Løgtingið viðger ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, er komið undan kavi, at samgongan er ósamd um ferðavinnulógina. Í ískoytinum til ólavsøkurøðuna verður boðað frá, at lógin um burðardygga ferðavinnu eigur at [...] lógin tikið ognarrætt frá bóndunum, og tí eiga tað aftur at vera jarðareigararnir, sum einsamallir gera av, hvør hevur atgongd til jørðina. Men Sambandsflokkurin tekur frástøðu frá ætlanini. Helgi Abrahamsen [...] verður nevnt, at burðardygdargjaldið skal takast av, og at bøndur skulu fáa møguleika at taka gjald frá ferðafólki. Tá Løgtingið umrøddi røðuna í morgun, segði Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin
fiskidagar. Í 2026 er talið komið niður á 6.468 dagar. Bólkurin hevur sostatt mist 15.532 fiskidagar. Tað svarar til eina skerjing á 70,6 prosentum. Hetta er ikki ein vanlig tillaging. Bólkur 5 er politiskt skerdur [...] niður í 6.468 dagar í 2026. Tað er ein lækking á 38,3 prosentum eftir bert fimm árum. Serliga álvarsamt er, at talið fór úr 9.456 døgum í 2023 niður í 7.565 dagar í 2024. Tað var ein skerjing á 20 prosentum [...] Ein snellubátur kann vanliga bert fiska, meðan tað er ljóst, og er nógv meira bundin av veðri, vindi og streymi enn størri skip. Ein skrásettur fiskidagur er tí ikki altíð ein neyv mynd av veruliga veið
undir vanligum umstøðum, tá stovnurin er burðardyggur. Endurbyggingarætlanin verður hinvegin brúkt í óvanligum støðum, tá stovnurin ikki er burðardyggur. Tá er tað neyðugt við serligum átøkum, fyri at fáa [...] fleygingin eftir lunda, so er tað fyri at verja lundastovninum ímóti ovurveiði. Møguliga vóru tað nøkur, sum hildu hetta verða keðiligt og órættvíst, men tey flestu skilja tó at endamálið er at verja lundastovnin [...] at umsitingarætlanin er bara fjas og hava hug at geva leyst, eins og tað varð gjørt á Føroya Banka fyrst í 2000árunum. Tað søguna við ovurveiði kenna vit øll. Eftir út við 15 ár – frá 2008 til 2023 – bar
sagt ikki ta hjálp teimum tørvar. Tað er óvirðiligt. Stórt trot er á røktarheimsplássum, sum er kommunal ábyrgd. Men størsta trotið eru heilsu- og røktarstarvsfólk. Tað ávirkar ikki bara røktina á røktarheimum [...] tóm. Tað er ikki nóg gott. Vit mugu eggja fleiri ungum – bæði kvinnum og monnum – at velja vælferðarútbúgvingar. Men fyrst og fremst mugu vit tryggja, at útbúgvingin er tøk, har tørvurin er. Sum er, er [...] bara at vaksa. *** Tí eigur tað eisini at bera til at útbúgva seg til heilsuhjálpara og heilsurøktara í meginøkinum. Alt annað er at spæla hasard við eldraøkinum. Hvussu ber tað til, at vit hava tveir maritimar
Ivi er nú eisini komin fram í Javnaðarflokkinum um ætlanirnar at broyta lógina um gongd í haga og burðardygga ferðavinnu. Tað segði Ben Arabo, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, í Løgtinginum í dag. – Føroyingar [...] ganga í haga, segði hann. Í ólavsøkurøðuni boðaði løgmaður frá, at samgongan fer at endurskoða lógina um burðardygga ferðavinnu. Samstundis er ætlanin at avtaka burðardygdargjaldið á 20 krónur fyri hvørja
vøllinum. Frá Sofascore fær Mattias næsthægsta karakterin av leikarunum hjá Västerås. Har fær Mattias karakterin 6,6 (av 10 møguligum). Frá Soccerstand fær Mattias sama karakterin. Västerås er nummar sjey [...] sjey við 22 stigum. Tað er meira enn góðkent fyri ein uppflytara, um enn skrædlið fyri Djurgården trekkir niður upp á heildarmyndina. Komandi mánakvøld klokkan 18 fær Västerås høvið at hevna seg, tí tá
hjá klaksvíkingum er betri, enn hann er hjá NSÍ. Sigurin ber við sær, at HB nú av álvara aftur er við í kappingini um europeiskt pláss um eitt ár. HB er á fimta plássi við 27 stigum. Tað eru tvey stig fram [...] Víking, og tað eru trý stig fram til B36, sum hevur spælt ein dyst fleiri enn hini toppliðini. Sunnudagin fer NSÍ at spæla á heimavølli ímóti Skála ÍF, og mánadagin fer HB til Klaksvíkar. Tað er stríggið [...] kvøld vóru tað ikki so nógvar støður og møguleikar, tá ið NSÍ leikliga var omaná. Fýra minuttir eftir steðgin legði Michal Przybylski gestirnar á odda eftir horna úr høgru. Heldur enn at tað so gekk fyri
sum vórðu sett í gildi í juli. Sakarmálið er reist av statum, har annaðhvørt demokratiski guvernørurin ella løgmálaráðharrin stendur á odda. Teir halda, at Trump er farin út um tær heimildir, forsetin hevur [...] millum annað ES. Sambært Hvítu Húsunum er orsøkin, at londini ikki gera nóg mikið fyri at steðga innflutningi av vørum, sum eru framleiddar við tvingsilsarbeiði. Málið er lagt fyri U.S. Court of International [...] eitt fremmant land ikki forðar fyri innflutningi av vørum, sum eru framleiddar við tvingsilsarbeiði, er tað ein ójavni, sum rakar amerikanskan handil og amerikanskar arbeiðarar, sigur hann. Donald Trump hevur
hevði forbrotið seg, men at tað var tí, at hann visti ikki, at arbeiðsloyvi krevst. Orsøkin til, at hann bara fekk 10.000 krónur í bót – onkur hevur fingið upp í 300.000 krónur, er tí, at hann hevur verið [...] verið so stutt í Føroyum. Bótin er 10.000 krónur fyri hvønn byrjaðan mánað, sum viðkomandi hevur arbeitt ólógliga í Føroyum. Nú verður bíðað eftir svari frá myndugleikunum í Danmark, um ferðaleiðarin skal vísast [...] arbeiddi uttan arbeiðsloyvi. Talan var um ein ferðaleiðara úr Rumenia, sum segði seg ikki vita, at tað kravdist arbeiðsloyvi fyri at arbeiða í Føroyum. Hann varð tí skuldsettur og fekk 10.000 krónur í bót
framleiða 1,8 gigawatt av elorku. Tað svarar til streymnýtsluna hjá umleið 1,8 milliónum donskum húsarhaldum. – Hetta fer at geva Danmark nógv størri frælsi. Bæði sum samfelag og frá óálítandi stjórnum, sum vit [...] Vattenfall Vindkraft A/S hevur vunnið útboðið um at byggja tvær nýggjar havvindmyllulundir í Danmark. Talan er um eina havvindmyllulund í Norðsjónum og eina við Hesselø í Kattegat. Tær skulu vera lidnar í seinasta [...] grønari og bíligari streym og samstundis styrkja kappingarførið hjá donskum fyritøkum. Vattenfall er ogn hjá svenska statinum og framleiðir elorku í fleiri evropeiskum londum. Danmark hevur seinastu árini