sterk, er styrkin, vit finna í okkum sjálvum, í samanhaldinum, í mentan okkara, søgu okkara og í felags trúnni upp á, at framtíðin er nakað, vit sjálvi skapa. Donald Trump segði í samrøðu við miðilin Real [...] – USA skal ikki ráða yvir okkum. Tað megna vit sjálvi, skrivar Jens-Frederik Nielsen á Facebook. Við støði í upplivingum frá vikuskiftinum, har hann bæði hitti fyrsta grønlendska yrkisfótbóltsleikaran [...] slíkar útsagnir koma. – Vit skulu ikki lata okkum kúga. Vit hava livað við hesum trýstinum í 20 mánaðir, og vit skulu halda fast við samskifti, samstarv og virðing fyri fólkarættinum og altjóða lóg, skrivar
ni skal tó sigast, at nógv er hent seinastu árini: SEV hevur vindmyllulundir í Húsahaga (13 myllur), í Neshaga (5 myllur, 10,2 GWt í 2025) og í Porkerishaga í Suðuroy (7 myllur, 6,3 MW, 15,4 GWt í 2025) [...] at bíða Seinkingarnar eru ikki ein teoretiskur vandi – tær kosta longu í dag. Ein av høvuðsorsøkunum til, at elprísurin hækkar 7 oyru fyri kWt í 2026, er júst, at seinkingarnar í Klivaløkshaga og Porkeri [...] um 2,75 mia. kr. Tað gevur í mesta lagi pláss fyri knøppum 900 mió. kr. í nýggjari nettoskuld, og bert um inntøkurnar halda. Samstundis skal eginognarparturin, sum nú er 40%, í minsta lagi vera 35% sambært
eina mannin, hevur løgreglan avgjørt, at sama skipan skal galda fyri alla manningina. Manningin sleppur tí frá skipinum, men skal framvegis halda seg í høvuðsstaðarøkinum og møta á løgreglustøð eina ferð [...] øki, og tí ynskir løgreglan at fáa málið roynt í hægri rætti. Seinni í dag verður eisini væntað, at Útlendingastovnurin tekur støðu til, um manningin skal vísast úr Íslandi. Samstundis heldur løgreglurannsóknin [...] upplýsir varapolitistjórin í høvuðstaðarøkinum, Ásgeir Þór Ásgeirsson, sambært RÚV. Løgreglan hevði áður álagt manningini at halda seg umborð á skipinum, sum liggur við bryggju í Reykjavík. Men ein av ma
skrivar Kringvarpið. Í staðin eigur kommunan at kanna, um hon sjálv skal keypa økið fyri marknaðarprís, so grønu og rekreativu virðini í økinum kunnu varðveitast. Tað er høvuðsniðurstøðan í hoyringarviðgerðini [...] 84 íbúðir í upp til trimum hæddum í nýggja býlinginum Ternutúni. Sambært galdandi byggisamtykt kann økið í dag einans nýtast til útstykking av 18 sethúsum. Málið skal nú viðgerast politiskt í Tórshavnar [...] nógv størri møguleikar at byggja enn galdandi byggisamtykt. Samstundis verður víst á, at uppskotið ikki hevur greiðar reglur um byggitættleika, umhvørvisávirkan, ferðsluviðurskifti, parkering og náttúruvernd
at talið av virknum bátum í bólki 5 B er vaksið úr 238 í 2023 upp í 339 í fyrra hálvári 2026. Samstundis er miðalprísurin fyri fiskin hækkaður úr 18,86 krónum fyri kilo upp í 33,18 krónur. Sambært felagnum [...] hevur verið illa fyri í nógv ár. Gýtingarstovnurin er framvegis undir ásetta lágmarkinum, meðan veiðilutfallið er oman fyri hámarkið í veiðiregluni. Í eini slíkari støðu eigur veiðitrýstið ikki at verða økt [...] allir fiskidagar í bólki 5 vórðu brúktir í 2025. Meginfelagið heldur, at bólkur 5 B ikki er nakað einaumboð fyri útróðrarvinnuna, men í stóran mun er mannaður við frítíðarsiglarum, sum ikki hava útróður sum
eftir at løgmaður í ólavsøkurøðuni kom inn á evnið. Meira ítøkiligur var løgmaður í samrøðu við Sosialin fyri ólavsøku, har hann gloppaði dyrnar fyri tvungnum kommunusamanleggingum. – Ikki enn. Men tað kann [...] Sosialin. Borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, er tó ósamdur í hesi tilgongdini. Sambært honum eigur landsstýrið als ikki at blanda seg upp í, um kommunur leggja saman ella ikki. Hann heldur, at kommunur [...] kommunuskipanina, har landsstýrið letur upp fyri møguleikanum at seta krøv um samanleggingar, meðan í hvussu er ein borgarstjóri staðiliga mælir frá, at landið skal hava slíkan leiklut.
systir Dennis Holm, sum stóð fyri skerjingum í fiskidøgum, ið nú verða umrøddar, og at mamma greinahøvundans í morgun tók lut í orðaskiftinum í Løgtinginum ímóti broytingini í fiskidøgum. Mín grundgeving [...] kann ikki í sjálvum s æ r merkja, at viðkomandi ikki kann hava ella bera fram eina politiska støðu. Var tað meginreglan, kundu f ó lk, sum arbei ða, vinna pening og rinda skatt, ikki luttikið í viðgerðini [...] lækka 5 prosent, standa í stað ella hækka 5 prosent. Kortini varð bólkur 5 skorin 20 prosent í 2024, síðani 10 prosent í 2025 og aftur 5 prosent í 2026. Arbeiðsbólkurin var ikki samdur um at fara frá u
kallað framferðina hjá Ísrael í Gaza fyri fólkadráp. Sigurin kann elva til nýtt kjak um, hvørja kós Demokratiski flokkurin skal hava framyvir, bæði í búskaparpolitikki og í uttanríkispolitikki. Vinstra [...] nginum í Demokratiska flokkinum. – Við orðunum hjá Muhammad Ali: Vit skelkaðu heimin, segði Abdul El-Sayed eftir valið við sipan til kendu orðini hjá amerikonsku boksilegenduni. Í november skal El-Sayed [...] senatsessin frá republikanaranum Mike Rogers, sum ikki hevði mótvalevni í undanvalinum hjá republikanarum. Abdul El-Sayed hevur millum annað gjørt seg til talsmann fyri almennari heilsutrygd, fíggjað av skattum
roynd í rættarskipanini, skriva uppskotssetararnir. KRIS eigur at verða við Í viðmerkingunum verður dentur lagdur á, at nýggja heildarætlanin eigur at verða gjørd í tøttum samstarvi við KRIS, sum í nógv [...] Eiriki í Jákupsstovu, Ruth Vang, Steffan Klein Poulsen, Jenis av Rana og Sámali Peturi í Grund. Løgtingið verður biðið um at heita á landsstýrið um at gera eina heildarætlan við ítøkiligum átøkum fyri, hvussu [...] hava verið fyri kynsligum ágangi, ikki megna at siga frá fyrr enn fleiri ár seinni – ofta sum vaksin. Tá kunnu brotsverkini vera fyrnað. – Vit eiga at gera upp við hetta, so kynslig brotsverk ikki fyrna, men
reglurnar bara skulu galda í ávísum økjum, til dømis í miðbýum ella einstøkum bygdum. Endamálið er at forða fyri, at ov nógv hús og íbúðir verða tikin av vanliga bústaðarmarknaðinum og í staðin leigað út til [...] sum skal geva kommununum heimild at seta mark fyri stutttíðarleigu av bústøðum. Við uppskotinum kunnu kommunur sjálvar áseta, hvussu nógvar dagar um árið sjálvstøðugir bústaðir, har eigarin ikki hevur