u vísir á, at umsitingarætlanin í løtuni er til ummælis hjá ICES, og at fleiri hoyringarpartar hava mælt frá at víkja frá henni. Vandi kann vera fyri, at hetta ger tað truplari hjá ICES at viðmæla ums [...] sigur hann, at eisini teir 750 eyka dagarnir eru brúktir, áðrenn september er farin. Minnilutin heldur eisini, at tað verður torført at nokta øðrum bólkum fleiri fiskidagar, um grundgevingin fyri at lata bólki [...] fleirfalt størri – og tað kann raka ár eftir ár. Minnilutin tekur tó undir við meirilutanum í, at skipanin fyri bólk 5 eigur at dagførast. Hann heldur, at landsstýrismaðurin heldur eigur at gera eina varandi
medisinsku seingjadeildina, fara at hava betri umstøður at vera saman við sínum nærmastu. Eisini verða nýggjar isolatiónsstovur tiknar í brúk, ið er eitt týdningarmikið ískoyti at brynja sjúkrahúsverkið til [...] eins og sjúklingar við hjarta- og lungnasjúkum, ið koma at vera innlagdir á eystursíðuni. Á H1 seingjadeildini eru einastovur, ið er eitt frambrot fyri bæði sjúklingar og teirra avvarðandi. Tey, ið framyvir [...] Landssjúkrahúsið skrivar, at sjúklingar, ið áður hava verið innlagdir á B7 og B8, verða nú framyvir innlagdir á H1 eystaru megin. Tað eru serliga sjúklingar við apopleksi og neurologiskum sjúkum – eins
Næstan øll upprunaliga manningin er farin úr landinum eftir at hava verið útvíst. Nýggjur skipari er komin til Íslands, men trupulleikin við maskinmeistaranum ger tað torførari at fáa Bandero avstað. Skipið [...] grundgevingin, at maðurin ikki hevði arbeiðsloyvi. Sakførarin, Helgi Þorsteinsson Silva, heldur avgerðina vera skeiva, tí maskinmeistarin ikki skuldi arbeiða í Íslandi, men bert manna skipið, meðan tað varð siglt [...] Paul Watson-felagsskapinum um at taka avgerðina um afturhaldið uppaftur varð víst aftur. Málið skal tí væntandi fyri héraðsrættin í Vesturlandi. Sakførarin vónar kortini, at ein loysn verður funnin fyrr
m og dronum. Manningin hevur funnist at, at hon ikki hevur fingið eitt yvirlit yvir lutirnar, sum hald er lagt á. Skúli Jónsson sigur, at eitt slíkt yvirlit nú er gjørt og verður latið teimum. Ein av [...] tveir løgreglumenn vakt við skipið. Hann sigur, at einki bendir á, at manningini manglar nakað. – Tey hava vatn umborð, og um meira skal til, verður tað veitt. Umboð fyri sendistovur hava vitjað skipið [...] eisini hildið upp á, at løgreglan ikki hevði heimild at leggja hald á og leita í ognunum. Men tí vísir Skúli Jónsson aftur. – Fríggjakvøldið fekk løgreglan dómsúrskurð, sum gav heimild at leita í skipinum
síðan hann fór úr Malaisia. – Sigurin umboðar alt tað harða arbeiðið og alt tað, eg havi lært, síðan eg fór úr Malaisia. Eg eri errin av, at pitsan megnaði at sameina tvey støð, sum hava stóran týdning fyri [...] mínar malaisisku røtur og mítt lív í Føroyum. Næsta málið er at halda fram við at menna seg og kanna møguleikarnar í føroyskum rávørum. – Eg vóni at skapa fleiri pitsur, sum sameina natúrligu smakkirnar úr [...] – Eg eri errin av at sameina mína malaisisku bakgrund við føroyska matmentan. Malaisisk matgerð hevur lært meg at virðismeta kraftmiklar smakkir í góðari javnvág. Føroyar hava hinvegin lært meg at virða
okkarnar á 46,9 prosentum. Tað vísir, at nógv enn kann broytast teir seinastu vikurnar undan valinum. ##med3## Kristersson gevst ikki Ulf Kristersson hevur eisini mint á, at borgarligu flokkarnir lógu [...] og valstríðið er nú av álvara farið í gongd. Støðan sær í løtuni trupul út hjá borgarligu stjórnini hjá Ulf Kristersson, forsætisráðharra. Nýggj veljarakanning hjá Verian fyri SVT vísir, at andstøðan hevur [...] Sverigedemokraterna fingu meiriluta. Nú kann hon vera á veg aftur. ##med2## Liberalerna kann fella úr Ríkisdegnum Ein serligur trupulleiki hjá stjórnarsamstarvinum er Liberalerna. Flokkurin hevur í fleiri kanningum
í MEGD og forkvinna í Hoyr. MEGD legði á fundinum dent á, at samstarvið millum áhugafeløgini og politisku skipanina er ein av lyklunum til at flyta brekøkið fram á leið. Gjøgnum árini eru fleiri týdningarmikil [...] partarnar, og MEGD ynskir, at hetta samstarvið heldur fram. -Vit fáa bestu og mest haldføru úrslitini, tá ið vit lurta eftir teimum, sum tað snýr seg um, og arbeiða saman um loysnirnar. Eg fegnist tí um fundin [...] fundinum greiddi MEGD frá sínum virksemi og hvørji mál felagið hevur sett sær fyri at arbeiða við komandi tíðina. Ása Olsen er á sínum fyrsta ári sum forkvinna í MEGD. Hon hevur tó drúgvar royndir á økinum
soleiðis: - Ja, eg tími hetta ógvuliga væl - eg elski lívið í bátinum, og hetta er mítt dreymaarbeiði. Eg haldi, at tað er nógv hugaligari at rógva út enn at ganga í skúla, men eg veit, at skúlin er neyðugur [...] egningaskúr við øðrum manni á Strondum, og tað er her, at línan er egnd. Við tað, at Silas býr á Skála, og Løðar býr í Hoyvík, er tað oftast Silas, sum hevur tikið tað tyngra takið við línuni - og onkuntíð [...] fyri, at hugabetri er at fara til útróðrar við línu ein vakran morgun heldur enn at seta seg á skúlabonk, nú skúlin er byrjaður aftur. Mamma Løðar, Barbara Djurhuus, sigur brosandi, at tað er munur at vakja
hetta vera ein roynd upp á tað. Sambært løgregluni varð bummurin á Hvítanesi latin niður, men eingin var á staðnum at stýra ferðsluni. Avleiðingin var, at bilar hópaðu seg upp og fyltu rundkoyringina, so [...] so at ferðslan at enda hvørki slapp aftur ella fram. – Har er nakað, sum vit skulu tosa um. Vit mugu gera hetta øðrvísi til Oyggjaleikirnar, sigur løgreglan. Løgreglan heldur sostatt, at ein betri skipan [...] Tað var sannur ferðsluruðuleiki á Hvítanesi í gjár, tá tunnilin var stongdur í sambandi við súkklukapping. Kappingin varð skipað soleiðis, sum ætlanin er at skipa hana til Oyggjaleikir, og tí skuldi hetta
fyribyrgja. Vegurin er so hállur, at vit meta tað vera tryggast at stongja hann, sigur vaktleiðarin. Landsverk og bjargingarfólk arbeiða nú við at fáa oljuna burtur av vegnum, men enn er ógreitt, nær vegurin [...] løgregluni er einki ferðsluóhapp hent í sambandi við oljudálkingina. Avgerðin um at steingja vegin er tikin fyri at fyribyrgja, at óhapp henda á sera hála vegastrekkinum. – Hetta gera vit fyri at fyribyrgja [...] til avkoyringina til Syðrugøtu. Talan er um eitt rættiliga langt vegastrekki, og enn ber ikki til at siga, hvussu leingi arbeiðið fer at taka. – Hetta er eitt rímiliga umfatandi arbeiði, og tí hava in