veit ikki, um tað verður hann ella onkur annar, sum fer at spæla í tí plássinum mikukvøldið, men sjálvandi harmist eg um, at tað ikki er møguleiki hjá mær at vera við í hálvfinaluni, og so er spurningurin [...] Ási Dam, sum er leigaður úr HB og til 07 Vestur. Hann varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin. Eftir steðgin var AB í nógv betri útgávu enn í fyrra hálvleiki, og tá eydnaðist tað at minka um munin. Málskjútti [...] Gundadal at spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Dánial Pauli Lervig og Magnus Holm Jacobsen vóru ikki á listanum, og tað var ikki fyrr enn í 90. minutti, at Uros Stojanov varð skiftur inn
tilmælið, eydnaðist tað at semjast um at seta MLV til 11.708 tons fyri 2024. Tað er ein hækking á góð 92%. Føroyska toskakvotan verður sostatt 2.617 tons. Kvotan hjá Føroyum fyri svartkalva verður 193 [...] umsitur. Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35%. Á ársfundinum verður støða tikin til mest loyvdu veiðu, stytt MLV, fyri tey fiskasløg, sum eru í NAFO økinum. Hetta verður gjørt við støði í vísindaligu [...] urin fara at vaksa, ella eru støðugir, um veiðitrýstið heldur seg undir burðardygga fiskimarkið. Sambært Vísindaráðnum ber til at fiska rættiliga nógv meira enn í 2023, tá MLV varð sett til 6.100 tons
Tað er gott at kenna seg takksaman og hepnan, eftir at hava kent eina menniskju í gjøgnum eitt langt lív. Hetta var kenslan eg sat eftir við, nú boðini bórust um, at Anna Larsen var farin. – Ein kensla [...] nógva orku í og sett nógva tíð av til felagsins besta í meir enn hálva øld. Eitt av hesum nøvnum er Anna Larsen! Men Anna var ikki einsamøll um sítt nærlagni! Petur, maðurin, var eisini altíð stuðlandi í [...] á Trøðni. Ein samrøða, sum er eitt sera virðismikið íkast til søguna um ÍF. Góðu tit, Jákup Frants, Atli, Gunnvá, Randi og Rógvi við familjum! Árini vóru har, men kortini er saknurin svárur. Máttu tit
onkra ferðina um reppið, at teir stjólu øll stigini. Áki Johannesen var framúr miðverji í sonnum liðavriki. Um teir halda fram soleiðis, so fara toftamenn ikki at flyta niður, og spurningurin er, hvat teir [...] minuttirnar undir einum, so kenna vit okkum at hava vunnið eitt stig, sigur B68 venjarin Jákup á Borg. Hetta er fyrsta ferðin síðani 2014, at B68 vinnur stig í Klaksvík. Ta ferðina var úrslitið 0-0. KÍ – B68 [...] heimadystur ímóti B68, sum hevur hálvfinalu í steypakappingini og plássið í bestu deildini at hugsa um. Stigatalvan segði, at KÍ var stórfavorittur, og einki uttan tryggur heimasigur var at vænta. Men tað
inn á tað rætta sporið. Hetta er fyrsta herverkið av hesum slag í Føroyum – lat okkum hopa, at hetta eisini verður tað síðsta, annars verður her heldur óhugnaligt. Kundi hetta óhugnaliga herverkið gjørt [...] hava framt brotsverkið. Sosialurin skrivar tann 22. september 1945 soleiðis um hendingina: Kl. 1 seinastu mánanátt varð fólk um allan Tórshavnar bý skakað upp úr svøvni av hvøllari spreinging. – Tað var [...] tinghúsið. Ikki eydnaðist henda ljóta gerð; men tinghúsið fekk kortini av at vita: Stórt hol kom á grundina, vindeyguni á vestursíðuni sorðaðust og karmar sprongdust, menn halda, at vestara bróstið er nakað avlagað
sigursmálið, tá ið klokkan var farin meiri enn fimm minuttir út um vanligu leiktíðina. Hjá B68 er Mohamed Samba tøkur aftur eftir leikbann. Gilli Samuelsen er framvegis skaddur. KÍ – B68: Heini Ziskason [...] í bestu deildini. Einasti KÍ spælarin, sum var við í 2014, og sum framvegis er á besta KÍ liðnum, er Páll A. Klettskarð. Um hann kemur á vøllin í kvøld, so verður tað dystur nummar 320 í bestu landskappingini [...] B68 er hetta góða løtan kanska at fanga KÍ á skeiva beininum. Millum stóru dystirnir í Europa fyrr í summar endaði tað 1-1, tá ið 07 Vestur var í Klaksvík, og ímóti EB/Streymi á heimavølli eydnaðist tað
aftasta plássi og fram á 9. plássið. Nú er ÍF aftast, og nú eru tað trý stig frá AB, sum hevur 13 stig, og fram til TB, ið er á áttanda plássi. Meðan argjamenn fegnast um sigurin, so eiga teir í TB leguni at [...] spælarar og stórar málmøguleikar eydnaðist tað ikki at skora mál, og so var tað steinur oman á byrðu, at liðformaðurin Salmundur Bech sá reytt og verður leikbannaður, tá ið KÍ um eina viku verður gestur við [...] stundir, áðrenn hann setti bóltin í málið. -Vit eru sera fegnir, men samstundis eru vit tilvitaðir um, at hetta var eitt stig á leiðini og trý stig av fleir, sum vit mangla. Vit vóru pressaðir, men tað lætti
Vestur liðnum, enn hon var á heimaliðnum. Mathias Voss og Daniel Obbekjær hava víst seg at vera plettskot, síðani teir vórðu keyptir at hjálpa til, og Ási Dam, sum er leigaður úr HB, er hollur vongverji [...] rigga til at fara úr Fløgugerði í Fuglafirði, og í viðførinum hava vágamenn 3-0 sigur og trý stig. Hetta er triðja ferðin í ár, at 07 Vestur vinnur fulla úrtøku ímóti ÍF. Sera stinni miðverjin og liðformaðurin [...] í uppspælinum, og hin var, at tá ið tað eydnaðist at spæla Jhon Mena leysan, og hann stríddi seg til møguleikar, so var síðsta avgerðin ikki so skilagóð. -Hetta var dystur við fleiri møguleikum, og vit
vóna sjálvsagt, at hetta fer at rigga, og at skipini fara at fáa fisk. Hetta er ein roynd, sum skipini gera. Sum eg havi skilt, er ætlanin, at Fram í fyrsta lagi skal taka veiðina inn, um alt gongur, sum [...] sonur Dánjal í Skálum í Vestmanna, sigur, at Vesturbúgvin í løtuni er úti og ger eina roynd á makrelveiði saman við Fram. Hetta er fyrsti túrur hjá skipunum saman, og miðskeiðis í vikuni vóru teir staddir [...] einki skip at partrola saman við, og teir kundu ikki trola ensamallir. Tískil hevur skipið ligið, og hetta er sjálvsagt komið illa við hjá reiðarínum í Vestmanna. Skipið hevur eisini verið lýst til sølu, men
styttast. Enn er tó onki komið fram um, hvussu man heilt ítøkiliga ætlar at fara fram. Av tí sama vita kommunurnar ikki, um tær longu frá 1. januar 2024 skulu finna fleiri starvsfólk at vera um børnini í [...] vart við, at hetta fór at raka kommunukassarnar sera meint. Og tað eydnaðist at fáa semju um, at ein partur av tøkugjøldunum og ein partur av veiðigjøldunum skuldi fella til kommunurnar. Enn vantar tó ein [...] kommunurnar. Hetta skal gerast í kunngerðum, men enn hava ongar samráðingar verið um, hvussu hesar kunngerðir skulu orðast. Samgongan hevur eisini gjørt av at ganga einum ynski frá kommununum á møti um at fáa