føddur í 1967 og er ættaður av Toftum. Hann hevur búð meginpartin av lívi sínum í Føroyum, men búleikaðist eitt stutt skifti í Danmark. Hann flutti til Havnar at búgva í 1973 og hevur gingið í skúla á [...] Runavík: "Magni Mikkelsen av Toftum hevur listaframsýning á Hotel Runavík". Soleiðis ljóðaði tað í innbjóðingini, tá hotellið, sum áður kallaðist Sjómansheimið, lat upp dyrnar á fyrsta sinni í farna mánaði [...] hann sum 21 ára gamal fór í starv á Verkstaðnum Vón. Á vári 1997 flutti hann til Runavíkar at búgva og fekk starv á Verkhúsinum Stíggi, har hann enn hevur sítt dagliga starv. Tey sum kenna Magna siga,
Í kavaælingini eina viku inn í apríl, stendur eitt einsamalt grátt hús við omankoyringina til bátahylin í Sørvági. Tað skal nú pussast upp til at gerast ferðafólkamiðstøð í Sørvági. Við bryggju í Runavík [...] nýggja maskinu í smiðjuni hjá Aðalstein Anthoniussen, áðrenn hann í næsta mána aftur fer at sigla við ferðafólki. Eisini verða slengrikjølar settir á bátin, nú hann fer í smiðjuna í Runavík Tey trúgva upp [...] ruddaðu dekkið á og settu beinkir í, áðrenn farið varð at sigla seinasta summar. Báturin hevði loyvi at flyta 12 ferðafólk í senn. Hans Poulsen sigur, at royndin, teir gjørdu í fjør, eydnaðist hampiliga væl
vóna framvegis, at umleggingarnar ikki vera settar í verk. ? Soleiðis hevur tað ikki verið, tí føideildin hevur verið ein deild, at starvsfólki hevur verið í góðum lag, men tað er tað ikki longur. ? St [...] sjúkrarøktarfrøðingar er rýmdir av deildini.Tveir hava sagt upp og ein er farin í farloyvi. Hvørki Jana H. Dalsgaard, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ella Fríðunn Jacobsen, álitisumboð [...] eru eisini aðrar, sum umhugsa at søkja annað starv. Men tað er ilt at siga, hvussu nógvar fara og, hvussu nógvar verða verandi. ? Hetta er støðan, sum vit eru í beint nú og tí kann eg ikki annað enn at stúra
inni í Fredrikshavn. Tað dámdi teimum væl, at kunna fara inn har at halda frí í nakrar dagar. Í 1993 doyði Begg. Eftir tað fór hann at arbeiða við fýrin í Skagen, til hann fór frá sum 67 ára gamal. Í 1997 [...] Hann er føddur og uppvaksin í Lamba í bóndahúsi, sonur Katrinu (Trinu) og Jóhannus Nónklett bónda í Lamba. Hann er elstur av fimm syskjum: Klæmint, Samalena, Símun, Elsa og Karin. Sum ungur var hann til skips [...] gásapar, so okkurt er at tríva í, nú hann er komin nakað upp í árini. Eisini hevur hann fingið tveir langabbasynir. Tað verður ein kaffimuður at fáa aftan á kl. 15.00 uppi í Toft í Søldarfirði. Hjartaliga tilukku
bygnaðarbroytingarnar í ÍSF í 1980. FSF var sett á stovn árið fyri, men tað gekk ikki long tíð, so vóru sersambondini væl fleiri í tali, og í dag eru tey 15. Teir fimtan formenninir í teimum ymsu sersambondunum [...] Tað var tann 4. mars í 1980, at Heðin Mortensen avloysti Jógvan Arge sum formann í Ítróttarsambandi Føroya. Undan hesum hevði Heðin í eina tíð verið skrivari í ÍSF. Hetta var ein tíð, har nógv hendi innan [...] oyggjaleikum í Føroyum Eitt mál, ið ítróttaráhugaðir føroyingar mangan hava á orði, er nær oyggjaleikir aftur verða í Føroyum. Oyggjaleikirnir hava bert verið í Føroyum tí einu ferðina. Tað var í 1989, tá
Vágafólk Dýrabiðidagsstevna verður í døgunum 22.-24. apríl í bygdarhúsinum í Miðvági og missiónshúsinum Libanon í Sørvági, nærri verður lýst í komandi viku. Missiónshúsið í Sørvági Sunnudagin kl. 13.30 Su [...] 00 á Glyvrum. Í gomlu lærara íbúðini í Glyvra skúla. AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld kl. 19.00 og sunnudag kl. 16.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri [...] Síðsta sunnudag í mánaðinum er opin speakarafundur í Al-Anon, Tinghúsvegur 37. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla.
handilshúsunum hjá P/F Valdemar Lützen í Vágsbotni, sum vórðu lýst til leigu, eftir at Valdemar hevði handlað har í meiri enn hálva øld. Í november varð farið í gongd við umvælingar- og umbyggingararbeiðið [...] blaðið kom av prentsmiðjuni á Argjum tíðliga í mars í 1982. Men nógv er hent síðani 1982 ? og blaðframleiðslan kann í dag als ikki samanberst við tað, hon var í 1982. Tá varð alt tilfarið skrivað á skrivimaskinu [...] avfotograferaðar. Í dag er tilgongdin so nógv øðrvísi, og krumtappurin í framleiðsluni er teldan. Sosialurin og Dimmalætting hava í dag felags prentsmiðju, nevnd Prentmiðstøðin, sum leigar seg inn í prenthøllina
verða settir í starv innan fyri allar skipanir, har arbeitt verður við rehabilitering. So greið er útmeldingin frá nýstovnaða Ergoterapeutfelagnum, sum í februar mánaði sá dagsins ljós. Limirnir í felagnum [...] umhvørvinum, viðkomandi skal virka í v.m. Hetta samsvarar væl við tað, sum ergoterapeutar leggja dent á í teirra viðgerð og tiltøkum. Ergoterpeutar eru fáir í tali í mun til fakbólkarnar, teir samstarva [...] verða settar í starv innanfyri allar skipanir, eisini á leiðslustøði, har arbeitt verður við rehabilitering og habilitering, m.a. innanfyri almannaverkið, skúlaverkið og heilsuverkið, siga tær í nýstovnaða
sethúsum í kapittul 41 í bókini Fogedretten, sum umfatar broyt-ingarlógina frá 1978, (Løgtingið samtykti nevndu broytingarlóg, tá rættargongulógin varð samtykt í 1987, men broytingin vann ikki inn í tann Danska [...] ognarsølumanni í eitt ár, síðani varð málið tikið uppaftur í Fútarættin-um í Danmark, hvar tað varð hugt eftir, um ánarin hevði fíggjarligan førleika at sita í ognini, um hann fekk ein skuldarskáa, og hvussu [...] Útgreiningini í greinini tók støði í, at seta løgtingsins umboðsmann Joen H Andreassen í ta støðu, at hann, sambært honum sjálvum, varð tvungin til at reinsa seg, um hann skuldi halda fram í sínum so tignarliga
verða ikki settar í verk beint nú, sum ætlað. Ístaðin verða tær settar í verk seinni í ár. Poul Geert Hansen, stjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur, at tað eru ymisk viðurskifti, sum bera í sær, at føðideildin [...] sett í vera fyri at tryggja, at dygdin á deildini verður varðveitt. Men nú er summarið í hondum og tí verður bíðað við at seta umleggingina í verk til summerferiurnar eru avgreiddar. Hann sigur, at í løtuni [...] skal setast í verk. Tað er eitt arbeiðið sum er ígongd í løtuni. Setta, trýstreingjaða leiðslan á føðideildini, er í ferð við at fyrireika uppleggið til, hvussu umleggingin skal setast í verk og síðani