Dysturin millum Valur og GOG er útsettur til klokkan 20.00 í kvøld. Dysturin millum Kiel og H71 verður tíverri ikki spældur í kvøld. Orsøkin er, at ferðalagið hjá Kiel ikki nær at lenda til dystin í kvøld [...] tær avleiðingar, hon hevur fyri áskoðarar, leikarar og onnur, sum eru partur av tiltakinum. Umstøðurnar eru uttan fyri okkara ávirkan, og arbeitt verður við at tillaga skránna. Vit vóna, at dystirnir í morgin [...] verða spældir sum ætlað. Nærri kunning um skránna fyri morgindagin verður send út, so skjótt sum hon er endaliga staðfest.
argument fyri at lata vera við at regulera veiðuna beinleiðis. Tað hevði svarað til at sagt, at vit ikki eiga at krevja skatt, tí summi kortini snýta í skatti. Loysnin er ikki at gevast við at krevja skatt [...] týdningarmesta amboð. Tað eigur at fáa okkum at seta ein grundleggjandi spurning: Er trupulleikin, at umsitingarætlanin skerjir ov fáar fiskidagar, ella at hon byggir á eitt reguleringsamboð [...] fiskivinnustýring, sum eru, at vit ikki eiga at fiska meira, enn fiskastovnarnir tola, og at okkara felags fiskatilfeingi eigur at verða gagnnýtt soleiðis, at tað, innan teir karmar, sum
og tí er tað ikki skilagott, at almennar skipanir halda fólki føstum í eini vinnu, tá einki arbeiði er. Atli Gregersen heldur ikki, at fiskavirkisskipanin er tann einasta skipanin, sum eigur at verða tikin [...] haldi ikki, tað er rætt, at ein annar skal rinda fyri títt virki, sigur Atli Gregersen. Hann vísir á, at ALS er ein sosial skipan, sum eigur at lofta teimum, sum koma í arbeiðsloysi, men ikki at geva ávísum [...] haldi, at hetta er ein avoldað skipan. Ein rest av einum planbúskapi frá einari farnari tíð. Tað eru nakrar ónollur eftir, og hatta er ein av teimum. Eg haldi ikki, vit eiga at brúka pengar upp á at halda
landsstýrismaðurin ætlar at taka stig til at broyta lógina, so føroysk magasin eisini verða undantikin meirvirðisgjaldi. Í viðmerkingunum vísir Astrið Breckmann á, at hon nýliga hevði fund við blaðið Kvinna, har [...] mentan á føroyskum. Løgtingskvinnan vísir eisini á, at Føroyar hava upplivað ein álvarsaman blaðdeyða seinastu árini, og at tað tí eigur at vera eitt mál at skapa betri karmar fyri teimum fáu føroysku viku- [...] fyri landskassan, tí talið av føroyskum viku- og mánaðarbløðum er lítið. Hinvegin heldur hon, at betri treytir kundu gjørt tað lættari at stovna og reka nýggj føroysk magasin. – Um fleiri viku- og mánaðarbløð
har á leið og mæltu fólki frá at fara út at svimja. Copernicus nýtir Sentinel-fylgisveinarnar til støðugt at fylgja við havumhvørvinum í Evropa. Myndirnar verða brúktar til at eygleiða vatngóðsku, lívfrøðiliga [...] Myndin, sum er tikin av einum Sentinel-3 fylgisveini, vísir grønar ringrásir á sjónum, sum eru eyðkenni fyri blóming av blágrønum algum, eisini nevndar cyanobakteriur. Slík algublóming er vanlig um summarið [...] summarið í Eystersjónum. Hon verður serliga elvd av heitum sjógvi, veikum vindi og stórari nøgd av føðsluevnum, sum renna út í havið úr landi. Sambært Copernicus kann hetta hava neiliga ávirkan á bæði vatngóðsku
fyri at tryggja, at pláss er fyri øllum at koma inn at lurta. Endaliga skráin fyri kvøldið verður kunngjørd á facebook vangamyndini "Søgufrøi". Søgufrøi-verkætlanin er stuðlað av Runavíkar kommunu, Mentanargrunni [...] gardinurnar'. Søgugongan endar eins og hon byrjar; í kirkjuni, har Knút Háberg Eysturstein fer at greiða frá um Regin Dahl, og brøðurnir Hans og Høgni H. Debes fara at framføra nakrar av fólkakæru sangunum [...] tað er Kári Sverrisson, ið skipar dansin. Í bygdasalinum í skúlanum verða skrá, kort og armband útflýggjað, og frá kl. 17.30 til 19.00 ber eisini til at keypa mat og drekka har. Avmarkað atgongd er fyri
viku at halda eina røð av almennum fundum um ætlanina at gera undirsjóvartunlar í Hetlandi. Átakið, sum hevur fingið heitið Tunnel Vision , varð sett á stovn fyri nøkrum árum síðan. Endamálið er at fáa [...] fyrstu ferð, at fundirnir verða skipaðir tvørtur um floksmørk. Alistair Carmichael umboðar Liberalu demokratarnar, meðan Hannah Mary Goodlad varð vald fyri skotska tjóðskaparflokkin SNP. Hon er eisini limur [...] vit høvi at byggja víðari á hesa framgongdina, sigur Alistair Carmichael. Hann leggur dent á, at átakið framvegis skal verða rikið av fólkunum, sum búgva á oyggjunum og hava beinleiðis áhuga í, at ætlanin
verður deyvagudstænasta við Helenu Gade, deyvapresti. Helena er fyrsti deyvi deyvaprestur, sum er sett í embætið í donsku fólkakirkjuni. Hon varð prestvígd í Vor Frue kirke í Keypmannahavn tann 31. august [...] september, 2025. Nú kemur hon til Føroyar og fer, saman við fyrrverandi deyvapresti, Jónsvein Bech, at hava deyvagudstænastu í Havnar kirkju tann 16. august kl. 11:00. Gudstænasta er á teknmáli, men verður [...] verður kirkjukaffi í Kirkjustovu, og har hevur Helena lovað at greiða eitt sindur frá hennara leið frá juristi til prest og hvussu tað er at virka sum deyvaprestur í Danmark. Helena greiðir soleiðis frá:
Føroya Pedagogfelag skrivar, at Emma Holten er danskur rithøvundur, feministiskur samfelagskjakari og fyrilestrahaldari, fødd í 1991. Hon gjørdist alment kend í 2014, tá hon tók greiða støðu ímóti hevn [...] u. Hetta hevur við sær, at umsorganararbeiði – bæði lønt og ólønt – verður vanmett, hóast tað er ein grundleggjandi fortreyt fyri, at samfelagið kann virka. Holten vísir á, at arbeiði sum uppaling, námsfrøði [...] heldur enn ein íløga, hóast tað er sjálvt grundarlagið undir bæði búskaparligari menning og sosialari burðardygd. Eitt av høvuðssjónarmiðunum hjá Holten er, at samfelagið eigur at víðka sína fatan av virði.
gjøgnum EBS-samstarvið og Schengen. Uttanríkisráðfrúan hevur áður sagt, at hon er bjartskygd um, at Ísland – um fólkið tekur undir við at halda fram – kann gerast ES-limur longu í 2028. Reuters Kelda: Morgunblaðið [...] stjórnin sagt, at samráðingarnar kunnu byrja aftur longu í ár. Ísland søkti um ES-limaskap í 2009, og samráðingar byrjaðu árið eftir. Tær vórðu lagdar á ís í 2013. Ísland er tó longu tætt knýtt at ES gjøgnum [...] givið íslendingum ábendingar um, at Ísland kann fáa serliga viðgerð, um landið tekur samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur. Tað skrivar Morgunblaðið í dag. Sambært blaðnum er tó ikki bara talan um vælvild