Gott og væl 30 húsarhald eru við í royndarskipanini, og hesi húskini hava seinastu sjey vikurnar skilt matleivdir frá vanliga húsarhaldsruskinum. Tunnan við matleivdum verður tømd 3. hvørja viku og er nú [...] fevnir um at blanda matleivdir, tøð og træspónir saman, og hetta verður gjørt í fiskakassum við loki á. Processin frá matleivdum til sankutøð skapar ávísan hita, og eftir 3 vikur var hitin í fyrstu blandingini [...] ferð í farnu viku). Nøgdirnar hava báðu ferðirnar ligið um 400 kg. av matleivdum ella í miðal gott og væl 13 kg. fyri hvørt húski, ella útvið 4,5 kg. um vikuna fyri hvørt húsarhald. – Sum skilst, so vigar
undankappingardyst í ukrainska høvuðsstaðnum Kiev. Teir eru farnir at hvíla seg og leggja ráð um, hvussu tað nú skal farast fram, og tað er eingin orsøk hjá føroyingum at hanga við høvdinum. Støðan í hálvleikinum [...] heimaliðið legði seg framum 7 – 3, men seinna partin av fyrra hálvleiki hevur føroyska liðið av álvara víst, at tað er ført fyri at kappast á hesum støðinum. Verjuspælið er væl skipað, og í álopinum duga føroysku [...] at halda høvdið kalt og at spæla skipað álopsspæl, sum ber góðar málmøguleikar við sær. Síðani Ukraina var frammanfyri 13 – 9, hava tað ongantíð verið meiri enn trý mál á muni, og nú tað er hálvleikt,
løtuni, og væntandi er, at flestu skip koma inn at landa í morgin, mánadagin, og onkur kemur helst miðskeiðis í vikuni. - Línuskipini, sum fiska undir Føroyum, fáa mest av toski, hýsu og longu og so nakað [...] fiska hin 7. mai. Heimasíðan veit eisini at siga, at frystilínuskipið Klakkur er komin undan Íslandi. Teir byrjaðu at fiska hin 28. mars og hava 260 tons av avhøvdaðum fiski, mest hýsu, toski og longu. [...] gongdina. Fimm ísfiskalínuskip fiska í íslendskum sjógvi í løtuni. Væntandi landar eitt av hesum mánadagin og tvey seinni í vikuni. Bæði tey seinastu skipini koma helst í aðru viku. Umframt føroysku ísfiskalínuskipini
Tað hevur ligið í kortunum leingi, og í dag gjørdist tað gott og væl greitt: H71 og Neistin skulu spæla FM-finalurnar í FTZ-deildini hálvan apríl. H71 vann tryggan 31-23 (18-10) sigur á Kyndli í dag. Í [...] viðmerkjaran hjá Rás2, Claus Rasmussen taka samanum dystin millum H71 og Kyndil, og hoyr Claus meta um FM-finalustríðið í bæði FTZ-deildini og í hvonndeildini. Støðan (Kelda: HSF) Dystir Vunnin mál Tapt mál [...] . TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2 1) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við 19 ára gamla Andrias Fríðuson Gaard hjá H71, sum fekk møguleikan í dag, og skoraði eitt mál. 2) Hoyr samrøðuna
brutu hann og tveir vinmenn inn í døgnkioskina Non-stop á Vestaru Bryggju í Havn. Ílatnir maskur og hettur, brutu teir rútin inn í kioskina og síðani rútarnar á automatunum, sum har stóðu og fóru avstað [...] avstað við sodavatn og slikk. Maðurin játtaði seg sekan í ákæruni. Av ymsum orsøkum hevur tað tikið drúgva tíð at viðgera málið og ímeðan eru aðrar ákærur lagdar afturat. Maðurin bleiv tí eisini dømdur fyri [...] í samband við eitt ferðsluóhapp á Argjahamri í 2014, umframt at hann var funnin sekur í at hava 0,7 gramm av amfetamin á sær eitt kvøldið í 2016. Ákærdi fekk so 20 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri
við at meta um váðan og framtíðarútlit annars, niðurskrivað og sett av móti tapi uppá útlán 17,2 mió.kr. Gjaldførið hjá Norðoya Sparikassa er sera gott. Eginpeningurin er nú 265 mió. og solvensurin 15,1 % [...] hevur verið lægri í 2009 enn í 2008. Somuleiðis er inntøkan av kostnaði og provisjónum lækkað. Útreiðslur til starvsfólk, umsiting og aðrar vanligar útreiðslur vóru fyrra hálvár 2009 27 mió. kr., sum er eitt [...] vóru 17,2 mió. kr. fyrra hálvár 2009 móti 6,7 mió. kr. sama tíðarskeið í 2008. Hóast tað í 2009 eru tíðulig tekin um, at afturgongdin á mongum økjum er steðgað, og at avmarkað framgongd er staðfest á fleiri
Land og Sveini fyri ótrúliga og pallmyndina fantastiska. Harumframt hevur Perez Hilton eisini lagt eina leinkju út til framførsluna hjá Sveini. Les stuttu umrøðuna hjá Perez Hilton um Oh Land og Svein [...] -sveinur-performance#.T3F7yWHUPjI Gaman í, Perez Hilton hevði neyvan nevnt Svein, um hann ikki framførdi við Oh Land. Men tað var júst tað hann gjørdi, og í USA viga orðini og reglurnar hjá Perez Hilton [...] Tað er ikki bara í Føroyum og Danmark, at framførslurnar hjá Sveini Gaard Olsen hava vakt ans. Perez Hilton, stjørnubloggarin mikli, ið skrivar um allar stjørnurnar »over there«, skrivar í dag um X Factor
Brandi Halgirssyni og Tønder hjá Teis Horn Rasmussen og Sjúrði Olsen. Sama kvøld spæla Leivur Mortensen og Odder á útivølli móti Midtjyllandi. Komandi sunnudag spæla Ròkur Akralíð og Odense á útivølli móti [...] Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ vunnu á Brandi Halgirssyni og hansara liðfeløgum í Ajax á heimavølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag. HØJ vann 34-29. Í steðginum var HØJ á odda 17-14 [...] Rói Berg Hansen og HØJ á útivølli móti HEI Skæring. Nr Lið: Dystir Stig 1 Team Sydhavsøerne 5 8 2 IK Skovbakken 5 8 3 HØJ 5 8 4 HC Midtjylland 5 8 5 Odder 5 6 6 Grindsted GIF Håndbold 5 6 7 TM Tønder 5 5
Orkestrið kom til íslands fríggjadagin og sum tað allarfyrsta, fór allur hópurin við tónleikarum, lærarum og fyriskiparuum til konsert við íslendska symfoniorkestrinum í Eldborg, stóra salinum í Hørpuni [...] serstakliga væl samanspælt og áhoyrararnir sera fegnir um konsertina. Leygardagin spældi orkestrið saman við symfoniorkestri úr Hafnafirði. Orkestrini framførdu fleiri verk saman, og soleiðis komu føroysku [...] tónleikarum og at lurta eftir tónleiki á høgum støði. ##med4## Eisini hevur leiðsla Tórshavnar Musikkskúla skift orð um musikkskúlaviðurskifti við leiðsluna í musikkskúlanum í Hafnafirði, og soleiðis deilt
lækkaðar millum 23 og 34 prosent, samstundis sum lønarútreiðslurnar í almenna Kringvarpinum eru øktar 13 prosent. Hetta eru staðfest roknskapartøl fyri ávíkavist Kringvarpið, Dimmalætting og Miðlahúsið, ið [...] gongd. Í 2007 vóru samlaðu lønarútreiðslunar fyri Sosialin og Rás2 13,8 milliónir krónur. Í 2011 vóru samlaðu lønarútreiðslurnar komnar niður á 10,7 milliónir. Sama tíðarskeið hevur gongdin verið tann øvugta [...] Kringvarpið er talan um eina lønarøking á 13,2 prosent. Fyri Dimmalætting og Miðlahúsið er talan um eina afturgongd á ávíkavist 34 prosent og 23 prosent. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, skal fyrrapartin