týdning. Ja-síðan vísir hinvegin á, at ein atkvøða fyri samráðingum ikki er tað sama sum ein atkvøða fyri limaskapi. Endamálið er fyrst at fáa greiðu á, hvørjar treytir Ísland kann fáa. Samráðingarnar steðgaðu [...] framtíðarviðurskiftini við ES. Spurningurin á atkvøðuseðlinum er, um Ísland skal taka upp aftur samráðingarnar um limaskap í Evropasamveldinum. Talan er sostatt ikki um eina fólkaatkvøðu um sjálvan limaskapin [...] fevndi um 1.019 fólk. Munurin millum ja- og nei-síðuna er minkaður seinastu vikurnar. Fiskivinnan stóra stríðsmálið Fiskivinnan verður mett at vera eitt tað torførasta málið í møguligum samráðingum. Tey, sum
atkvøtt nei til at taka upp aftur samráðingarnar um limaskap í ES. Tað er greitt, eftir at seinasta valdømið í landinum er talt upp, vísa tøl frá íslendska miðlinum RÚV. 47,2 prosent av veljarunum atkvøddu fyri [...] samráðingarnar upp aftur, meðan 52,8 prosent atkvøddu ímóti. Valluttøkan var 82,5 prosent. Sambært RÚV er hetta hægsta valluttøkan síðan altingsvalið í 2009. Tilsamans hava 270.000 fólk valrætt í Íslandi, [...] at limaskapur í ES kann hava lægri rentur við sær og skapa størri tryggleika í eini heimsstøðu, sum er merkt av krígnum í Ukraina og amerikanska forsetanum, Donald Trump. Tey, sum stuðla ES-limaskapi, stúra
við Djúpumýru í Klaksvík. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Tað verður ein írskur dómari, ið kemur at leiða uppgerðina millum NSÍ og FC Lugano. Talan er um 35 ára gamla íran, Robert Hennessy. Hann hevur
londum. Sunnudagsskráin byrjar klokkan 9.30 við altjóða gudstænastu umborð. Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Frá klokkan 14 lata bókasølan og kaféin upp. Í bókasøluni eru túsundatals bøkur til [...] og í dag fáa føroyingar seinasta høvið at vitja skipið, áðrenn tað fer av landinum. Skipið, sum føroyingar best kenna sum gomlu Norrønu, er nú eitt altjóða trúboðaraskip og hevur heimsins størsta flótandi [...] . Klokkan 19.30 verður tiltakið Next Step , sum heldur fram til klokkan 21. Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Manningarfólk av Logos Hope fara eisini í land at vitja kirkjur og samkomur kring
sum vilja byggja frítíðarhús. Freistin at boða kommununi frá áhuga er 17. september klokkan 12. Fólkatalið nógv minkað Tað sermerkta við ætlanini er, at Hestur longu hevur nógv hús í mun til fólkatalið. [...] frítíðarhús í Hesti. Talan er um eitt øki á góðar 3.200 fermetrar í sunnara enda av bygdini. Ætlanin er at stykkja økið út í smærri grundstykki, um nóg stórur áhugi vísir seg at vera. Enn er eingin ítøkilig verkætlan [...] bústað aðrastaðni. Fólkatalið í Hesti er minkað nógv seinastu áratíggjuni. Fyri 30 árum síðani búðu oman fyri 50 fólk í bygdini. Nú er fólkatalið komið niður á 17. Tað verður tí áhugavert at síggja, um nýggja
í lag eftir ynski frá Føroya landsstýri. Áðrenn tað høvdu útlendingar við arbeiðsloyvi og familjur teirra ikki møguleika at fáa varandi uppihaldsloyvi. Einki ávíst inntøkukrav Tað er ikki ein treyt fyri [...] skuld til tað almenna. Undantak kann gerast, um avtala er gjørd um at gjalda skuldina aftur, og avtalan verður hildin. Sjey ár hjá arbeiðsfólki Fyri útlendingar við arbeiðsloyvi og familjur teirra er mannagongdin [...] áðrenn teir kunnu fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari upp á ein grein 52a-fyrispurning frá Hermanni Ronnason Samuelsen, løgtingsmanni. – Í løtuni
summar. ##med2## Tað er torført at siga, hvør Ápostulin er, tí luturin, sum hann hevur havt í høgru hond, er brotin av. Var tað ein lykil, kann talan vera um Pætur ápostul. Var tað serligi krossurin, [...] um tulkingina. Leinkja til 3D-myndilin er her: https://skfb.ly/pMNwC Staðfest er, at fyrsta metingin – at orðini „hvílir her“ standa á steininum – var røtt. Enn er tó ógreitt, um eitt persónsnavn kann [...] sum Andras ápostul vanliga ber, kann tað vera hann. Báðir verða ofta lýstir sum eldri menn við skeggi. Fyrr í summar varð boðað frá, at ein rúnufrøðingur skuldi koma til Føroya at kanna rúnasteinin
barnakoppsetingunum er minkandi. Hugburðskanning frá 2025 millum føroysk foreldur um barnakoppsetingar vísti tó, at foreldur taka væl undir við, at børnini verða koppsett. Kortini er ein alt størri partur [...] tí at so nógv eru koppsett. Tá stórur partur av fólkinum eru koppsett, er trupult hjá smittusjúkum at breiða seg, og vit fáa tað, sum verður rópt hópimmunitetur. Hóast sjúkurnar eru sjáldsamar í Føroyum [...] koppseta. Tilmældar koppsetingar Heilsustýrið mælir til, at børnini fylgja barnakoppsetingarætlanini, sum er henda: 3 mánaðir: Difteri, stívkrampi, kikhosti, polio, Hib og pneumokokk (1) 5 mánaðir: Difteri,
hvat verður so tað næsta? Frælsar samráðingar krevja javnbjóðis styrki hjá báðum pørtum. Verður tann styrkin tikin frá løntakarunum, er tað ikki longur ein fræls samráðing. Fakfelagsrørslan er bygd á samhaldsfesti [...] orðini liggur eitt tað størsta álopið á fólkaræðið, ið vit nakrantíð hava verið vitni til. Vit hava síðan áðrenn summarfrítíðina roynt at fingið landsstýrismannin í fíggjarmálum í talu. Tað er hann, ið stendur [...] formanni í Javnaðarflokkinum á odda, er í ferð við at taka samráðingarrættin frá okkum og niðurlaga fakfeløgini. Hann tykist at hava gloymt, at flokkur hansara er sprottin úr fakfelagsrørsluni. Boðini
okkara náttúru. Hetta er eitt tungt og drúgt arbeiði, og tá skøran fyrst hevur fest røtur, er hon tíverri sera trupul at sleppa av við. Tí er tað sera óheppið, at skøran enn í ár er til sølu í føroyskum