Russiska sendistovan í Italia skuldsetir nú Ukraina fyri at standa aftan fyri spreingingina, sum um vikuskiftið rakti italsku matstovuna Balzi Rossi í Moskva. Tað skrivar sendistovan í eini almennari fráboðan [...] doyðu fimm fólk, og 19 vórðu særd í spreingingini. Hetta er sambært tíðindastovuni dpa fyrsta almenna russiska skuldsetingin um, at Ukraina skal hava staðið aftan fyri álopið. – Blóðugu yvirgangsarmarnir [...] matstovuna Balzi Rossi í Moskva, skrivar russiska sendistovan. Hon heldur eisini upp á, at endamálið var at ræða italsk starvsfólk, sum arbeiða í Russlandi. Ukrainskir myndugleikar hava enn ikki svarað ákærunum
meira skal til, verður tað veitt. Umboð fyri sendistovur hava vitjað skipið, og í gjár fingu tey eisini pizza koyrda umborð, sigur hann. Manningin telur 21 fólk. Útlendingastovnurin hevur enn ikki tikið [...] upp á, at løgreglan ikki hevði heimild at leggja hald á og leita í ognunum. Men tí vísir Skúli Jónsson aftur. – Fríggjakvøldið fekk løgreglan dómsúrskurð, sum gav heimild at leita í skipinum og leggja hald [...] kunnu hava týdning fyri kanningina, sigur hann. Løgreglan vónar, at málið verður avgreitt skjótari enn tær fýra vikurnar, sum útlendingalógin í mesta lagi loyvir, at manningin skal vera umborð á skipinum
ætlanini. Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at hann kennir einki til nakra samgonguavtalu um at broyta ferðavinnulógina. – Hetta er ikki avtalað í samgonguskjalinum, og so vítt eg veit [...] veit, hevur málið hvørki verið fyri landsstýrið ella verið viðgjørt í samgonguni, sigur hann. Hann vísir á, at ferðavinnulógin varð samtykt undir undanfarna landsstýrinum í semju millum samgonguna og Sa [...] Sambandsflokkin. – Vit fara ikki at taka undir við at spola hesi tingini aftur, staðfestir Helgi Abrahamsen. Ferðavinnulógin hevur í fleiri ár verið eitt stríðsmál í føroyskum politikki, serliga spurningurin
Infantino skal fara frá. Sambært Buster Emil Kirchner, sum hevur serkunnleika til afrikanskan fótbólt, kann tøgnin frá CAF hava samband við tættu bondini millum Gianni Infantino og forsetan í CAF, Patrice [...] CAF hevur 54 limalond og er næststørsta meginlandssambandið í FIFA. UEFA hevur 55 limir. FIFA telur 211 limalond, og tí krevjast 106 atkvøður fyri at fáa meiriluta á einum forsetavali. Hóast UEFA, CONCACAF [...] Infantino er vaksin nógv seinastu dagarnar, men tvey av teimum størstu meginlandssambondunum hava enn ikki alment tikið støðu. UEFA og norður- og miðamerikanska fótbóltssambandið CONCACAF hava bæði gjørt greitt