eisini verið skotið upp at loysa dagatrot við at banna bólki 5 at fiska sunnu- og halgidagar. Hví skal júst hesin bólkurin ikki fiska sunnudag? Allir aðrir fiska bæði sunnu- og halgidagar. Annað virksemi [...] fýra ferðir tann broyting, sum 5-prosentreglan legði upp til. Síðani varð talið skert við 10 prosentum í 2025 og aftur við 5 prosentum í 2026. Um eingin árlig skerjing var farin upp um 5 prosent, hevði bólkur [...] sum hava skert bólkin við meira enn 70 prosentum. Í dag kann ein avreiðing upp á 50, 100 ella 150 kilo telja sum ein heilur fiskidagur. Ein snellubátur kann vanliga bert fiska, meðan tað er ljóst, og