Ivi er nú eisini komin fram í Javnaðarflokkinum um ætlanirnar at broyta lógina um gongd í haga og burðardygga ferðavinnu. Tað segði Ben Arabo, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, í Løgtinginum í dag. – Føroyingar [...] skulu ikki gjalda fyri at ganga í haga, segði hann. Í ólavsøkurøðuni boðaði løgmaður frá, at samgongan fer at endurskoða lógina um burðardygga ferðavinnu. Samstundis er ætlanin at avtaka burðardygdargjaldið [...] hvørja gistinátt hjá ferðafólki. Longu fyrr í dag kom fram, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin eru ósamdir um, hvussu lógin skal broytast. Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum hevur sagt, at flokkurin