s Politi er til staðar á fleiri støðum í Holbæk eftir skottilburðin, sum varð fráboðaður umleið klokkan 15.45 lokala tíð. Løgreglan hevur váttað, at fleiri fólk eru rakt, men vil enn ikki upplýsa nærri [...] kunnu í løtuni ikki upplýsa meira um heilsustøðu teirra, sigur løgreglan. Fyribils metingin er, at talan er um eina uppgerð í kriminella umhvørvinum. Enn er ógreitt, hvat hevur elvt til tilburðin, og um [...] rin fór fram í bústaðarøkinum Agervang í sunnara parti av Holbæk. Økið, sum áður hevur skift navn til Grønneparken, er í høvuðsheitum sett saman av fimm hæddir høgum íbúðarbygningum. Bústaðarøkið varð
serlig átøk til fyri at fáa stovnin á beint aftur. Endurbyggingarætlan inn í 2024 Tá umsitingarætlanin varð gjørd fyri tosk, hýsu og upsa undir Føroyum í 2021, so var endurbyggingarætlanin ikki við, men bara [...] niðanfyri eitt ásett vandamark. Men hóast talan er um skipan, sum hevur til endamáls at verja stovnarnir, so var í arbeiðsbólkinum ikki semja um at fáa endurbyggingarætlan inn í umsitingarætlanina. Umsitingin [...] fyrst í 2000árunum. Tað søguna við ovurveiði kenna vit øll. Eftir út við 15 ár – frá 2008 til 2023 – bar aftur til at skipa vinnuliga veiði á Føroya Banka. Hóast tað kann kennast keðiligt og órættvíst, so
gera av, hvør hevur atgongd til jørðina. Men Sambandsflokkurin tekur frástøðu frá ætlanini. Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at hann kennir einki til nakra samgonguavtalu um at broyta [...] ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, er komið undan kavi, at samgongan er ósamd um ferðavinnulógina. Í ískoytinum til ólavsøkurøðuna verður boðað frá, at lógin um burðardygga ferðavinnu eigur at verða endurskoðað. Samstundis [...] broyta ferðavinnulógina. – Hetta er ikki avtalað í samgonguskjalinum, og so vítt eg veit, hevur málið hvørki verið fyri landsstýrið ella verið viðgjørt í samgonguni, sigur hann. Hann vísir á, at ferða
hava hug at vera, eisini tá tey ikki skulu til venjing ella dyst. – Øll skulu kenna seg vælkomin. Børnini skulu kenna seg trygg, foreldur skulu kenna, at tey hoyra til, og venjarar skulu kenna, at teirra [...] fer hon at nýta sínar royndir í einum nýggjum leikluti. – Eg vil vera við til at skapa eitt HB, har fólk kenna, at tey hoyra til, og har gerandisdagurin í felagnum koyrir væl, sigur hon. Fer fyrst at lurta [...] deildarleiðari, samskipari og við ymiskum námsfrøðiligum uppgávum. Hon hevur eitt sterkt tilknýti til HB. Øll trý børnini spæla við felagnum, og bæði hon og maðurin eru virkin í felagsarbeiðinum. – HB
Samstundis skulu allar kommunur veita grundleggjandi vælferðartænastur til borgararnar. Løgtingsmaðurin vísir á, at eldraøkið varð lagt út til kommunurnar í 2015. Síðani eru útreiðslurnar vaksnar, og broytingar [...] bygnaðin sum heild. Føroyar eru einasta landið í Norðurlondum, sum ikki hevur eina kommunala útjavningarskipan, verður sagt í viðmerkingunum til fyrispurningin. [...] fólkum økist. Fleiri hava sambært honum eisini víst á, at verandi fíggingarleistur fyri eldraøkið ikki longur er hóskandi. Kommunurnar í ymiskari støðu Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið hava sett ein
IDAN mælir til eina slíka miðstøð, har íðkarar kunnu fáa atgongd til eitt nú fysiologiska testing, styrkivenjing, fysioterapi, læknaliga ráðgeving og ítróttarsálarfrøði. Erasmus+ kann ikki fíggja sjálva [...] samfelag sum Føroyar er hetta serliga áhugavert. Vit kunnu ikki hava fremstu serfrøði á øllum økjum her heima. Men vit kunnu fáa atgongd til vitanina og royndirnar uttanlands og flyta tær heim. Ein føroyskur [...] trygg og varandi føroysk fígging. Erasmus+ skal ikki avloysa hana. Heldur skal skipanin geva okkara egnu íløgum størri virði við at lata okkum fáa atgongd til serfrøði, vitan, netverk og verkætlanarfígging
tað ikki longur ein fræls samráðing. Fakfelagsrørslan er bygd á samhaldsfesti. Og tá rættindini hjá einum fakfelagi verða hótt, eiga øll fakfeløg at kenna ábyrgdina at siga frá. Hetta snýr seg ikki bara [...] Men handan orðini liggur eitt tað størsta álopið á fólkaræðið, ið vit nakrantíð hava verið vitni til. Vit hava síðan áðrenn summarfrítíðina roynt at fingið landsstýrismannin í fíggjarmálum í talu. Tað [...] Tað er hann, ið stendur aftan fyri hetta, men hóast nógvar royndir, ønir Aksel V. Johannesen okkum ikki aftur. Politiska valdið, við formanni í Javnaðarflokkinum á odda, er í ferð við at taka samráðingarrættin
trolbátar eru útgjørdir til at fiska við tveimum trolum. Sum er, verður møguleikin at vera so effektivur sum gjørligt ikki nýttur í fiskiskapi undir Føroyum, vísir hon á í viðmerkingunum til fyrispurningin. Hon [...] Hon leggur afturat, at føroysk skip undir Føroyum ikki hava loyvi at fiska við tveimum trolum, samstundis sum útlendsk skip undir Føroyum eftir hennara upplýsingum kunnu fáa slíkt loyvi. Fyrispurningurin
familjuni. – Eg taki mítt starv í fullum álvara, men eg ynski eisini at seta tíð av til hátíðardagar í familjuni. Og til tey í „Stjórnini“, sum saknaðu hann við steypinum, hevur hann eina heilsan afturat: [...] brúdleypi í Aberdeen, tá løgmanssteypið skuldi handast farna vikuskiftið. Og ta raðfestingina angrar hann ikki. Tað ger hann greitt í einum uppslagi við yvirskriftini „Hevði gjørt tað umaftur“. Sambært løgmanni [...] seinastu sending av „Stjórnini“ á FM1 sett við, hvørji privat ørindi vóru so týdningarmikil, at hann ikki kundi handa steypið. Frágreiðingin er, at systir konu hansara giftist sama kvøld, sum finalan varð
fyrrverandi skipaeftirlitsmaður seg ikki hava funnið nakrar feilir á skipinum. Bandero, sum felagsskapurin hjá hvalaaktivistinum Paul Watson eigur, sleppur fyribils ikki úr íslendskari havn. Íslendska hv [...] verður hildið aftur sum fíggjarlig trygd, meðan málið verður viðgjørt. Tað merkir ikki, at Hvalur hf. hevur fingið ognarrættin til skipið. Bandero liggur nú í Akranesi. Fann ongar feilir Íslendska kringvarpið [...] skipaeftirlitsmaður hjá íslendska Samferðslustovninum. Eftir at hava kannað skipið segði hann seg ikki hava funnið nakrar feilir. Hann helt eisini, at handfaringin hjá íslendsku myndugleikunum var ivasom