gjøgnum rættarkanningarnar, at hann hevði eitt skotsár í høvdið, áðrenn bilurin sprongdist í luftina, sigur sjeriffurin í Las Vegas, Kevin McMahill. Myndugleikarnir siga, at maðurin helst sjálvur hevur [...] Myndugleikarnir kanna framvegis málið. Fyrr í dag segði amerikanski forsetin, Joe Biden, at ein kanning er í gongd fyri at fáa greiðu á, um tær báðar hendingarnar hava samband. Sambært AP hevur Livelsberger [...] herinum. Tað upplýsir AP-tíðindastovan. Maðurin æt Matthew Livelsberger, upplýsa myndugleikarnir. Umframt at Livelsberger doyði, so fingu sjey fingu fólk skaða í spreingingini. Livelsberger var partur av Green
Nordjyske veit at siga, at orsøkin til eldin framvegis er ókend. Løgregla og brunateknikarar eru eisini í dag umborð á Glyvursnesi, og arbeitt verður saman við Sjóferðslustýrinum fyri at finna út av orsøkini [...] seinni at sløkkja eldin. Glyvursnes kom til Hirtshals fyrrapartin hósdagin, tá skipið kom úr Íslandi. Vaktleiðarin hjá Nordjyllands Politi, Jesper Sørensen, segði tíðliga í morgun við Nordjyske, at maðurin [...] orsøkini til eldin. Danska heimasíðan sigur, at Sjóferðslustýrið afturheldur skipið, meðan kanningarnar fara fram. - Hetta er ein syrgilig vanlukka, sum vit taka í stórum álvara, sigur Sjóferðslustýrið.
rørslan fer at lata leysar sum liður í eini avtalu. Tað boðaði skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, frá í kvøld. Stutt frammanundan boðaði ein kelda hjá Hamas frá, at hernaðarliga [...] frá, at hernaðarrørslan vil fáa eina avtalu sum skjótast. Tað er tó ikki greitt beinanvegin, hvussu langt frá hvørjum øðrum partarnir eru. Ísraelskar keldur siga, sambært blaðnum Times of Israel, at framgongd [...] samráðingunum, men at tað framvegis eru fótonglar á vegnum til eina avtalu. Hetta snýr seg serliga um talið av gíslum, sum skulu sleppa leysir í fyrsta lagi. Ísrael óttast fyri, at tað ikki verða fleiri
setanina fer arkitekturin, Ósbjørn Jacobsen, at hugleiða um tað góða handverkið. Ímeðan kappingin er í gongd, fara næmingar í 8. flokki at vitja, har teir sleppa at síggja lærlingarnar arbeiða og fáa innlit [...] februar á Glasi, og vit vilja fegin bjóða áhugaðum – serliga næmingum, foreldrum og vinnulívsfólki – at koma at síggja dygdarhandverk og møta teimum, sum mynda framtíðina í føroyskum handverki. Kappingin byrjar [...] 13:50 eru allar kappingar lidnar. Síðani fara dómararnir at meta um avrikini, áðrenn vinnararnir verða kunngjørdir og heiðraðir kl. 16:00. Vit vóna at síggja nógv fólk til hetta týdningarmikla tiltakið, har
roynd at flyta heim aftur til Føroya aftaná næstan 30 ár í Danmark. Tað er tó ikki lætt at flyta heim aftur. Hann endar í einum yvirforbrúki av bæði øli og recept-heilivági, og umhugsar tí kraftigt at fara [...] – A slippery slope fyri sovorðnar typur sum meg at koma til Føroya… Soleiðis sigur vestmenningurin Róin Siggertsson millum annað í nýggja dokumentarfilminum, ið hevur heitið “Róin – Spælimaðurin við heimsins [...] fara niður aftur. Men so hendir tað óvæntaða – hann skal vera pápi. Eitt vegamót, sum krevur, at hann má broyta lívsstíl. Leikstjóri er Pætur H. Evensson, og hann hevur fylgt Róin síðan 2021. Gorm Just hevur
Strandferðsluna at keypa sær eitt kort at ferðast við. Strandferðslan hevur stuðlað menningini av skjáttuni hjá Talgildu Føroyum við talgildari ferðaseðla-sølu fyri eyga. Skjótt fara tey ferðandi tí at kunna brúka [...] Føroyum, men er ikki pendlari, verða 10 krónur lagdar aftrat einvegis ferðaseðlinum. Av tí, at farið verður aftur til at rinda fyri einvegis ferðing, er broytingin 20 krónur t/r. Fyri ein ikki-búsitandi í Føroyum [...] einfaldari við færri bólkum. Frameftir fara prísirnir at avspegla, hvussu nógv pláss akfarið brúkar á dekkinum. Á bygdaleiðum fara allir ferðaseðlar at hækka 5 krónur. Keyp av ferðaseðlum verður frameftir
somuleiðis at bera fram eina heilsan, umframt at ein sekkjapípuleikari fer at seta sín dám á løtuna. Bretska sendikvinnan til danska kongsríkið, Joëlle Jenny, sigur í viðmerking, at hon er sera [...] ár síðani, at bretar, sum tann fyrsta tjóðin, viðurkendu Merkið, sum føroyska flaggið. Í hesum sambandi fer Neil Bellamy, verjufulltrúi á bretsku sendistovuni í danska kongsríkinum, at bera fram eina [...] flaggrøðu, verður eisini ein serlig heilsan frá bretsku stjórnini, nú tað í ár eru 85 ár síðani, at Stóra Bretland, sum tann fyrsta tjóðin, viðurkendi Merkið, sum føroyska flaggið. Havnar Hornorkestur
ikki nóg gott til at vinna, staðfestir Gilli Rólantsson Sørensen. Bæði FC Suðuroy og TB fara mánakvøldið um Suðuroyarfjørð at spæla í steypakappingini: FC Suðuroy fer mánakvøldið at spæla á Argjum, og [...] -Tað er stórt vónbrot at tapa ímóti tí liðnum, sum ikki hevur skorað nakað mál undan grannauppgerðini í dag, og sum ikki skapti fleiri møguleikar í dag. Vit mugu bara staðfesta, at hugburðurin og avrikið [...] sum var uttan úrtøku, var FC Suðuroy. Seint seinnapartin var TB gestur á Vágseiði, og tað endaði við, at FC Suðuroy vann 1-0. Einasti málskjútti í dag var miðvallarin Dánjal Godtfred. Hann sendi beinanvegin
russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov, um enn ólidna uppskotið. Amerikanska stjórnin ætlar at halda fram við at arbeiða við ólidnu friðarætlanini við sendinevndum úr Evropa og Ukraina í bretska høvuðsstaðnum [...] næstu viku, sigur keldan. Parallelt við fundirnar í London ætlar USA at senda diplomatiska sendiharran Steve Witkoff til Miðeystur at hitta eina sendinevnd úr Russlandi, sigur keldan við CNN. Fríggjakvøldið [...] amerikanski forsetin, Donald Trump, og uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, at tey skulu síggja tekin um skjóta framgongd, um USA skal halda fram at luttaka í friðarsamráðingunum. - Vit mugu finna útav um nakrar dagar
heimavølli. Sum seinni hálvleikur leið var leikmyndin, at KÍ var í álopi, og at B36 var í verjustøðu. Hugflogið hjá heimaliðnum var ikki nakað at rópa hurrá fyri, og Bogi Reinert-Petersen og Mattias Weihe [...] steypakappingini, so vísti tað seg at vera skeiv rokning. KÍ hevur vunnið sær pláss í hálvfinaluni, men tað leyp einki av ímóti B36, sum var minni enn tveir minuttir frá at vinna seg í hálvfinaluna. Eftir [...] skúlating. Teir vístu á ongan hátt, at teir vóru imponeraðir av heimaliðnum. Ikki serliga royndu B36 spælararnir vóru ágangandi og stressaðu heimamenninar, sum plaga at fáa frið á egnari hálvu, tá ið teir