Eggini fara við skarninum á botn, har tey verða etin av botndjórum og síðan av fiski. Toskur, sum etur á botni inni við land, hevur størri títtleika av sandmaðki enn seiður og hýsa, sum í størri mun eta [...] miðalstórur láturkópur etur umleið 1.500 kilo av fiski um árið. Sostatt verður mett, at allur stovnurin etur á leið 3.000 tons árliga. Ein eldri kanning av føðini hjá kópi vísti, at hann serliga etur tosk [...] at teir mestu tíðina halda seg tætt inni við land. Tað er eisini eitt uppvakstrarøki hjá toski og upsa. Havstovan hevur kortini ikki savnað miðvísa vitan um, hvørja ávirkan kópurin hevur á fiskastovnarnar