll skulu hava somu [...] rørslubrek - Við hesum bjóða vit tykkum vælkomnum inn á nýggju heimasíðuna hjá MBF, sum vit fara at gera alt fyri at halda dagførda og viðkomandi.
Kaj Leo Holm Johannesen brúkti í ólavsøkurøðu sínari búskaparlig lyklatøl fyri at vísa á, at Føroyar hava framgongd í hesum døgum. - Ein vaksandi búskapur er fyritreyt fyri fólkavøkstri og vælferð. Vit [...] Evropa. Nógv bendir á, at okkara útflutningur aftur setur met í ár. Samlaða íkastið frá alivinnuni, uppsjóvarvinnuni og fjarfiskiflotanum hevur ongantíð verið størri. Hann viðurkendu tó, at landsstýrið hevur [...] hall á fíggjarlógini. samgongan hevur sett sær fyri at fáa javnvág í 2016. Hetta halda vit fast um, og við verandi búskapargongd er nógv, sum bendir á, at vit røkka málinum, segði løgmaður í ólavsøkurøðuni
Tað gongur væl hjá Skráseting Føroya at fáa inn roknskapir. Freistin hjá partafeløgum og smápartafeløgum at lata inn roknskapir fyri 2013 var 1. juli. – Tað er faktiskt rættiliga gott, sigur Kristian [...] Ottosdóttir á Skráseting Føroya. Hon sigur, at onkuntíð hava manglað bæði 1.300 og 1.500 roknskapir, tá freistin er farin 1. juli. Hon sigur, at 1. juli í ár høvdu tey fingið 60 fleiri roknskapir, enn [...] Føroya hevur fingið eina nýggja skipan at taka ímóti roknskapum. Meðan teir fyrr skuldu latast inn á pappíri, so skulu teir nú latast inn í talgildnum formi. Tað ger, at roknskapirnir koma beileiðis inn í
í fyrsta umfari eydnaðist at vinna fulla úrtøku í Gøtu. Argjamenn eru á niðurflytingarplássi, og málmunurin er 7-21! Tølini siga, at tað er soltið í framrættaða partinum, og at tað er heilt galið í verjuni [...] í vikuni vant á Argjum, og hann verður við í ferðalagnum til Fuglafirðar. Tað er kærkomið á Argjum at fáa ein spælara aftrat, tí nógvir eru skaðaplágaðir: Andras Bixen, Gert Drangastein og Jógvan Skeel [...] Dion Splidt, Beinir Ellefsen, Sorin Anghel, Jóan Símun Edmundsson og Kári Nielsen verða førir fyri at spæla í dag. Hjá fuglfirðingum hava úrslitini seinastu vikuna verið lítið hugalig, og avrikini hava
sum var fyri at hava stungið Hjalmar Holm í hálsin tríggjar ferðir við kvívi, so at hann doyði. Men tá dómarin spurdi tann 23 ára gamla, um hann játtaði seg sekan, svarði verji hansara, at skuldsetti ikki [...] enn. Ákærin bað um, at rættarfundurin skuldi fara fram fyri afturlætnum hurðum, tí hon fór at lesa upp vitnisfrágreiðingar og annað, sum ikki mátti koma út alment, tí tað fór at órógva kanningararbeiðið [...] tey bæði umboðini fyri Miðlahúsið og Kringvarpið, sum vóru til staðar í rættarsalinum, vóru biðin um at fara av rættarfundinum. Hini í rættarsalinum vóru umboð fyri politi, ákæruvald og dómari. Les eisini: