vænta tær í Rom hesa ársins tíð, sigur Cathrine við BBC. Írska kvinnan sigur, at hon ferðaðist til jarðarferðina hjá pávanum fyri at heiðra hann og hansara drúgva arbeiði. Frans pávi, sum hevur verið pávi síðani [...] lagt leiðina framvið kirkjuni at siga pávanum farvæl. Fríggjakvøldið vórðu hurðarnar í Pæturskirkjuni stongdar, eins og kistan varð stongd og innsiglað. Frans pávi hevur valt at verða lagdur til hvíldar í [...] kilometrar frá Vatikaninum. Tað er fyrstu ferð í meira enn hundrað ár, at ein pávi er grivin uttan fyri Vatikanið. Pávin hevur biðið um at verða jarðaður í einari einfaldari trækistu. ##med3## Fleiri heimsleiðarar
og tykkum sum góvu køkur og annað gott. Tað hevur verið ein troyst at vita, at vit ikki standa einsamallar, og rørandi at síggja, at Hans Jacob hevur sett síni spor hjá so mongum. Takk til familju, vinir [...] tit gera hvønn dag, fyri at hjálpa menniskjum í teirra mest sárbæru løtum. Takk til manningina umborð á Smyrli fyri hjálpina á túrinum suður. Takk til Tvøroyrar Hornorkestur fyri at spæla so vakurt á Krambatanga [...] vakrar minningartalur um hann. Takk til Ljómur, Jens, René, Jón, Fríða, Inga, Bernard og Jógvan fyri at syngja og spæla vakrir sangir, takk til Finnur fyri vakrir tónar, og takk til Ljóðtøkni. Takk til VB
stillaði upp í staðin, og hon endaði við at tapa valið fyri Trump. Á sosiala miðlinum X bjóðar Harris eggjan til Biden. - Joe er ein stríðsmaður - og eg veit, at hann fer at møta hesi avbjóðing við somu styrki [...] hansara frá, sambært Reuters. Hetta vísir, at hóast talan er um eitt ágangandi slag av krabbameini, so er tað hormonviðkvæmt. Sambært skrivstovuni ger hetta, at sjúkan kann handfarast effektivt. Krabbamein [...] fram, tá hann framvegis var forseti. Her hevði hann eina skroypiliga rødd og hevði eftir øllum at døma ilt við at minnast árið, tá sonurin doyði og tá Trump fyrstu ferð varð valdur. Sonur Biden, Beau Biden
vanliga góðkenning frá kongressini. Men Donald Trump hevur ført fram, at hann eisini hevur heimild at seta nýggjan toll, og ført fram, at handilsjavnan hjá USA er ein tjóðarneyðstøða. Samveldishandilsdómstólurin [...] lagdur á bilar, stál og aluminium. Ein dómaranevnd við trimum dómarum dømdi, at Donald Trump er farin út um sínar heimildir við at seta ein generellan toll á innflutning úr londum, sum selja fleiri vørur til [...] av valdinum at áleggja toll vildi verið ein óhóskandi flyting av lóggávuvaldinum til ein annan part av stjórnini, skrivar panelið í fráboðan sambært AFP. Dómararnir komu til ta niðurstøðu, at ein og hvør
millum 4,8 og 8 prosentum. Roknað varð frammanundan við, at partabrævamarknaðirnir fóru at verða merktir av stórum afturgongdum í dag, sum úrslit av, at Kina fríggjadagin boðaði frá einum týðandi svari til [...] blóðreyður út í Evropa í morgun. Fremsta týska DAX-vísitalið fall við næstan tíggju prosentum eftir at virðisbrævamarknaðurin í Frankfurt læt upp klokkan 09:00. Tað upplýsa BBC og tíðindastovurnar dpa og [...] Evropa, Týsklandi. Franska CAC 40-vísitalið var fallið við góðum seks prosentum eitt korter eftir, at partabrævahandilin varð latin upp í París, og ein líknandi afturgongd sást í FTSE 100-vísitalinum í
upp á at keypa rættindi og prentfílur, umframt 363.145 kr. til týðarasamsýning. Tað fyriliggur ikki nakað neyvt tal yvir, hvussu nógv NÁM hevur brúkt í sambandi við at týða bøkur, hetta tí at týðing ikki [...] Metir landsstýrismaðurin, at tað er nóg mikið? 2) Hvør týðir tilfar til føroyskt, og hvat slag av tilfari týða tey? 3) Hvussu nógv fíggjarorka verður tilsamans nýtt til at fáa til vegar týtt tilfar árliga [...] økinum hjá landsstýrismanninum? 4) Verður arbeitt við at menna eina útbúgving í týðing á Fróðskaparsetri Føroya? Í svarinum vísir landsstýrismaðurin á, at seinastu fimm árini hevur Nám givið út umleið 20 bøkur
vegleitt yvir 22.000 fólkum í 92 londum í at gerast tryggir og sannførandi samskiftarar. Stewart brennir fyri at hjálpa sínum viðskiftafólki at gerast trygg í at fortelja sína søgu og bera teirra boðskap [...] hjá Microsoft síðan 2015 og hjá Google síðan 2018, umframt at hann hevur vant søludeildina hjá Visa í Bretlandi og Írlandi. Stewart Bewley fer at vísa, hvussu tú fangar áhoyrarar – óansæð um tú leggur eina [...] altjóða tøkni og listaráðstevnan TONIK, verður í SILO í Sjóvinnuhúsinum 9.mai. Hetta er triðja árið at skipað verður fyri festival líknandi ráðstevnuni, sum hevur verið útseld hvørt ár. Ráðstevnan er ein
hjá EB/Streymi plagar at vera elevatorlið, sum ferðast millum 1. og 2. deild. Síðsta heyst flutti liðið upp í næstbestu deildini, og nú sær tað heilt øðrvísi út, enn tað plagar at gera. Í dag var næstbesta [...] spenningur av álvara at vera kveiktur, men minuttin eftir svaraði heimaliðið aftur, tá ið Tóki Johannesen skoraði til 3-1. Uppleggið átti Gutti Dahl-Olsen. Teir báðir – Tóki og Gutti – plaga at vera á listanum [...] besta liðið hjá EB/Streymi spælir. Mikudagin fer B36, sum hevur eitt stig, at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og tá fer EB/Streymur at spæla á útivølli í Klaksvík.
líkindum at síggja teir fara í so stórari kapping út eftir Trongisvágsfirði. Eftir at Skúgvur noyddist at sleppa, kendist tað eina løtu sum um, at Víkingur hjá Havnar Róðrarfelag hevði hug at bjóða Skúgvi [...] Tað letur til, at 6-mannafarið hjá teimum í Hvannasundi og Norðdepli fer at vinna FM heitið. Í dag vann Sundabáturin fyri triðju ferð og hevur harvið fulla úrtøku í FM kappingini. Tá ið Sundabáturin fór [...] ferðirnar hevur Víkingur ikki verið millum teir fremstu, og fram ímóti málinum vísti Víkingur seg ikki at vera so drúgvur. Skúgvur vann kappingina um næstfremsta plássið fyri triðu ferð í ár, og Sølmundur
sigur Ruth Absalonsen, at tey hugnaðu sær óført saman, og tað var ein heilt serlig løta at hitta fólk úr ymiskum pørtum av heiminum. - Nógvar vóru søgurnar, og tað var stuttligt at síggja, hvussu ómetaliga [...] fyritøkur og virksemi í bygdini. Benjamin dugir sera væl at greiða frá - eisini fyri teimum, sum ganga gøturnar fyri fyrstu ferð. Hon vísir á, at eftir einar tveir tímar leiddi Benjamin tey aftur til fjálgu [...] hevur skrivað greinastubban. - Henda fyrsta hósdagin, sum gongutúrurin var á skrá, var eg so heppin at vera við. Dagurin byrjaði heima hjá Lilju, har vit vóru sera væl móttikin. Veðrið var frálíkt – ljóst