eina røð av hátíðarhaldum og markeringum í gongd í Noregi. Her er eitt yvirlit yvir, hvat fer at henda, og hvussu norska samfelagið verður ávirkað komandi dagarnar. Tá Haraldur kongur doyði, gjørdist fyrrverandi [...] hitti hann norsku stjórnina á einum eyka ríkisráðsfundi. Har kunngjørdi hann, at kongsnavn hansara verður Haakon VIII, og at hann hevur valt „Alt for Norge“ sum valorð. Sambært norsku grundlógini skal nýggi [...] í Stórtinginum fýra dagar eftir, at pápi hansara var deyður. Væntandi verður kistan við Haraldi kongi flutt í kapellið á kongsslottinum. Har fáa borgarar møguleika at koma framvið og siga konginum farvæl
tó, at glottin kann gerast til myrkur, um vit ikki bera okkum rætt at. *** Vit vita, at størsta avbjóðingin komandi nógvu árini er, at aldursamansetingin í Føroyum broytist. Vit vita, at vit fara at gerast [...] faklærd og ófaklærd fer bara at versna. Bara í Tórshavnar kommunu mangla longu umleið 150 heilsurøktarar. Og tørvurin fer bara at vaksa. *** Tí eigur tað eisini at bera til at útbúgva seg til heilsuhjálpara [...] annað er at spæla hasard við eldraøkinum. Hvussu ber tað til, at vit hava tveir maritimar skúlar, sum liggja 40 minuttir frá hvørjum øðrum, men bara ein fjarskotnan heilsuskúla, hóast vit vita, at eldraøkið
Góða Ulrike, Tað eru mong ár síðani, at eg av tingsins røðarapalli nevndi teg sum ein granskara, ið Føroyaland hevur so nógv at takka fyri, at vit áttu at borið tær ein almennan heiður. Tað fært tú vónandi [...] tú hevur gjørt hesi seinastu árini, men eg veit, at tú hevur borið landi okkara vitan, umsorgan, ótroyttiliga arbeiðsmegi – og hevur sagt okkum, hvussu vit kunnu skipa betri tilboð og kunnu fáa staðfest [...] Stutt eftir aldarskiftið ringdi telefonin á tíðindadeildini í Kringvarpinum. Á tráðnum var ein mamma at barni við føroysku sjúkuni, sum vildi siga mær alt tað ótrúliga arbeiðið tú, í stóran mun sjálvboðin
vegir kunnu gerast einvegis Ætlanin hevur eina røð av uppskotum til at broyta ferðsluna í bygdini. Undir Reynum verður skotið upp at gera einvegis omaneftir. Tað skal millum annað gera leiðina millum Sands [...] einvegis. Einvegisloysnirnar verða í flestu førum mettar at kosta millum 50.000 og 75.000 krónur. Størri umbyggingin Í Koytu verður tó mett at kosta umleið 500.000 krónur. Endalig ætlan við ógreiðum endamáli [...] kunnu mangla Tey 15 óhappini eru bert tey, sum løgreglan hevur skrásett. Ferðslutrygdarætlanin vísir á, at minni óhapp ikki altíð verða fráboðað løgregluni. Tí kann veruliga talið vera hægri. Harumframt hava
eru eftir øllum at døma fleiri, sum vita um lús á toski at siga í summar. Ein viðmerkjari skrivar soleiðis: - Ja, óvanliga nógv lús. Fiskurin stendur tættur, og lúsin hevur lætt við at flyta seg frá fiski [...] skrivar, at eisini á Føroyabanka var eitt sindur av lús at síggja, og fiskurin hevði onkur smá sár. Er ov nógv til, og fiskurin stendur tættur, fær hann ofta lús og aðrar sjúkur. - Haldi, at trupulleikin [...] Tá lús var at síggja á fiskinum, var tað gott tekin, søgdu teir gomlu, tí tá var nógv til. Soleiðis var eisini í 2019 og 2020. Tá var so nógvur toskur til, at hann svam á land. Ein vísir á, at sjógvurin
eisini víst á, at verandi fíggingarleistur fyri eldraøkið ikki longur er hóskandi. Kommunurnar í ymiskari støðu Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið hava sett ein arbeiðsbólk at kanna, hvussu eldraøkið skal [...] komandi árini. Jóhannis Joensen heldur, at tað er umráðandi, at ein nýggjur fíggingarleistur ikki økir um fíggjarliga ójavnan millum kommunurnar. Hann vísir á, at borgarar í kommunum við veikum inntøku [...] Endamálið hevði verið at tryggja kommununum eitt javnari inntøkugrundarlag og harvið eisini javnari fortreytir fyri at veita vælferðartænastur kring landið. Hann ásannar samstundis, at ein slík skipan kann
umstøður at læra, búnast og trívast í flokkinum. Vit vóna, at samgongan skjótt ger álvara av at víðka um tvílæraraskipanina. Tað er brúk fyri, at tveir lærarar eru í flokkinum, og tað fer at gera stóran [...] Samgonguskjalið ásetur, at tvílæraraskipanin skal vera ment. Vit fegnast um hesa áseting og eru vís í, at ein íløga í tveir lærarar í hvønn flokk fer at løna seg aftur fleiri ferðir. Hetta skrivar Jacob [...] flokkinum tveir tímar um dagin. Lærarafelagið mælir til, at tveir lærarar eru í flokkinum allan skúladagin, og at skipanin verður víðkað, so at tveir lærarar eru í flokkinum størsta part av skúladegnum
stig. At Klæmint A. Olsen, sum fyri fyrstu ferð í langa tíð var millum teir fyrstu ellivu, tíggju minuttir eftir steðgin økti um heimaleiðsluna til 4-0 bar við sær, at tað bar til hjá NSÍ meiri at taka [...] smeitur. Setningurin hjá Skála ÍF er at vinna seg av aftasta plássi og upp á í hvussu so er áttanda plássi. Sunnukvøldið fær Skála ÍF vitjan av Víkingi, og NSÍ fer hóskvøldið at spæla UEFA Conference League ímóti [...] ímóti Skála ÍF, og tað sást einki til, at tað vóru teir í NSÍ, sum hóskvøldið í nógvum hita vóru í europeiskum ódnarveðri í Sveis. Trivaligi sigurin ber við sær, at NSÍ er greitt topplið, nú tveir triðingar
annað verður mett um, hvussu væl teir hagreiða fiskin og deiggið, stýra hitanum á frityruni og annars duga at frityrusteikja. Lata upp klokkan 13.00 Hanus Hansen, stjóri í JFK, sigur, at byrjað verður klokkan [...] arbeiði við at gera búðina klára til ókeypis Fish & Chips. Eisini hevur Mark Theaker frá Florigo verið í Klaksvík hesa vikuna og eftirkannað allar frityrurnar. Jógvan Hansen frá JFK upplýsir, at kapasiteturin [...] tann, ið hevur verið nýtt áður. Hetta fer at stytta um bíðitíðina hjá fólki. Eins og undanfarin ár eru tað royndir Fish & Chips-kokkar úr Onglandi, sum standa fyri at steikja vælsmakkandi matin, saman við
Dentur verður eisini lagdur á, hvussu búskaparlig, samfelagslig og náttúruvísindalig vitan kann stuðla undir burðardygga menning av havinum og teimum vinnum, sum eru knýttar at tí. Alment samfelagsligt fokus [...] náttúran, mentanin og søguligu støðini eru í miðdeplinum. - Umframt at fáa og geva týðandi vitan, so er ráðstevnan eisini eitt gylt høvi at vísa okkara førleikar í Føroyum fram og samstundis skapa nýggj altjóða [...] Fisheries Economics and Trade (IIFET) verður hildin í Norðurlandahúsinum 17. til 21. august, og enn ber til at tekna seg, skrivar setur.fo. Fróðskaparsetur Føroya spennir seg aftur út sum vertur fyri eini stórari