dreingjanøvnini hjá børnum, sum vórðu fødd í Føroyum í 2025. Sjey dreingir fingu hvørt av nøvnunum, vísir nýggj uppgerð frá Hagstovu Føroya. Næst á listanum kemur Gilli, sum seks dreingir vórðu nevndir [...] og 101 navnið Elias. Við ársenda í fjør búðu 144 menn í Føroyum, sum eita Brandur, og 118, sum eita Elias. Nýggj nøvn vinna fram Fleiri av teimum vælumtóktu dreingjanøvnunum eru lutfalsliga nýggj í Føroyum [...] framvegis væl umtókt. Millum tey mest brúktu í 2025 vóru Jákup, Jónas, Lukas, Mattias, Rókur og Heri. Hvørt av hesum nøvnunum varð givið fýra dreingjum. ##med2##
framhaldandi nýskapanarvirksemi, sum ikki bleiv liðugt við árslok av tíðarskeiðinum av kanningini. Tað eru 61 prosent av føroysku fyritøkunum sum fremja eitthvørt slag av nýskapan. Fyritøkur í Føroyum, Svøríki [...] undanfarna tíðarskeiði, sæst í bólkinum av fyritøkum, sum hava eitthvørt framhaldandi nýskapanarvirksemi, sum ikki bleiv liðugt við árslok av tíðarskeiðinum av kanningini, og hava tí framhaldandi nýskapandi [...] skrivar, at meira enn helmingurin av føroysku fyritøkunum eru nýskapandi. Tó eru føroyskar fyritøkur minst nýskapandi av vørum og tænastum. Tað vísa nýggj hagtøl fyri nýskapan, sum Hagstova Føroya hevur ment
avgerandi mál fyri Setrið og Føroyar sum lestrarland er at gerast partur av Erasmus+ nú. Og at ætlanin er, at tey, sum í dag byrja at lesa á Setrinum, kunnu fáa gagn av skiftislestri úti í heimi gjøgnum ta [...] at sannlíkindi eru fyri, at nøkur teirra fara at fáa gagn av tí nýggja felagsbygninginum, sum er í umbúna, og sum vónandi verður samtyktur av løgtinginum seinni í heyst. Innleiðslan hjá teimum nýggju [...] Umleið 200 av teimum, sum byrjaðu í morgun, eru innskrivað til bachelor, 50 til master og 20 á hjánámi ella parttíðarlestri. Í talu síni til tey lesandi segði Martin Tvede Zachariasen, rektari m.a., at
upplýsir, at myrkaleggingin av málium var ein tilætlað handling, sum leiðslan í statinum Guerrero hevði ábyrgdina av. Málið er ein ímynd av mutri í Meksiko, har lagnan hjá flestu av teimum 43 studentunum framvegis [...] myndugleikarnir í landinum, sum stóðu aftanfyri handtøkuna í dag. Sagt verður um fyrrverandi guvernørin, at hann hevur krógvað og manipulerað prógv í málinum um studentarnar, sum hvurvu í 2014. Ríkisadvokaturin [...] framvegis er ókend. - Ljóðupptøkur vórðu tilætlað krógvaðar av teimum, sum sótu við valdinum í meksikanska statinum, sigur ríkisavvokaturin, Ernestina Godoy. Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga
eitt eintak av uppspunna blaðnum »Korsbæk Tidende«, sum Maude Varnæs, leikt av Malene Schwartz, heldur í hondini í 19. parti. Blaðið varð selt saman við einum eintaki av Nationaltidende, sum Hans Christian [...] kjóli, sum Ghita Nørby var í sum Ingeborg Skjern í áttanda parti, varð seldur fyri 10.000 krónur. Tað var minni enn metingin á 15.000 til 20.000 krónur. Eitt grátt sett, sum Susse Wold var í sum Gitte Grå [...] ikki selt. – Matador er í dag ein av best umtóktu sjónvarpsrøðunum í Danmark og stendur sum ein partur av danska mentanararvinum, sigur Peter Broe. Matador varð skapt av Lise Nørgaard og hevði frumsýning
Í meira enn sjey áratíggju hava ættarlið av vestmenningum gingið í gamla skúla í Vestmanna. Nú fer skúlin, sum fólk kenna hann, í søguna. Í hesum sambandi verður skúlin opin fyri almenninginum sunnudagin [...] fingið sínar fyrstu tónlistarligu upplivingar í skúlanum. Í sambandi við høvuðsumvælingina verður nógv av gamla innbúgvinum ikki brúkt aftur. Talan er millum annað um skáp, hillar, knakar, lampur og gardinur [...] fyri teimum ella vilja hava eitt minni úr gamla skúlanum. Vestmanna kommuna ger vart við, at nógvir av lutunum mugu skrúvast niður, og tí kann vera neyðugt at hava skrúvumaskinu ella skrúvublað við. Tá
eftirløn, skulu øll sum ikki hava nátt fólkapensjónsaldur, og sum hava fulla skattskyldu í Føroyum, spara saman til egna eftirløn. Kravda uppsparingin er nú komin uppá 12 prosent av lønini. Inngjøldini [...] atfinningar verið um, at avkastið hjá føroysku pensjónsfeløgunum hevur bara verið góða helvt av tí, sum donsku pensjónsfeløgini hava havt í avkasti. Eg spyrji tí eisini landsstýrismanni, um nakað krav [...] broytingar viðvíkjandi avkasti og gjøgnumskygni? Tá vit við lóg krevja, at øll sum arbeiða skulu spara upp ein so stóran part av lønini til eftirløn, so mugu strong krøv setast teimum, ið skulu hava hesar
er talið av sviki við sms-boðum vaksið munandi í Føroyum, og álopini eru samstundis vorðin snildari. Í summum førum royna teldusníkar at fáa fólk at rita inn við Samleikanum á eini síðu, sum sær út til [...] til at vera ein av føroysku netbankunum, men í veruleikanum er talan um ein síðu, sum teldusníkar hava gjørt. Fyri at royna at forða fyri tílíkum sviki, verður ein nýggj ávaring tikin í nýtslu í Samleika-appini [...] Eitt eyka stig av trygd Ávaringin merkir ikki, at trygdarbrot er hent í Samleikanum. Samleikin er ein trygg talgild loysn, ið lýkur høg trygdarkrøv. Nýggja ávaringin er eitt eyka stig, sum skal gera svik
Kidman er ein av kendastu sjónleikarakvinnunum í Hollywood. Hon hevur millum annað vunnið Oscar fyri leiklutin sum Virginia Woolf í The Hours og hevur havt høvuðsleiklutir í einari røð av stórfilmum og [...] kvinnan, Nicole Kidman, ferðast við luksusferðaskipinum Evrima hjá Ritz-Carlton Yacht Collection, sum nú liggur við bryggju á molanum í Havn. Vit hava ikki fingið váttað, um Oscar-vinnandi sjónleikarin [...] sjónleikarakvinnuni. Úr Íslandi til Havnar Evrima fór úr Reykjavík 18. august á einari tíggju daga ferð, sum eftir Ísland gongur til Føroya, Hetlands og Skotlands og endar í London. Sambært ferðaætlanini kom
Thomas Danielsen úr Venstre hevur gjørt av at leggja frá sær sum fólkatingsvalevni í Holstebrokredsinum. Avgerðin kemur, eftir at hann hevur fingið harða atfinning frá lokalformanninum í Venstre í Holstebro [...] Holstebro í kjalarvørrinum á stríðnum um nýggju taðingarlógina. – Eingin hevur gagn av einum fólkatingsvalevni, har álitið eyðsæð ikki er til staðar longur, sigur Thomas Danielsen við TV Midtvest. Hann skal [...] aftur til næsta fólkatingsval. Atfinningar eftir atkvøðugreiðslu Ósemjan snýr seg um taðingarlógina, sum varð samtykt hósdagin. Thomas Danielsen atkvøddi fyri lógini, hóast lokala bakland hansara mælti honum