ferðafólk eru á hjólum og í fýra tímar koyrir tú væl suður um Esbjerg. Ikki kroystir Tit siga, at hetta er í samráð við landsstýrið. Eru tit kroystir at taka Hetlandssiglingina uppaftur? Ja, hetta er [...] betri fyri heildina av føroyingum, sum hava saknað samband til Bretlands. Um Lerwick er líka gott sum Aberdeen kann kjakast um. Men tað er gott samband ímillum Lerwick og meginlandið. Og skulu vit røkja [...] nóg mikið til at gjøgnumtrumfa eina loysn. Og ei heldur hevur landsstýrið lovað okkum at taka um endan, um tað ikki gongur. Vit gera hetta, tí vit halda, at tað er betri fyri okkara forrætning og okkara
altíð spyrja læraran. Lærarin førdi eisini bókhald við, um tú møtti upp til tímarnar, og tey ið vóru heldur sløv við uppmøtingini, fingu so boð um hetta. Á universitetinum er øðrvísi. Har situr tú í einum [...] alt góðtikið, sum tú hevur lisið í Føroyum. Um næmingarnir ætla sær at halda fram aðrastaðni enn við Keypmannahavnar Universitetet, er tí neyðugt at søkja um góðskriving í hvørjum einstøkum føri. Hetta [...] lívfrøðislesturin á Náttúruvísindadeildini er 30. juni 1997. Boð um upptøku verða givin í seinasta lagi 15. juuli 1997. Tey, ið vilja vita meira um útbúgvingina og tær einstøku lærugreinirnar, kunnu venda sær
Minde á Kirkjuvegi í Havn, har dagrøktarmammur tvær og tvær skiftast um at ansa børnunum. Vit eru 62 dagrøktarmammur og 300 børn, so tú kanst ætla, at ofta er trongligt, siga tær . Í hesum sambandi vísa [...] Tær halda, at stundin er komin at siga fólkið, hvat málið - og harvið verkfallið - veruliga snýr seg um. Vit gjørdust limir í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag fyri tveimum árum síðani [...] síðani. Vit vildu hava somu grundleggjandi viðurskiftini, sum hinir limirnir í felagnum, men tað fingu vit ikki, siga tær. Vit fáa ikki barnsburðarfarloyvi, men mugu á Almannastovuna at fáa dagpening. Trupulleikin
á pallin. Á tann hátt vónar hann, at tað fer at bera til. Men tá hann so er komin á pallin, tá fara nervarnir veruliga at gera um seg. Men tað klárar Jákup við at smílast nógv, finnur taktina í tónleikinum [...] arbeiðir í Kallkyn, og hon spurdi meg, um eg hevði hug at ganga modell. Síðani havi eg gingið modell fyri Kallkyn, sigur Thomas. Fyri at basa nervunum, roynir Thomas at hugsa um, at eisini onnur skulu ganga modell [...] modell. Og tá tey kunnu megna tað, so kemur hann ivaleyst eisini frá tí. Tá hann so kemur á pallin, ignorerar hann áskoðararnar, og roynir at hyggja beint fram. Í dag dámar Thomasi væl at vera modell. Hann
bøkur í røðini, og hóast norskir ummælarar ivaðust í, um ikki Virgar og Vitri fóru at missa flogið eftir at fyrstu bøkurnar fingu avbera góð ummæli, so hevur høvundurin megnað at hildið bókmentaliga støðið [...] Kempurnar falla eitur fyrsta krimisøgan um teir báðar Virgar og Vitra, oslodreingirnar, ið koma sær upp í líkt og ólíkt. Ingvar Ambjørnsen hevur skrivað søguna, og Sjúrður Gullbein týddi úr norskum. Vit [...] rasistiskum orðavavstri, og inni í skúlanum hevur onkur gjørt herverk. Virgar og Vitri verða illa við, og so líðandi koma teir eftir, at ein fremandafíggindaligur felagsskapur, Norskar kempur, sum fólk hava aftrast
HB, sum var omaná eftir teir 90 minuttirnar, og tað mundu vera fleiri enn HB-fólkini, sum fegnaðust um sigurin, tí B36 hevur verið í slíkum formi higartil í ár, at tað hevur verið ilt at fingið eyga á tað [...] hin álopsmaðurin hjá B36 gjørdi sær ikki ómak við at fylgja upp. Men bólturin rakti stólpan og var so beindur av vegnum av Jan Dam. Eftir hetta álop gjørdist greitt, at Kaj Leo Johannesen ikki kundi halda [...] hálvleiki. Einu ferðina foraði bert stórspæl av Egini Høgnesen fyri, at HB skoraði. Tveir HB¹arar fingu í somu hending góðan møguleika at gera mál, men hvørgu ferðina eydnaðist teimum at fáa bóltin fram
bíðitíð. Bara tvey fólk kuu í senn fara í kassanum eftir rennistronginum út í Stakkin. Upp um fjallið Gingið varð upp um fjallið Kambsfløtuna og oman eftir Krákuni fyri ikki at seta fólk í vanda, men nøkur vildu [...] innaftur sær tú niður, og tað eru 133 metrar. Væl gekk og frakta fólkið yvir um sundið. Allir vegvísararnir fóru við. Tað gekk so mikið væl, at klokkan 13 vóru øllheima aftur. Trygdartiltøk Í Stakkinum høvdu [...] síggja yvir á Risan og Kellingina, síggja bjørgini, yvir á Sjeyndir og so allan fuglin. Beint nú er fglæurin tó við at reiðast, men um ein mánað er meira lundi at síggja, og tá fara teir út at fleyga. Húsið
til størri gagn fyri føroyska samfelagið, um so var, at avtala varð gjørd um samráðingarnar í góðari tíð áðrenn, soleiðis at føroysku samráðingarfólkini fingu møguleika at brynja seg til hesar samráðingar [...] hvørt mansbarn í Føroyum. Spurningurin um at kapitalisera heildarveitingina úr ríkiskassanum hongur saman við spurninginum um at broyta ríkisrættarligu støðuna. Um heimastýrislógin verður avloyst av eini [...] m.a. almannaverkið, heilsuverkið og skúlaverkið. Og hugsa vit um støðuna á almannaøkinum, heilsuøkinum og skúlaøkinum, so er ongin ivi um annað enn tað, at vit eru eftirbátar í mun til hin partin av ríkinum
Fyri runavíkingar hevði dysturin stóran týdning, tí teir vilja so fegnir vera við har frammi á stigatalvuni, og teir fóru við sigrinum fram um ÍF. NSÍ spældi væl fyrra umfar, teir trýstu ÍF væl frammi á vøllinum [...] spældir legði toppskjúttin hjá NSÍ, Óli Hansen, gestirnar fram um. Hann spældi bandaspæl við álopsmakkaran Súna Fríða Johannesen og skoraði so við góðum skoti, tá hann gjørdist leysur. NSÍ hevði tak á miðvøllinum [...] merktist á liðnum. Hjá NSÍ vóru allir teir vanligu við, og runavíkingar fegnaðust um sigurin, sum gjørdi, at teir aftur fingu samband við oddin. ÍF liggur á sætta plássið, og tey 12 stigini, teir longu hava
Sendingarnar frameftir vøllinum vóru tó so óneyvar, at vit ongantíð komu til kjansir, sigur Eli Hentze. Men tað eru stigini sum telja, og vit eru fegnir um at hava fingið okkara fyrsta stig. Og tað [...] 1. deild menn: B68-B71 0-0 (0-0) Vit fóru heilt greitt eftir einum stigi, tað fingu vit, og vit eru væl nøgdir við tað. Hóast B71 var við undirlutan leikliga allan dystin, var venjarin, Eli Hentze, nøgdur [...] rímuliga væl í fleiri dystum og hava verið nær við at fingið stig. Hesaferð skuldu vit hava stig, og so ger tað tað sama hvussu tað sær út í dystinum, sigur Eli Hentze. Sandingar høvdu ongan málkjans í øllum