Havstovan. Havstovan ávarar eisini um, at eyka dagarnir kunnu gera tað torførari hjá ICES at góðkenna føroysku umsitingarætlanina sum burðardygga. Meginfelagið: Talan er um frítíðarsiglarar Meginfelag Útr [...] sjófeingislógini ella samsvarar við umsitingarætlanina. Felagið finst eisini at grundgevingini um, at talan er um óbrúktar fiskidagar, tí allir fiskidagar í bólki 5 vórðu brúktir í 2025. Meginfelagið heldur [...] bara fýra dagar Fiskivinnuráðið hevur ikki eina felags niðurstøðu um uppskotið. Ráðið sigur, at tað ikki hevði stundir at hava fund um málið, tí uppskotið varð sent til hoyringar í hægstu feriutíð við
frá Frihedsbrevet og øll míni svar fram, so lesarin sjálvur kann meta um tað, sum varð ført fram. Frihedsbrevet hevur valt at leggja dent á, at eg eigi part í einum báti, sum hevur fiskiloyvi í bólki 5B [...] eg tað – treytað av, at eg var opin um mítt samband við málið. Tað avgerandi er, at møgulig persónlig áhugamál verða løgd opið fram. Tað havi eg gjørt, um ikki øll, so tey flestu vita at eg eigi báta saman [...] 2025 og aftur 5 prosent í 2026. Arbeiðsbólkurin var ikki samdur um at fara frá upprunaligu semjuni. Um eingin árlig skerjing hevði farið upp um 5 prosent, hevði bólkur 5 havt umleið 8.108 dagar í 2026. Sjálvt
Tað gongur fram av einum brævi, sum Fifa hevur almannakunngjørt sambært Sky News. – Vit viðurkenna, at mistøk vórðu gjørd í tilgongdini kring uppskotið um at stovna Fifa Forward Enterprise. Vit viðurkenna [...] Fifa, Mattias Grafström, hava skrivað undir. Í brævinum biðja teir um umbering fyri mistøkini og lova, at ein gjøgnumgongd verður gjørd, so líknandi støður ikki endurtaka seg. Úrslitið av kanningini verður [...] fundinum. Hetta er fyrsta almenna umberingin frá Infantino, síðani Fifa legði fram – og stutt eftir dró aftur – uppskotið um at selja partar av HM-kappingunum til privatar íleggjarar. Sama bræv staðfestir
Peturi í Grund. Løgtingið verður biðið um at heita á landsstýrið um at gera eina heildarætlan við ítøkiligum átøkum fyri, hvussu kynslig brotsverk kunnu fyribyrgjast og basast. Samstundis skulu neyðugar [...] Løgtingið. Vilja dagføra arbeiðið Uppskotssetararnir vísa á, at galdandi heildarætlan um kynsligan ágang varð løgd fram í 2015, og at nógv er broytt síðani tá. Sambært teimum hevur serliga talgildi harðskapurin [...] vaksin. Tey halda, at tørvur er á eini breiðari ætlan, sum fevnir um fyribyrging, hjálp og viðgerð til tey, sum verða rakt, men eisini um lógarbroytingar og viðgerð til tey, sum fremja kynslig brotsverk
Rana og Sámal Petur í Grund lagt fram uppskot til samtyktar í Løgtinginum. Í uppskotinum verður heitt á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram øll neyðug lógaruppskot, so landslæknaembætið og onnur viðkomandi [...] og geva Føroyum størri ábyrgd fyri egna heilsuøkinum. – Tað snýr seg snøgt sagt um sjúklingatrygd, og tað snýr seg um, at vit hava førleikarnar í Føroyum til at skipa okkara egna landslæknaembæti, skriva [...] heilsuøkinum. – Á heilsuøkinum kunnu broytingar henda frá degi til dags. Tá er alneyðugt at hava øll amboð, so møguleiki er at taka skjótar avgerðir. Tann møguleikan hava vit ikki í dag, tí ein partur av okkara
heimasíðan ikki at siga, um málið framvegis snýr seg um eitt drápsmál. Hin 26 ára gaml skal fyribils sita í varðhaldi í fýra vikur aftrat. Talan er um eina ógvusliga hending, sum fór fram í Nuussuaq hin 6. juli [...] varð hin 26 ára gamli varðhaldsfongslaður, og nú skal hann so sita í fyribils fýra vikur aftrat. Tað hevur ikki eydnast Sermitsiaq at fáa at vita, um skuldsetingin móti tí varðhaldsfongslaða er broytt. Við [...] Við atliti til kanningararbeiðið, vil Grønlands Politi ikki upplýsa, um skuldsetingin móti hinum 26 ára gamla er.
heimasíður enn áður. Tað snýr seg millum annað um royndir at rita inn, code-injections, supply-chain álop og falskar formularar. Tað er ikki talan um DDoS-álop, men um støðugar og automatiseraðar royndir at finna [...] kassaskipanina og gjaldsveitaran, so brúkarin kann fáa kvittanir beinleiðis í appina. Haraftrat fáa kundarnir persónligar prísir, sum ein AI-loysn tekur sær av. – Við so nógvum hentleikum í appunum er okkurt [...] og viðlíkahalda innihald. - Leitifunkan er munandi betri, so brúkarar skjótari finna greinar og annað innihald. Leitifunkan tolir stavivillur, so brúkarin kann finna rætta innihaldið, hóast hann ikki stavar
heldur fram út á náttina. Sunnudagurin rundar vikuskiftið av við hugnaligum tiltøkum fyri alla familjuna. Í hesum leinkið sær tú alla skránna til Ljósfest 2026. Skráin verður dagførd javnan, so hvørt nýggj [...] nýggj tiltøk verða løgd afturat ella broytingar verða gjørdar. Á vagur.fo kanst tú eisini lesa meira um einstøku tiltøkini, tónleikararnar og annað, sum verður á skránni til Ljósfest 2026.
hóskvøldið um eina viku at vinna á pólska liðnum við einum máli verður talan um longda leiktíð, og um tað eydnast at vinna við fleiri enn einum máli, so verður nýtt europeiskt bólkaspæl veruleiki – um tað so [...] at vónin um at KÍ umvegis samlaðan sigur fer at halda fram í UEFA Europa League, og at KÍ við samantaldum sigri fer at tryggja sær pláss í europeiskum bólkaspæli framvegis er heilt verulig. Um tað eydnast [...] apping. Hóast tepurt 1-0 tap og harvið góðan møguleika um eina viku at vinna seg víðari í UEFA Europa League, so er tað einki at siga til tað, um teir 21 spælararnir og samlaða 32 manna ferðalagið úr Klaksvík
verður um eina viku í Klaksvík. Tá verður tað greitt, um leikluturin hjá NSÍ verður av á hesum sinni í Europa, ella um NSÍ fer at halda fram í UEFA Conference League. Tá ið liðini hóskvøldið um eina viku [...] Elias Pihlström var málskjútti. NSÍ var væl við og spældi seg fram til støður. Men tað var heimaliðið, ið sum tíðin leið trýsti fyri at økja um leiðsluna og harvið at taka spenningin burtur undan ferðini [...] brotssparkskapping at vinna seg víðari í kappingini. Nú er møguleiki at endurtaka hetta bragdið, tá ið NSÍ um eina viku verður á heimavølli og við knívinum á barkanum fer at fáa stuðul frá heimaáskoðarunum. Sveisiska