hevur í hálvttriðja ár ligið um hálvt prosent, men er nú aftur komin upp um eitt prosent. Í februar fór fólkatalið upp um 55.000, og fimm mánaðir seinni er tað longu farið upp um 55.500. Tað vísa nýggjastu [...] Seinastu tólv mánaðirnar var burðaravlopið 177 fólk, meðan nettoflytingin var 466 fólk. Samanlagt gevur hetta fólkavøksturin á 643 fólk. Stóra broytingin er nettoflytingin. Í undanfarna tólv mánaða skeiðinum [...] gongdina: Fleiri eru flutt til Føroya, samstundis sum færri eru flutt av landinum. Burðaravlopið var um 20 fólk størri enn árið frammanundan. Ein orsøk er, at 16 fleiri børn vórðu fødd samanborið við undanfarnu
lógaruppskot at verða løgd fyri Løgtingið. – Brekumboðið heitir á politisku skipanina um at tryggja, at ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, verður tikin við í lógararbeiðið frá fyrsta [...] Løgting samtykti ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, í 2009. Tí eigur sáttmálin eisini at vera eitt virkið amboð í øllum lógararbeiði, sum snýr seg um rættindi og livikor hjá fólki [...] uppskotið byggir á, og hvussu tað ávirkar rættindini hjá fólki, ið bera brek, sigur umboðið. Tá hetta verður ein fastur partur av fyrireikandi lógararbeiðinum, styrkir tað bæði dygdina í lóggávuni, r
er umsókn um loyvi at byggja úthús til seyð á matr. nr. 135a omanfyri á Heygnum 9 í Kvívíkar markatalsbygd. - Aftaná verður farið til umhvørvisplássið uppi á Brúnum, sum kommunan søkir um at víðka. Sagt [...] sigur í fráboðanini um ástaðarfundin, at tey, sum hava fingið fundarboð, men sum ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum. Hetta er sambært § 13 stk. [...] 5 í náttúrufriðingarlógini, løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing. - Umrøðan, sum fólk kunnu senda inn, má verða sýslumanninum í hendi í seinasta lagi á fundardagin, verður lagt aftrat
fyrispurningi spyr hann, hví krav er um, at eitt far skal vera størri enn 20 BT, fyri at siglingstíð við tí kann telja sum góðkend útbúgvingarsigling. Hann spyr eisini, um hetta er ásett í altjóða reglum, hvør [...] hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at gera undantøk frá 20 BT-kravinum, til dømis fyri útróðrarfólk, sum hava virkað í hárabólmnum sjógvi kring Føroyar. Aðalspurningurin er eisini, um landsstýrið
við Alvin Sjöstrand um at sleppa at verja málið hjá IFK Skövde i bestu svensku hondbóltsdeildini. Hóskvøldið spældi Pauli fyrsta kappingardystin í svenskum hondbólti. Talan var um fyrru sekstandapartsfinaluna [...] undan dystarbyrjanini at skjóta seks brotskøst, og eydnaðist tað teimum at leggja seg á odda 6-0. Hetta er nakað svenska hondbóltssambandið hevur innført fyri at geva lægra liðnum ein lítlan fyrimun, og
heita vit á landsstýriskvinnuna í náttúrumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, um at seta í verk kunngerð eftir náttúruverndarlógini um innræsnar plantur og steðga innflutninginum av skøruni. Føroya Náttúru- [...] basa innræsnu skøruni, sum breiðir seg við miklari ferð og kann gera stóran skaða á okkara náttúru. Hetta er eitt tungt og drúgt arbeiði, og tá skøran fyrst hevur fest røtur, er hon tíverri sera trupul at
Hetta veit grønlendska kringvarpið - KNR - at siga. Leitingararbeiðið fer fram í einum samstarvi millum Grønlands Politi, Arktisk Kommando og privat, sum luttaka í leitingini. Grønlands Politi sigur, at [...] rnummarinum GR 12-052. Tað var leygarkvøldið klokkan 19.43, at Grønlands Politi fekk eina fráboðan um, at ein bjargingarbátur var funnin í Diskovíkini millum Qeqertarsuaq og Ilulissat. KNR veit at siga [...] líkið varð funnið í bjargingarbátinum, hevur verið leitað eftir einum persóni aftrat, og her er talan um áðurnevnda, Jan Olsen og bátin, GR 12-052. Vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Karsten Høyrup, segði
eisini nakað av toski, hýsu, longu og øðrum hvítfiski. Eitt par fiskar gullaks. Hetta vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tríggir eru á Íslandsrygginum, har teir [...] at nú eru dagarnir hjá fleiri av trolbátunum á landleiðini við at verða brúktir. At enda verður sagt um garnaskipini, at trý eru á svartkalvaveiði. - Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at
sín dám á veggir og býrarrúm ymsa staðni í kommununi og runt um í landinum. Aftanfyri verkini á veggunum eru eisini søgur, vit ikki kenna, hetta skrivar Tórshavnar kommuna. Verk fyri verk fingu fólk innlit [...] Listin kann skapa samleika og gera býarrúm til nakað, vit minnast. Hon kann geva okkum nakað at tosa um og kanska fáa okkum at síggja býin við nýggjum eygum. ##med2## Sum partur av kvøldinum varð eisini
hvørjum fiskidegi. Skip leggja seg tí eftir teimum fiskasløgum og teimum fiskileiðum, sum geva størst virði, eins og í tax-free døminum. Men júst hetta verður ein trupulleiki í fiskidagaskipanini [...] ella økjast við upp til fimm prosent um árið, alt eftir lívfrøðiligu støðuni (tó kann skerjingin undir serligum umstøðum verða størri). Tað kundi givið meining, um fiskidagarnir vóru tann bindandi avmarkingin [...] spurningurin tí ikki, um vit skulu hava fiskidagar ella kvotur. Kanska er spurningurin, um vit regulera tað rætta. Góð regulering snýr seg um at seta greið mørk fyri úrslitinum, ikki um at stýra arbei