til NSÍ og trý stig til AB. Í tí fyrsta dystinum skoraði NSÍ sigursmálið í yvirtíðini, og í øðrum dystinum millum liðini skoraði AB sigursmálið í yvirtíðini. Samlaða málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis [...] tríggjar innanhýsis dystirnar í Meistaradeildini hjá monnum hetta kappingarárið. NSÍ vann báðar heimadystirnar við Løkin í Runavík, og AB vann tann eina heimadystin inni í Vika á Argjum. Úrtøkan var sostatt [...] dystunum gjørdist 7-5 til NSÍ. Petur Knudsen skoraði í øllum trimum dystunum móti AB. NSÍ-AB 2-1 (1-1) - 21. mars 1-0 Daniel Obbekjær (23.) 1-1 sjálvmál (29.) 2-1 Petur Knudsen (90.+2) AB-NSÍ 3-2 (1-1)
sum vinnulívsmanni í Fuglafirði og í Havn á trolvirkinum Vónini og í Runavík á Beta. Í Íslandi spardi hann 3.000 kr saman hvørt ár til Sjómannaskúlan. Summarið 1958 var hann við Kaj í Hvannasundi á Skálabergi [...] Olaf við sær inn í politiska arbeiðið, og í 1980 varð hann valdur á Føroya Løgting fyri Fólkaflokkin í Eysturoy. Har sat hann í 14 ár, fram til 1994. Í tveimum umførum varð honum litið upp í hendur at røkja [...] samkomulívinum, fyrst í Elim í Søldarfirði og seinni í Berøa í Saltangará, har hann sat í elstaráðnum i mong ár. Olaf hevur týtt til føroyskt fleiri bøkur um trúarkappar, ið hava ávirkað hann og mong onnur. Hóast
U.S. Coast Guard eru serliga áhugað í ferðamannaskipum og trygdarkrøvum í havnunum, og møguligt var at eygleiða ferðamannaskip, sum lógu við havn. Yvirgangsatsóknin í New York hin 11. september 2001 er [...] seta í verk fyribyrgjandi tiltøk í verk ímóti yvirgangsatsóknum o.ø. ímóti skipum og havnum. Tað er serliga umráðandi fyri USA, at havnir, hagar amerikanskir borgarar ferðast, lúka trygdarkrøvini í ISPS-koduni [...] Landsverk vitjaðu 4 av teimum 14 ISPS -havnunum. Vitjað var í Havn, Klaksvík, Fuglafirði og Runavík. Hetta var triðja vitjanin hjá U.S. Coast Guard í Føroyum.
munandi í fjør, rokna kommunurnar við einum størri halli í ár. Fíggjarætlanirnar fyri 2026 vísa eitt samlað hall á 179,7 milliónir krónur. Tað er góðar 139 milliónir krónur meira enn staðfesta hallið í 2025 [...] munandi betur frá 2025 enn árinum fyri. Tilsamans høvdu kommunurnar eitt hall á 40,4 milliónir krónur í 2025. Í 2024 var hallið 347,8 milliónir krónur, og talan er sostatt um eina betran á 307,4 milliónir krónur [...] milliónir krónur í 2025. Veruliga úrslitið gjørdist sostatt 129,5 milliónir krónur betri enn mett. Hetta komst fyrst og fremst av, at kommunurnar fingu 256,7 milliónir krónur meira inn í skatti enn væntað
Fyrr í ár vann AB 3-0 í Streymnesi, og síðani vann EB/Streymur 2-1 á Argjum. Í dag hittust EB/Streymur og AB fyri triðju og síðstu ferð í ár. Tað var við Margáir, og tað endaði við, at heimaliðið vann [...] triðja ferðin í ár, at 21 ára gamli danski framrættaði spælarin var málskjútti. Næsti dysturin hjá AB verður um eina viku í Runavík. Næsti dysturin hjá EB/Streymi verður annað mánakvøld í Klaksvík. [...] bæði dystast í løtuni á Svangaskarði. Heimaliðið var meiri á bóltinum, og EB/Streymur vann seg til fleiri góðar støður og upplagdar málmøguleikar, enn gestirnir gjørdu. Einki mál varð skorað í fyrra hálvleiki
Í Runavík fekk løgreglan í nátt fatur á sjey prutlum, sum nú eru tiknar inn til nærri kanningar. Løgreglan sigur, at tey í Runavík, eins og nógvastaðni í landinum hava avbjóðingar við prutlum, sum koyra [...] enn loyvt er. – Nú er so friður av teimum, so leingi vit hava tey, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Prutlini skulu kannast á rullubretti, áðrenn støða verður tikin til, um mál verða reist. Løgreglan [...] løgreglan setur prutlini á rullibrettið, so sæst, hvussu skjótt tey kunnu koyra. Og tað er tað, sum telur í einum møguligum revsimáli. Ikki hvussu skjótt prutlið hevur koyrt, men hvussu skjótt tað kann koyra
súkklufelagnum í Klaksvík, Norðstrok, so venja Pauli og Kostas javnan saman í súkklufelagnum í Eysturoy, Troy. Ynskir Troy at fáa bæði í posa og sekk, so er ikki óhugsandi at finalan í morgin verður koyrd [...] traðkast, og kom á mál sum 4. maður, í 4. etapu. Sera flott hjá unga strandinginum, sum kom á mál sjey sekund frammanfyri EM vinnarin í Ironman, Andrass Joensen. Finalan Í morgin verður 5. og seinasta etapa [...] liðugt, verður tikið til, men spæla Pauli og Bergtór kortini rætt í morgin, so verður hetta allarhelst endaligu plaseringarnar. Kostas hevur í vikuni barst við at sleppa av við krímið, sum hevur argað síðan
Sambandi ímillum Suðuroynna og Skotland var í nógv ár sera týðandi fyri vinnuliga virksemið í Suðuroynni, og við nýggju farleiðini fáa vinnufeløg í Suðuroynni aftur besta sjóvegis sambandi til útheimin [...] góðar møguleikar í eini fastari farleið millum Føroyar og Scrabster. Føroyar hava ein stóran útflutning av feskum fiskavørum umvegis Bretland til útheimin, og við at seta skip í sigling í millum Føroyar [...] iga staðseting í norðara parti av Skotlandi, og gevur góðar møguleikar fyri skjótan víðari flutning, til týðandi marknaðir og flutningsmiðstøðir í Bretlandi. Harumframt hevur Samskip, í samstarvi við lokalar
fyri menningini. Í Summar-blaðnum hjá Sosialinum greiðir stjórin frá útflutningi, nýggjum smakki og avbjóðingunum hjá føroyskum bryggjaríum. Les alla samrøðuna í Sosialinum, sum fæst í sølubúðunum. Haldarar [...] við litføgrum dósum, skemtiligum nøvnum og einum úrvali, sum broytist alla tíðina. Í dag er staðið bæði bryggjarí, matstova, barr og konserthøli. Føroyska ølmentanin er eisini broytt. Fleiri vilja royna ymisk
Mortensen í bestu deildini í ár. Síðstu løtuna royndi Víkingur at spenna álopsbogan, og tað vóru onkrar heilt spentar støður í brotsteiginum hjá heimaliðnum, har Hans Jákup Arngrímsson, sum í vetur flutti [...] metrum smekkaði til, og bólturin brast í tvørtræið og niður í vøllin. Tapið hjá Víkingi var tað fyrsta síðani 6. apríl, tá ið Víkingur í fjórða umfari tapti 1-0 í Klaksvík. Eftir 19 umfør er Víkingur á [...] favorittunum í Víkingi. Úrslitið var, at Skála ÍF vann 2-1, og tað var heilt merkisverdur sigur. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at skálamenn bastu Víkingi í landskappingardysti síðani, at Víkingur í 2008 sá