at innhugsa menniskju í alla tilgongdina – bæði í sniðið, nýtsluna og upplivingina, sigur stjórin í Lunnar, Signar Nielsen. Síðan 2021 hevur Lunnar sett millum eitt og tvey fólk í starv um árið, og fyritøkan [...] Lunnar húsast á Heiðavegi 27 í Saltangará, har 11 fólk starvast, og í løtuni verður leitað eftir tveimum fólkum aftrat – einum mennara og einum kundaráðgeva. Tað eru fýra eigarar í Lunnar, og stjóri er Signar [...] til staðar hjá kundanum. Ofta veit kundin ikki sjálvur, hvørjir møguleikar liggja í dátunum og skipanunum, sum fyritøkan longu hevur. – Onkuntíð veit kundin ikki, at tað yvirhøvur ber til. Tað kann vera
Siga ikki sanna søgu Tað eru røddir í býráðsmeirilutanum, sum hava ført fram á fundum, at andstøðan skal hava ábyrgdina av ætlaðu staðsetingini á Vesturvarða. Hetta er grovt og heilt einfalt ikki rætt [...] brúka Bøllureyn ístaðin. Einfalda orsøkin er, at ross og súkklur hoyra ikki saman.
Sum í so nógvum øðrum málum, so hevur tað eisini í hesum føri verið áhugavert at eygleitt politiska handverkið hjá býrá [...] tey eisini, at ríðingin var í sínari tíð savnað í Havnardali fyri at fáa rossini burtur frá býarmeldrinum. Kommunan hevur brúkt nógvar pengar at gera lendisgøtur og ríðibreytir í umhvørvinum, og reiðfólk
millum fólk í aldrinum 40 til 49 ár og í høvuðsstaðarøkinum. Í Eysturlandinum er undirtøkan hinvegin bert 23,9 prosent. Men eitt ja til samráðingar merkir ikki, at íslendingar vilja gerast limir í ES. Sambært [...] forðingunum fyri at fáa undirtøku í Føroyum fyri einum tættari sambandi við ES. – Avbjóðingin í Føroyum at fáa uppbakning fyri at fara í dialog við ES er, at fiskivinnan í ES-limalondum vanliga verður stýrd [...] um limaskap í ES uppaftur. Bárður á Steig Nielsen heldur, at íslendska fólkaatkvøðan er serliga áhugaverd úr føroyskum sjónarhorni, tí Ísland og Føroyar hava fleiri av somu avbjóðingum í sambandi við
løgreglan boð um leysar gæs í Havn, sum aktingarmaðurin fekk boð um at taka sær av. Og í Klaksvík varð ein bilførari tikin rúsdrekkakoyring klokkan fýra í morgun. Og klokkan hálvgum fimm í morgun kom løgreglan [...] Tað var vaktarmaðurin á einum gistingarhúsi í Havn, sum í nátt bað løgregluna hjálpa sær at vekja ein fullan mann, sum lá og svav í forhøllini á gistingarhúsinum. Tað vísti seg at vera talan um ein gest [...] Løgreglan fekk í gjár fráboðan um eitt ferðsluóhapp, har ein bilur hevði rent á eitt hús. Men tað var hent klokkan fimm um morgunin, men ikki fráboðað fyrr enn klokkan 13. Tí kundi tað ikki koma undir seks
Pálsdóttir, Liljan Weihe, Eirikur í Jákupsstovu, Ruth Vang, Steffan Klein Poulsen, Jenis av Rana og Sámal Petur í Grund lagt fram uppskot til samtyktar í Løgtinginum. Í uppskotinum verður heitt á landsstýrið [...] møguleiki er at taka skjótar avgerðir. Tann møguleikan hava vit ikki í dag, tí ein partur av okkara heilsulóggávu er ikki á føroyskum hondum, skriva tey í viðmerkingunum. Tey vísa eisini á, at Føroyar nú hava sítt [...] sambært tilmælinum, sum ein arbeiðsbólkur handaði landsstýrinum í februar 2025. Uppskotssetararnir halda, at tað er óheppið, at Føroyar framvegis ikki hava alt lóggávuræði á heilsuøkinum. – Á heilsuøkinum kunnu
Danmark var, at Føroyar fingu stig, so okkara kundu vinna seg í fjórðingsfinalurnar í U18 EM-endaspælinum í Serbia. Tað eydnaðist tíverri ikki. Danmark vann 32-27 aftaná eitt heiðurligt føroyskt avrik. Føroyska [...] dystinum, men tað seinasta manglaði í fyri at fáa stig. Danmark hevði undan dystinum móti Føroyum longu tryggjað sær sætið í fjórðingsfinaluni, men teir tóku als ikki lætt upp á uppgávuna móti Føroyum. [...] fekk eisini væl fleiri dómaraavgerðir við sær, og tað gjørdi ikki arbeiðssetningin hjá okkara lættari. Føroyar endaðu á einum triðja plássi í millumbólki 3. Danmark vann bólkin við seks stigum, Spania hevur
fyri, at fólkini kunnu ferðast víðari norður í Evropa. Ceuta er tó ikki partur av Schengen-samstarvinum eftir somu treytum sum spanska meginlandið. Fólk kunnu ikki ferðast haðani til meginlandið uttan sam [...] fylgjarar úr Ceuta í Norðurafrika til spanska meginlandið. Tað skriva El País og Cadena SER. Genturnar vóru millum tíggjutúsundtals fólk, sum komu úr Marokko til sponsku enklavuna síðst í juli. Mett verður [...] markið. Størsti parturin fór aftur til Marokko næstu dagarnar. Umleið 8.000 fólk vóru framvegis í Ceuta í síðstu viku. Spanska stjórnin metti tá, at 2.500 teirra vóru børn og ung undir 18 ár. Millum hesi
tó ikki eins álvarsligar sum tær, ið onnur hava verið fyri. Íslendingar fara í dag á fólkaatkvøðu um, hvørt landið skal taka samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur. Fólkaatkvøðan snýr seg ikki um sjálvan [...] Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, íslendsk uttanríkisráðfrú, váttaði í eini útvarpssending fríggjamorgunin, at hon hevði fingið hóttanir í sambandi við fólkaatkvøðuna um ES-samráðingar. Málið er latið løgregluni [...] Frostadóttir, forsætisráðfrú, sigur at støðan als ikki kann góðtakast. – Vit eru øll góð við Ísland, og vit mugu kunna fara ígjøgnum eina slíka tilgongd í friði og náðum, sigur hon. Hon leggur samstundis
borðreiðir við í morgun. Álitismaðurin á miðvøllinum bæði í fjør og í ár hevur verið Noah Mnenéy, men hann verður ikki á HB liðnum næstu vikurnar. HB skrivar soleiðis: Noah brotið beinið Í dystinum ímóti [...] fótliðin. Noah Mnenéy hevur seinastu tíðina verið fastur maður í landsliðshópinum. Nú verður hann ikki tøkur, tá ið Eyðun Klakstein seinni í hesum mánaðinum fer at úttaka landsliðshópin. [...] á høgra bein, beint undir knænum. Hann skal binda frið komandi vikurnar, áðrenn endurvenjingin fer í gongd. Noah var stuðlaður av vøllinum av liðfeløgum og hjálparfólkum eftir nærdyst, sum kostaði Sebastian
match", tá hann og liðfelagarnir í Vendsyssel FF á heimavølli í Hjørring taptu 0-3 fyri AB í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. AB skoraði tey trý málini innanfyri 16 minuttir í fyrra hálvleiki. Árni Nóa Atlason [...] beinkinum, men fekk ikki spælitíð fyri Vendsyssel FF í dag. Ari var eisini besti leikarin hjá Vendsyssel, sambært Soccerstand. Har fekk hann karakterin: 7,3 (av 10 møguligum). Sofascore vóru ikki samdir við tey [...] Sofascore gevur Ara karakterin: 6,8. Vendsyssel FF hevur tvey stig fyri fýra dystir, og teir eru triðaftast í deildini. Komandi hóskvøld klokkan 18 hevur Vendsyssel FF dyst á heimavølli móti Hillerød.