eru prestar í fólkakirkjuni í Føroyum. Maður hennara, Tummas, er kallaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Hann verður innsettur í Hvalvíkar kirkju 16. august. Ovi Brim [...] Jonhard Jógvansson er í lestrarfarloyvi komandi tríggjar mánaðirnar. Kirkjuráðini hava tí kallað Idu at røkja tænastuna. Ida er ættað av Vestursælandi og varð prestvígd í Danmark í 2021. Hon hevur millum [...] skipaði Idu í embætið við gudstænastu í Eiðis kirkju. ##med2## Undir somu gudstænastu doypti Henning Bøgesvang langabbason sín, Gilla. Eftir gudstænastuna bjóðaði kirkjuráðið á Eiði til drekkamunn í hølunum
endurgjald í snyrilsmálinum. Fyrstu kvinnurnar hava nú fingið endurgjald frá danska statinum í umstrídda snyrilsmálinum í Grønlandi. Talan er um fýra kvinnur, sum allar hava fingið 300.000 krónur í part. Tað [...] sær í nógv ár, sigur Karen-Inger Bast, stjóri í Patienterstatningen. Hon vónar, at endurgjaldið kann hjálpa einstøku kvinnuni at seta punktum. 300.000 krónur í part Fólkatingið samtykti 27. august lógina [...] Fleiri hundrað hava søkt Talið av umsóknum er vaksið skjótt. 1. juli høvdu 93 kvinnur søkt, og fyrst í august var talið komið upp á 171. Nú eru umsóknirnar 353. Patienterstatningen roknar vanliga við, at tað
Navigare Shipping, sum eisini í ár hátíðarheldur 60 ára stovningardag. Hav Leiti er fyrsti nýbygningurin í nærum 60 ára longu søgu felagsins og er sostatt ein týðandi varði í menningini hjá felagnum. Hav [...] fýra nýbygningum, sum felagið hevur gjørt sáttmála um at byggja. Hini skpini verða leverað seinni í ár og í komandi ár. Nýggju tilgongdirnar hjá felagnum styrkja bæði kappingarførið hjá felagnum og gevur [...] Høvi verður hjá øllum at vitja skipið, og ábit verður at fáa. Almenna móttøkan verður í Søldafirði leygardagin 29. august klokkan 11. Øll eru hjartaliga vælkomin.
kappingarár í bestu norsku hondbóltsdeildini við Storhamar roynir landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg seg nú í bestu deildini í Rumenia við CSM Bukarest. Fyrr í dag spældi CSM Bukarest hálvfinalu í Super [...] aftur. Í morgin klokkan 13 spæla tær um triðja plássið í Super Cup móti Valcea, ið tapti 24-25 (10-14) fyri Corona Brasov í hinari hálvfinaluni. Sunnudagin 30. august leggur CSM Bukarest fyri í bestu rumensku [...] lokin stóð á jøvnum 34-34. Í steðginum var Bukarest á odda 19-17. Pernille fekk fulla leiktíð í verjuni, og í hinum endanum skoraði hon upp á báðar málroyndirnar hon hevði í dystinum. CSM Bukarest má skjótt
hóma í yrkingunum. Harumframt er eyðkent fyri hann, at hann fær sagt nógv við fáum orðum. 22. august er Mentanarnátt í Reykjavík, tá skipar forlagið Gullbringa fyri stórum almennum tiltaki heima í garðinum [...] Julia Donaldsson, William Shakespeare, August Strindberg, Tove Jansson og Göran Tunström. Jarðfest norðlýsi er fyrsta bók hansara á føroyskum. Þórarinn Eldjárn er í Íslandi serliga kendur fyri sín beinrakna [...] garðinum í Ásvallagøtu 12, har ymiskar framførslur og framløgur verða á skránni. Sama dag fyllir Þórarinn Eldjárn 77 ár, Sprotin skrivar, at hetta er eitt hóskandi høvi at heilsa honum til lukku við degnum
hvussu stórar broytingar vatnflóðin elvdi til í økinum kring Betrawati og Gerkhu í Nepal. Vatnflóðin rakti norðara part av landinum 26. august. Hon kom inn í Rasuwa-landslutin úr Tibet og helt fram oman [...] Bhote Koshi–Trishuli. Samanberingin hjá Copernicus vísir økið ávikavist 12. og 27. august. Á fyrru myndini rennur áin í einari lutfalsliga smalari á gjøgnum grønar líðir. Á seinnu myndini er áarløgan vorðin [...] nastan hjá Copernicus er sett í verk fyri at kortleggja, hvussu víða vatnflóðin rakk, og meta um skaðarnar. Kortini skulu hjálpa myndugleikunum og bjargingartænastunum í arbeiðinum á staðnum.
konsulátið frá í morgun, og tað sama ger vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun. Venjingar verða gjørdar við at evakuera fólk. Franskur konsul í Føroyum er Hanna Jensen í gøtu. Og í fráboðan á heimasíðuni [...] fráboðað, at í sambandi við eina venjing verður nógv virksemi á havnalagnum í Norðragøtu fyrrapartin í morgin, 11. august, tá ein fronsk fregatt venur at evakuera ein hóp av fólki. Franska konsulatið í Føroyum
seint í dystinum, men nærri kom ÍBV ikki at tryggja sær eitt stig. ÍBV er nummar fýra í deildini við 24 stigum fyri 16 dystir. Breiðablik er fremst í deildini við 36 stigum. Leygardagin 29. august spælir [...] liðfelagarnir í ÍBV tók móti Þrótti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Þróttur vann dystin 2-1. Tá 28 minuttir vóru leiktir var Þróttur á odda 2-0. Milena Mihaela Patru fekk spenning í uppgerðina aftur [...] spælir ÍBV dyst á útivølli í Kópavogi móti júst Breiðablik.
at rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum í august. Á kanningini vórðu 200 trolhál tikin, og úrslitini vísa, at toskastovnurin framvegis er veikur [...] toskurin hevði etið bæði hvítingsbróður og ymisk krabbadjór, men framvegis sást lítið til nebbasild í magunum. Árligu yvirlitstrolingarnar eru ein týðandi partur av arbeiðinum hjá Havstovuni at meta um
Í juli vóru 31.102 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 505 fleiri enn í sama mánaði í fjør og svarar til ein vøkstur á 1,7 prosentum. Starvsfólkatalið veksur framvegis, men vøksturin er viknaður seinastu árini [...] fólk – ella 13 prosent – fleiri enn í juli í fjør. Hesin bólkurin telur nú knapt átta prosent av øllum starvsfólkum í Føroyum og eigur størra partin av samlaða vøkstrinum í starvsfólkatalinum. Størsti bólkurin [...] 15.000 kvinnur vóru í starvsfólkaskaranum í juli. Talið av monnum vaks við knapt 400, meðan góðar 100 kvinnur løgdust afturat. Uttan bústaðartilknýti eiga størra partin av vøkstrinum Í juli vóru 2.343 starvsfólk