1.deild kvinnur: Í kvøld var fult umfar í bestu kvinnudeildini í fótbólti, og úrslitini lagaðu seg soleiðis, sum tað út frá støðutalvuni kundi roknast við. 107 ára føðingardagin hjá KÍ vitjaði B36 í Klaksvík [...] Margret Petersen javnaði fyri HB, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. KÍ hevur 37 stig, AB 35, B36 20, Víkingur 16, Skála 11 og HB 5 stig. KÍ hevur spælt 13 dystir, AB og Víkingur hava spælt 14 dystir, og B36 [...] B36, Skála og HB hava spælt 15 dystir. Næstu dystirnir: 29. august: KÍ-Víkingur, og 4. september: HB-AB, Skála-KÍ og B36-Víkingur.