Føroyar fingu eins tveir teir undanfarnu dystirnar ein ringa byrjan uppá dystin. Støðan var 4-8 eftir 10 minuttir. Italsku dómararnir løgdu ein sera harða linju og góvu 4 útvísingar, tvær til hvørt liðið [...] liðið, longu fyrstu 7 minuttirnar. Ein av hesum var eitt reytt kort til Hugin Halgirson, ein døming, ið viðmerkjarar eru samdir um, var púra skeiv. Føroyska álopið kom spakuliga ígongd, men gekk spælið nógv [...] 18-13 í hálvleikinum. Føroyar byrjaðu við 7 móti 6 í álopinumí seinna hálvleiki og gekk betri at koma til kjansir. Tað gekk serliga væl um miðjan hálvleik, har okkara hálaðu 7 mál inn og komu uppá javnt, 26-26
Is a Party" og "Summer Air", – Vit hava nógvar kendar sangir, góðan tónleik, og fólk fara at fáa høvi til bæði at dansa og syngja við. ItaloBrothers spæla á Vágsbø hóskvøldið klokkan 01. ##med2## [...] at geva áhoyrarunum eina stóra uppliving. – Vit eru sera glaðir fyri at hava fingið høvið at koma til Føroya at spæla, og vit ætla okkum at skapa eitt stórt show á Summar Festivalinum í kvøld, siga teir
New York, har fimm leiðandi embætisfólk í Fifa fingu fram til miðnátt at taka støðu til eina ætlan um at selja 20 prosent av ognarlutinum í Fifa-kappingum til ein bólk av íleggjarum. Gianni Infantino var [...] partar av Fifa og HM-kappingini til privatar íleggjarar. Tað skrivar amerikanska blaðið The New York Times við vísing til tríggjar ónevndar keldur, sum hava kunnleika til fundin. Sambært blaðnum varð ein [...] in Kevin Lamour og fíggjarstjórin Thomas Peyer søgdu nei. Ætlanin var at selja 20 prosent av Fifa til ein íleggjarabólk undir leiðslu av Joshua Kushner, sum er bróðir Jared Kushner, sum er versonur hjá
aftur til søguna við at skjútsa inn á gjónna, sum eitt minnið yvir gomlu skjúts-skylduna, sum lá á nógvum bygdum í Føroym í gomlum døgum. Fyrireikararnir vísa á, at skyldan, áðrenn motorarnir komu til landið [...] aftur í gjónni við Gjógv. - Árliga siðvenjan, sum savnar væl av fólki hvørt ár, er eitt sera gott høvi at njóta eina hugnaliga og gevandi løtu í stórbæru náttúruni. Tað siga fyrireikararnir av tiltakinum [...] landið, var at rógva lækna, jarðarmóður ella prest til grannaoynna, tá tørvur var á tí, og tað var minni enn so altíð, at líkindini vóru góð. - Ofta varð hetta gjørt í ivaveðri. Á tiltakinum í gjónni við
yvir til at verja 5-1 um miðjan hálvleik, og hepnaðist hetta eisini væl í mun til at steðga skotsterku sviunum. Sviar vóru tó omaná og fóru liðini til hálvleiks við 17-16 til sviar. Føroyar fingu eina [...] Okkara runnu aftaná seinastu løtuna og var tað bert óhepni og smálutir, sum gjørdi at tað ikki rakk til í minsta lagi ein javnleik. Svøríki vann 35-34. Eftir dystin var Boas á Skipagøtu kosin besti leikarin [...] dysturin verður leiktur sunnudagin móti Póllandi. 15. plássið í kappingini gevur beinleiðis atgongd til U19 HM-endaspælið í 2027. Skrivar HSF. Dystargongdin: Føroyar – Svøríki: 5 min. 5-6 10 min. 9-7 15
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at skaðin á bilin var stórur, men at fólkini í bilinum bert fingu smásnuddir. Annar personurin slapp ikki úr bilinum beinanvegin, tí hurðin fekst ikki upp. Men hann [...] hann slapp út aðrar vegir. Tveir sjúkrabilar komu á staðið og fluttu fólkini á Landssjúkrahúsið til kanningar. Í Klaksvík varð boðað frá einum lítlum ferðsluóhappi æa Stangarbrúnni, og har varð eisini fleiri
og fara úr Føroyum aftur tann 16. august saman við einum toymi í hjálpararbeiði til Rumenia. Sunnukvøldið kl. 18 verður høvi at hoyra um arbeiðið hjá Lenuta og Danut og at heilsa uppá tey bæði. Hjartaliga
Sambært herinum brúktu uppreistrarfólk úr Farc spreingievni til at oyðileggja eitt gjaldsstøð á einum motorvegi nærindis Cali. Tveir trygdarvørðar fingu minni skaðar. Umleið 1.000 kilometrar haðani varð ein
Eitt mál um harðskap á Summar Festivalinum varð í gjár meldað til løgregluna. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan er ikki um eitt stórt mál, men tað verður nú kannað nærri. Løgreglan veit, hvør [...] koyrikortið ikki nóg mikið. Bilførarin fær í øllum førum bót fyri tað, sigur vaktleiðarin. Í Klaksvík fingu tveir bilførarar bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum, har ferðslan er
tjóðarsambond fingu í juli bræv frá FIFA um ætlanina. Sambært Ritzau fingu sambondini freist til 19. september at boða frá, um tey stuðlaðu verkætlanini. Stuðlaðu tey uppskotinum, vóru útlit til fleiri íløgupengar [...] Enterprise, FFE. Ætlanin var at selja privatum íleggjarum part í kappingunum hjá FIFA. Hetta elvdi til stóra ónøgd, serliga í Evropa. Infantino tók seinni uppskotið aftur, men tað hevur ikki kyrrað mótstøðuna [...] íløgupengar frá FIFA. Eftir fund millum limalondini boðaði UEFA frá, at sambandið var til reiðar at boykotta HM og aðrar FIFA-kappingar í mótmæli móti ætlanunum.